Nú er tann fimti teknifilmurin í "Ice Age" røðini komin út. Manny, Diego, Sid og øll hini finna
út av, at ein halastjørna fer skjótt at oyðileggja jørðina.
Tískil fara tey í samstarv við Buck – sum var við í triðja filminum – og royna at steðga henni.
Mær dámar væl tann fyrsta "Ice Age" filmin, men ikki
hinir. Aftaná eittarin fór filmsrøðin av sporinum og misti sjarmuna. Tá eg hugdi eftir fimmaranum í biografinum, vóru nakrar familjur millum áskoðarnar. Tey
flentu hart og ofta. Tey sóu út til at dáma filmin sera væl, so tað kann vera,
at hann verður væl umtóktur. Mær dámdi hann ikki sjálvur og kanska eri eg í
minniluta.
"Ice Age: Collision Course" hevur
nakrar stuttligar senur við íkorninum Scrat, men er annars ein vánaligur og
irriterandi teknifilmur. Mær dámdi senurnar við Scrat. Tær eru stuttligar,
undirhaldandi og bestu partarnir av filminum. Mær dámdi ikki restina og tað er serliga orsakað av, at hann hevur fleiri
irriterandi persónar: Crash, Eddie, Julien og omman hjá Sid. Satt at siga var
eisini Sid irriterandi í byrjanini av filminum, men tíbetur gjørdist hann dámligur
aftaná eina løtu.
Omman hjá Sid er ein persónur,
sum áskoðarar dáma væl. Fleiri fólk flentu eftir henni, tá eg sá bæði fýrarin
og fimmarin í biografinum. Mær dámar hana ikki. Hon er sera irritererandi, tí hon bara roksar og sigur
vánaligar jokes. Sjeikurin hjá Peaches, Julien, er eisini irriterandi, tí hann
roynir at vera kulur og blívur við at tosa við slang. Tað er strævið at lurta
eftir. Hinvegin dámar mær væl m.a. Manny, Diego, Sid og Buck. Tað er stuttligt
at hava Buck í einum høvuðsleikluti og Simon Pegg riggar væl til leiklutin.
Filmurin hevur ein langan lista av
kendum sjónleikarum og tað er orsakað av, at hann hevur ov nógvir persónar.
Meir enn 8 høvuðspersónar og ikki øll fáa okkurt at gera – serliga Diego og Shira,
sum gera einki til nyttu. Røddirnar eru góðar, burtursæð frá Wanda Sykes og Nick Offerman. Hann gevur eina góða framførslu, men hansara rødd hóskar ikki til fuglin Gavin.
Nú tá eg nevni hann, so burdu hasir tríggir fuglarnir, sum jagstra Buck, verið tiknir úr filminum. Teirra senur eru meiningsleysar og oyðsla tíð, sum heldur
burdi verið brúkt til Scrat ella høvuðspersónarnir.
Burtursæð frá senurnar við Scrat,
so dámar mær heldur ikki skemtið í filminum. Eg flenti sjáldan og fleiri jokes
eru serstakliga vánaligar. Hinvegin er animatiónin sera góð og flott gjørd.
Søgan er hampulig og undirvísir eitt sindur um halastjørnur. Endin á filminum er hampuliga góður. Men samanumtikið
er "Ice Age: Collision Course" ein vánaligur og irriterandi teknifilmur – um eg
skal lýsa hann við einum orði, so er tað "irriterandi". Hann hevur ov nógvir
persónar og klárar tí ikki at gera øll viðkomandi. Av tí at fleiri eru ódámlig og roksut, so gjørdist úrslitið ein filmur, sum var strævin at hyggja eftir.
1,5 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Mike Thurmeier, Galen T. Chu
Leikarar: Ray Romano, John Leguizamo, Denis Leary, Seann William
Scott, Josh Peck, Simon Pegg, Keke Palmer, Jennifer Lopez, Queen Latifa, Adam
Devine, Jesse Tyler Ferguson, Max Greenfield, Jessie J, Nicke Offerman, Wanda
Sykes, Stephanie Beatrizz, Michael Strahan, Melissa Rauch, Neil deGrasse Tyson,
Chris Wedge
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment