Thursday, September 26, 2013

Kick-Ass 2

Eg sá ikki “Kick-Ass” í biografinum, tá hann kom út í 2010, men eg hoyrdi nógv góð ting um hann. Eg hugdi so nústani eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og eg má siga, at hann skuffaði ikki. Mær dámdi hann sera væl. Nú er so endiliga tvey’arin komin út.

Wednesday, September 18, 2013

Rush

“Rush” er tann nýggjasti filmurin hjá kenda leikstjóranum Ron Howard – hann hevur leikstjórnað m.a. “Apollo 13” og “A Beautiful Mind”. Eg var eisini áhugaður í filminum, av tí at hann var um rasarakoyring og hevði Chris Hemsworth í einum høvuðsleikluti.

Monday, September 16, 2013

Spies & Glistrup

“Spies & Glistrup” er ein danskur dramafilmur um tveir kendir menn: Simon Spies og Mogens Glistrup. Hetta er ein fiktionell søga, sum handlar um teirra forhold sum bestir vinmenn. Hesin filmurin roynir ikki at vera søguligur. Tað er ein fiktionell søga, sum er inspirerað av hesum kendu persónunum.

Wednesday, September 11, 2013

Elysium

Elysium er ein stórur “science fiction"-filmur, sum fleiri hava glett seg til. Tað er serliga orsakað av, at hann kemur frá leikstjóranum av “District 9”, Neill Blomkamp. Hetta er hansara næsti filmur og hesuferð hevur hann eitt størst budget at arbeiða við.

Sunday, September 1, 2013

Olympus Has Fallen

Eg minnist, tá eg fyrr í ár sá treylarin fyri actionfilmin “Olympus Has Fallen”. Eg helt tá ikki, at hann sá út sum nakað serligt. Mær dámar sera væl actionfilmar, so hesin filmurin burdi verið nakað fyri meg, men treylarin fekk hann ikki til at síggja lovandi út. Eg sá hann ikki í biografinum, men eg hoyrdi frá vinum, at hann var góður. Nú havi eg so endiliga sæð hann í sjónvarpinum.