“Spies & Glistrup” er ein danskur dramafilmur um
tveir kendir menn: Simon Spies og Mogens Glistrup. Hetta er ein fiktionell
søga, sum handlar um teirra forhold sum bestir vinmenn. Hesin filmurin roynir
ikki at vera søguligur. Tað er ein fiktionell søga, sum er inspirerað av hesum
kendu persónunum.
Hetta er ein dramafilmur, sum fer fram í 1960’unum,
70’unum og 80’unum. Vit fylgja Mogens Glistrup (Nicolas Bro), sum lærir stjóran
í Spies Rejser, Simon Spies (Pilou Asbæk), at kenna, tá hann fær arbeiðið sum
hansara sakførari. Teir verða bestir vinmenn og syrgja fyri, at Spies Rejser
verður eitt tað størsta felagið í Danmark.
Eg rokni við, at fleiri, sum eru áhugað í Simon Spies
og Mogens Glistrup, fara at dáma hendan filmin, men fyri meg persónliga var hann rættiliga keðiligur. Mær dámdi tó sera væl tann síðsta triðingin av honum
og hann hevði nógvar senur, sum mær dámdi væl, men samanumtikið hevði hann ikki
eina fangandi søgu, sum eg var áhugaður í. Eg vænti, at fleiri fara at vera
ósamd við mær, og tað havi eg einki ímóti. Fyri meg persónliga var tað sum um,
at hann hevði nógvar góðar sjálvstøðugar senur, men ikki eina fangandi søgu,
sum bant tær saman til eina góða heild. Satt at siga, so var søgan eitt sindur tunn.
Mær dámdi best framførslurnar hjá høvuðsleikarunum,
Pilou Asbæk og Nicolas Bro. Teir geva sera góðar framførslur og hava gott
samanspæl. Nicolas Bro dugir sera væl at syrgja fyri, at man onkuntíð flennir
eftir Mogens Glistrup, men eisini ofta tekur hann í álvara. Pilou Asbæk
dugir væl at vera stuttligur, men eisini álvarsamur, tá ið tað er neyðugt. Filmurin
hevur eisini eitt sindur av góðum dialogi. Mær dámdi væl summar senur, har Spies
og Glistrup prátaðu um persónligar trupulleikar. Filmurin ger eisini onkuntíð,
so at summar senur líkjast gomlum upptøkum og tann effektin riggaði sera væl. Mær
dámdi eisini væl, tá ið gamlir danskir sangir vóru spældir í bakgrundini.
Filmurin hevur nógv skemt og eg rokni við, at summi
fara at dáma tað væl, meðan onnur fara kanska ikki. Mær dámdi eitt sindur av
tí, men størstiparturin var bara endurtakandi og eitt sindur irriterandi. Eg
flenti onkuntíð, tá ið Spies og Glistrup søgdu okkurt stuttligt. Filmurin brúkar annars fúlt skemt
til, at gera gjøldur burtur úr, at Simon Spies fór í song saman við fleiri
kvinnum. Tað var eitt sindur stuttligt í byrjanini, men gjørdist síðan
endurtakandi og tískil eitt sindur irriterandi. Tað var ofta bara
jokes, sum vóru næstan akkurát líka, og eg gjørdist troyttur av tí. Hetta er
sjálvandi mín persónliga meining og eg skilji væl, um onnur dáma skemtið í
filminum.
Sum eg segði í áðni, so dámdi mær sera væl síðsta
triðingin av filminum. Eg fari sjálvandi ikki at avdúka, hvat hendir, men tá
kemur ein áhugaverd og spennandi konflikt uppí søguna. Tá gjørdist søgan
endiliga fangandi og meira samanhangandi – hon fekk eina góða handling. Restin
av filminum manglaði eina fangandi handling. Forholdið millum Spies og Glistrup
var heldur ikki sera áhugavert og fangandi. Tað var okey at hyggja eftir,
orsakað av samanspælinum millum høvuðsleikararnir, men ikki sera spennandi ella
undirhaldandi.
“Spies & Glistrup” er eftir mínari meining ein
sera væl leiktur, men rættiliga keðiligur og tískil gloymandi dramafilmur. Søgan
er bara ikki spennandi og fangandi, uttan í síðsta triðinginum. Filmurin hevur
nógvar góðar sjálvstøðugar senur, men søgan hevur ikki eina fangandi handling,
sum bindur tær saman til eina góða heild – við øðrum orðum, søgan manglar ein
góðan reyðan tráð. Skemtið er onkuntíð rættiliga gott, men ofta endurtakandi og
eitt sindur irriterandi. Eg skilji væl, um onnur dáma hendan filmin, men eg var
samanumtikið ikki áhugaður í honum. Høvuðsleikararnir, Pilou Asbæk og Nicolas
Bro, geva fantastiskar framførslur og hava gott samanspæl, men tað er ikki nóg
mikið til, at bjarga filminum frá eina keðiliga søgu.
2 /
5 stjørnur
Leikstjóri: Christoffer Boe
Leikarar: Pilou Asbæk,
Nicolas Bro, Trine Pallesen, Jesper Christensen, Kasper Leisner
No comments:
Post a Comment