Wednesday, September 18, 2013

Rush

“Rush” er tann nýggjasti filmurin hjá kenda leikstjóranum Ron Howard – hann hevur leikstjórnað m.a. “Apollo 13” og “A Beautiful Mind”. Eg var eisini áhugaður í filminum, av tí at hann var um rasarakoyring og hevði Chris Hemsworth í einum høvuðsleikluti.

Filmurin fer fram í 1970’unum og er gjørdur eftir eina sanna søgu um tveir rasarakoyrarar í Formula 1, onglendingurin James Hunt (Chris Hemsworth) og eysturríkarin Niki Lauda (Daniel Brühl). James hevur eitt stórst ego og livir eitt lív við drykkiskapi og stuttleika. Hann vil bert stuttleika sær í frítíðini. Niki er púra mótsættur. Hann tekur ítróttin í álvara og er strangur við sínir arbeiðsfelagar. Tá ið teir báðir luttaka í heimsmeistarakappingini í Formula 1, gerast teir rivalar.

Eitt tað fyrsta, sum eg uppdagaði, tá ið filmurin byrjaði, var, at hann hevði sera skjótt tempo. Hann kemur ikki seint í gongd. Tað virkar sum um, at Ron Howard setti sær fyri at gera filmin skjótan, av tí at hann var um rasarakoyring. Tað riggar rættiliga væl. “Rush” er satt at siga ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í ár. Hann er bæði sera undirhaldandi og áhugaverdur. Tað er eitt sindur sum ein væl eydnað kombinatión av einum undirhaldandi poppkorn-filmi og einum sera góðum dramafilmi. Hann er marknaðarførdur sum ein action-/dramafilmur og hann leverar á báðum økjum.

Kappkoyringarnar eru fantastiskar, spennandi og sera undirhaldandi. Ron Howard brúkar nógvar kreativar kameravinklar í teimum senunum. Man sær m.a. flottar nærmyndir av motorum og ljóð-effektirnar eru sera góðar. Ron Howard dugir eisini sera væl at brúka “slow motion”-effektina. Hon verður ikki brúkt ov ofta. Hon verður bert brúkt, tá hon er neyðug. Filmurin vísir eisini væl vandan og avleiðingarnar við rasarakoyring. Hann vísir nakrar óbehagiligar myndir og verður onkuntíð rættiliga dapur, men tað er við til at gera hann meira spennandi og realistiskan.

Framførslurnar eru sera góðar. Chris Hemsworth og Daniel Brühl eru báðir sera góðir og dámligir í høvuðsleiklutunum. Eg eri glaður fyri, at Ron Howard valdi at geva leiklutin sum Niki Lauda til ein týskan sjónleikara. Hann virkar tískil sum ein sannførandi og veruligur persónur. Hann tosar flótandi týskt og hevur eina veruliga týska “accent”. Olivia Wilde gevur eisini eina góða framførslu sum konan hjá James. Eg var yvirraskaður av, at hon tosaði við eini sera sannførandi eingilskari “accent” – hon er ein amerikanskur sjónleikari. Mær dámdi sera væl samanspælið millum James og Niki. Báðir persónarnir eru dámligir, og dialogurin millum teirra er áhugaverdur og undirhaldandi. Tað er eisini áhugavert at síggja, hvussu ymiskir teir eru. Teirra persónleikar eru púra mótsættir og teir arbeiða á ymiskar mátar. Tað gevur meining, at teir gerast rivalar.

Filmurin er ikki bara flott gjørdur og væl spældur, men hevur eisini eitt gott handrit. Søgan er fangandi og sera áhugaverd. Persónarnir eru dámligir og undirhaldandi, og filmurin hevur eisini eitt sindur av góðum skemti. Tann síðsti triðingurin av filminum er sera spennandi og fangandi. Hann byggir tá spakuliga upp spenning og tá ið klimaksið so kemur, fer spenningurin upp í loft. Eg var sera spentur gjøgnum alt klimaksið. Eg má eisini leggja afturat, at filmurin følist ikki sera langdrigin, hóast hann er meira enn tveir tímar langur.

“Rush” er samanumtikið ein fantastiskur og sera undirhaldandi filmur. Hann er í hvussu er sera væl eydnaður innan fyri sínum sjangrum – action og drama. Kameraarbeiðið er fantastiskt og kreativt, tempoið er skjótt, og søgan er fangandi og sera áhugaverd. Høvuðsleikararnir geva sera góðar framførslur og báðir persónarnir eru dámligir. Tað riggar samanumtikið væl, at filmurin hevur eitt skjótt tempo. Tað er við til at gera hann undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Hann leverar bæði áhugavert drama og gott poppkorn-undirhald.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Ron Howard
Leikarar: Chris Hemsworth, Daniel Brühl, Olivia Wilde, Natalie Dormer, 
Alexandra Maria Lara
Ár: 2013

No comments:

Post a Comment