Eg minnist, tá eg fyrr í ár sá treylarin fyri actionfilmin
“Olympus Has Fallen”. Eg helt tá ikki, at hann sá út sum nakað serligt. Mær
dámar sera væl actionfilmar, so hesin filmurin burdi verið nakað fyri meg, men
treylarin fekk hann ikki til at síggja lovandi út. Eg sá hann ikki í
biografinum, men eg hoyrdi frá vinum, at hann var góður. Nú havi eg so endiliga
sæð hann í sjónvarpinum.
Filmurin er um ein vaktarmann, sum eitur Mike Banning
(Gerard Butler). Hann var fyrr vaktarmaður hjá amerikanska forsetanum (Aaron
Eckhart), men varð uppsagdur, tá ið konan hjá forsetanum doyði í eini
ferðsluvanlukku. Ein dagin koma nakrir koreanskir gestir at vitja hvíta húsið í
Washington DC. Tað vísir seg at vera ein fella. Teir áleypa hvíta húsið,
yvirtaka tað og taka forsetan sum gísli. Meðan álopið fer fram, klárar Mike
Banning at goyma seg inni í húsinum, uttan at verða uppdagaður. Nú er hann tann
einasti persónurin í húsinum, sum hevur møguleikan at bjarga forsetanum.
Nú tá eg havi sæð filmin í sjónvarpinum, má eg siga,
at eg angri, at eg ikki hugdi eftir honum í biografinum. Hetta er faktiskt ein
av teimum frægastu amerikansku filmunum, sum eg havi sæð higartil í ár. Tað er
í hvussu er ein av ársins bestu actionfilmum, eftir mínari meining. “Olympus
Has Fallen” er ein sera góður og undirhaldandi filmur, sum minnir nógv um gamlir
actionfilmar frá 80’unum og 90’unum. Hann minnir serliga um “Die Hard” og tað
er ikki yvirraskandi, tí søgan í hesum filminum líkist sera nógv søguni í “Die Hard”.
Hesin filmurin er tí als ikki originalur, men tað nýtist hann ikki at vera, tí sum ein actionfilmur er hann væl gjørdur og sera undirhaldandi.
Høvuðsorsøkirnar fyri, at hann er góður, eru leikstjórnanin
hjá Antoine Fuqua og framførslan hjá Gerard Butler. Eg eri positivt
yvirraskaður av, at filmurin hevur góðar og dámligar persónar, sum ikki eru
tunnir og óinteressantir. Mike Banning er ein kulur og sera dámligur
høvuðspersónur. Gerard Butler gevur eina góða framførslu og hóskar væl til
leiklutin sum ein actionhetja. Tað er kul at síggja hann fara einsamallan í
kríggj ímóti eini rúgvu av fíggindum. Hinar framførslurnar eru eisini sera
góðar. Aaron Eckhart er sera góður og dámligur sum forsetin. Mær dámar væl, at
áðrenn húsið verður álopið, sær man gerandisdagin hjá forsetanum og lærir hann
eitt sindur at kenna. Hann virkar sum ein vanligur persónur og tað gjørdi, so
at eg hevði samkenslu við honum, tá hann varð tikin sum gísli. Morgan Freeman
er sera góður og dámligur sum vanligt, og koreanski skurkurin er sera góður og
hóttandi.
Filmurin er sera væl leikstjórnaður av Antoine Fuqua. Tempoið
er skjótt og sera passaligt.
Í fyrsta triðinginum av filminum byggir hann væl upp, hvussu hvíta húsið verður yvirtikið. Tað hendir ikki so skjótt og lætt, at tað er ov órealistiskt. Man sær, at skurkurin hevur planlagt tað væl og virðiliga. Mær dámar eisini væl, at man onkuntíð fær at vita, hvat klokkan er í filminum. Tað er við til at gera søguna spennandi. Antoine Fuqua syrgir fyri, at hjápersónarnir hava okkurt at gera og verða nóg mikið mentir. Mike Banning hevur gott samanspæl við teir og mær dámar væl, at hann er vinur við sonin hjá forsetanum. Tað er ein góð detalja.
Í fyrsta triðinginum av filminum byggir hann væl upp, hvussu hvíta húsið verður yvirtikið. Tað hendir ikki so skjótt og lætt, at tað er ov órealistiskt. Man sær, at skurkurin hevur planlagt tað væl og virðiliga. Mær dámar eisini væl, at man onkuntíð fær at vita, hvat klokkan er í filminum. Tað er við til at gera søguna spennandi. Antoine Fuqua syrgir fyri, at hjápersónarnir hava okkurt at gera og verða nóg mikið mentir. Mike Banning hevur gott samanspæl við teir og mær dámar væl, at hann er vinur við sonin hjá forsetanum. Tað er ein góð detalja.
Actionsenurnar eru ógvusligar, brutalar, spennandi og
sera undirhaldandi. Gerard Butler er ein sannførandi actionsjónleikari og eg
vóni, at hann fer at spæla í fleiri actionfilmum í framtíðini. Søgan er als
ikki original, men kortini góð og fangandi. Hon hevur eina einfalda handling,
sum syrgir fyri einum góðum actionfilmi og tað er nóg mikið í hesum førinum. Tað
er tó onkuntíð eitt sindur torført at skilja ætlanirnar hjá skurkinum og endin á
filminum er eitt sindur ov knappligur – hetta er tó bara smákritikkur. Men tann
størsti kritikkurin, sum eg má nevna, er, at effektirnar eru onkuntíð ikki
góðar. Fleiri flogfør síggja rættiliga teldugjørd út og eru tískil ikki sannførandi.
Samanumtikið er “Olympus Has Fallen” ein av ársins
bestu actionfilmum og tað hevði eg ikki væntað. Eg angri, at eg ikki hugdi
eftir honum í biografinum. Hugskotið um, at hvíta húsið verður yvirtikið,
ljóðar ikki sum nakað nýtt, men hesin filmurin gjøgnumførir tað sera væl. Hann
riggar serliga orsakað av leikstjórnanini hjá Antoine Fuqua og framførsluni hjá
Gerard Butler. Actionsenurnar eru spennandi, ógvusligar og sera undirhaldandi,
tempoið er passaliga skjótt og persónarnir eru dámligir. Hóast søgan ikki er
nakað nýtt, var eg áhugaður allan vegin gjøgnum. Mær dámar sera væl actionfilmar
og “Olympus Has Fallen” er sera gott undirhald við nóg mikið av áhugaverdum persónum.
4 /
5 stjørnur
Leikstjóri: Antoine Fuqua
No comments:
Post a Comment