Wednesday, September 11, 2013

Elysium

Elysium er ein stórur “science fiction"-filmur, sum fleiri hava glett seg til. Tað er serliga orsakað av, at hann kemur frá leikstjóranum av “District 9”, Neill Blomkamp. Hetta er hansara næsti filmur og hesuferð hevur hann eitt størst budget at arbeiða við.

Søgan fer fram í Amerika í ár 2154. Jørðin er ein skitin oyðimørk og heimurin er deildur upp soleiðis, at tey fátæku búgva á jørðini, meðan tey ríku búgva á eini rúmdarstøð úti í rúmdini, sum eitur Elysium. Meðan jørðin er skitin og ovfólkað, er Elysium stutt sagt eitt paradís. Orsakað av strangum lógum, er tað næstan ómøguligt hjá teimum fátæku á flyta inn har. 
Vit fylgja einum fátækum manni á jørðini, sum eitur Max (Matt Damon). Hann setir sær fyri at finna eina máta, at sleppa upp á Elysium.

Eg sá filmin “District 9” fyri nøkrum árum síðan og eg minnist, at mær dámdi hann væl. 
Eg helt hann vera spennandi og nervapirrandi. “Elysium” er sera flott gjørdur, men er eftir mínari meining bert ein hampuligur filmur. Hann er hampuliga góður og ikki meira enn tað. Neill Blomkamp hevur leikstjórnað hann væl, men søgan er eitt sindur tunn og sera forútsigulig – millum annað orsakað av, at hon líkist ov nógv “District 9”. Men tað ger ikki “Elysium” til ein vánaligan film. Hann er hampuliga undirhaldandi.

Tað sæst, at hann hevur eitt størst budget. Effektirnar eru sera sannførandi og umhvørvið er sera flott gjørt. Tað virkar sum um, at man veruliga er staddur í einum fiktionellum heimi. Umhvørvið hjá teimum fátæku sær realistiskt út. Tað sær út sum ein veruligur býur. Robottarnir eru flott gjørdir og áhugaverdir. Mær dámar væl m.a. samanspælið millum menniskjuni og robottarnir. Tað er undirhaldandi og væl gjørt. Rúmdarstøðin Elysium er eisini sera flott gjørd og sannførandi. Tað er kul at síggja, hvussu fólk ferðast millum jørðina og rúmdarstøðina. Hetta er óivað ein sera flott gjørdur filmur.

Matt Damon er sera góður sum Max. Hann hóskar væl til leiklutin og er ein dámligur høvuðspersónur. Jodie Foster, sum er ein sera góður sjónleikari, yvirspælir eitt sindur í hesum filminum – eftir mínari meining. Hennara framførsla er tolulig, men eitt sindur ov yvirdrivin. Tann besta framførslan í filminum kemur frá Sharlto Copley, sum spælir ein av skurkunum. Hann er ein sera kulur og hóttandi skurkur. Eg vóni, at hann fer at fáa fleiri leiklutir í framtíðini, tí hann er ein sera dugnaligur og undirmettur sjónleikari. Filmurin hevur eisini sera góðar actionsenur. Tær eru kreativar og undirhaldandi, serliga í seinnu helvtini av filminum. Eg skilji væl, um summi fara at elska hendan filmin, tí hann er samanumtikið væl gjørdur.

Men fyri meg hevur hann nakrar trupulleikar við handritinum, sum hindra honum í at vera fantastiskan ella nakað serligt. Tann størsti er, at søgan er ikki nakað serligt. Hon er eitt sindur tunn og sera forútsigulig, uttan í síðsta triðinginum av filminum. Hon er tolulig og eitt sindur fangandi, serliga av tí at hon hevur ein dámligan høvuðspersón. Hon verður bara ikki spennandi fyrr enn í síðsta triðinginum. Mátin, ið tey ríku fara illa við teimum fátæku, er eitt sindur yvirfladiskt. Man fær ikki nógv at vita um, hví tey ríku misnýta tey – uttan av tí orsøkini, at tey eru fátøk. Tann konfliktin er bara rættiliga yvirfladisk og tískil ikki sera áhugaverd. Tað ger eisini skurkarnir eitt sindur óinteressantir, burtursæð frá tann, sum Sharlto Copley spælir.

Filmurin hevur eisini nakrir tunnir hjápersónar, sum ikki verða væl mentir. Mær dámar væl mannin, sum syrgir fyri, at Max verður bundin til eina serstaka maskinu, sum ger hann sterkan. Men aðrir hjápersónar hava lítið at gera, sum t.d. ein lítil genta, ið knappliga fær ein stóran leiklut í filminum, men verður ikki væl presenterað. Hon verður knappliga koyrd uppí filmin og er ikki sera áhugaverd, tí man veit ikki nógv um hana. Harafturat hevur filmurin eina actionsenu nær við endanum, sum er illa upptikin. Tá ristir kameraið ov nógv og eg kláraði illa at síggja, hvat fór fram.

Elysium” er eftir mínari meining bert ein hampuligur filmur. Hann er fínasta slag at hyggja eftir og sera væl gjørdur, men hevur eina søgu, sum er eitt sindur tunn, sera forútsigulig og ikki sertakliga áhugaverd – tó uttan í síðsta triðinginum av filminum; tá verður hon meira spennandi og óforútsigulig. Hon líkist eisini so mikið nógv søguni í District 9”, at hon hevur fáar yvirralskilsir. Tíbetur hevur filmurin eisini ein dámligan høvuðspersón og ein sera góðan skurk. Neill Blomkamp hevur bæði leikstjórnað filmin og skrivað handritið. Eg hevði væntað meira av honum, men sum leikstjóri hevur hann samanumtikið gjørt eitt gott arbeiði. Actionsenurnar eru góðar og undirhaldandi, effektirnar eru sera sannførandi, og heimurin er sera flott gjørdur og fullur av detaljum. Neill Blomkamp er óviað ein sera dugnaligur leikstjóri. Eg vóni bara, at hann næstu ferð finnur uppá eina meira spennandi søgu.

3 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Neill Blomkamp
Leikarar: Matt Damon, Jodie Foster, Sharlto Copley, Alice Braga, Diego Luna, 
William Fichtner
Ár: 2013

No comments:

Post a Comment