Thursday, September 26, 2013

Kick-Ass 2

Eg sá ikki “Kick-Ass” í biografinum, tá hann kom út í 2010, men eg hoyrdi nógv góð ting um hann. Eg hugdi so nústani eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og eg má siga, at hann skuffaði ikki. Mær dámdi hann sera væl. Nú er so endiliga tvey’arin komin út.

Hit-Girl (Chloë Grace Moretz) er byrjað at ganga í “high school” og hevur nakrar persónligar trupulleikar. Kick-Ass (Aaron Taylor-Johnson) fer samstundis uppí ein bólk av superhetjum, sum verður leiddur av ein manni, sum kallast Colonel Stars and Stripes (Jim Carrey). Tað gongur væl hjá honum, men samstundis setir sonurin (Christopher Mintz-Plasse) hjá skurkinum í eittarinum sær fyri, at hevna seg inn á hann. Hann savnar tískil eitt lið av superskurkum.

Sum eg segði í áðni, so dámar mær sera væl eittarin. Hann var undirhaldandi, stuttligur og hevði eina undirhaldandi søgu, sum vísti á ein kreativan og stuttligan máta, hvat hevði hent, um ein tanáringur royndi at vera ein superhetja í veruleikanum. “Kick-Ass 2” er øðrvísi enn eittarin; óivað orsakað av, at hann ikki hevur sama leikstjóran. Eftir mínari meining er “Kick-Ass 2” stuttligur og hevur undirhaldandi senur, men er samanumtikið ein stór skuffilsi. Hann hevur gott skemt og nakrar sera góðar framførslur, men ikki nógv annað gott at bjóða.

Eg byrji við at nevna tey tingini, sum mær dámdi í filminum. Fyri tað fyrsta eru framførslurnar góðar. Tær bestu koma frá Chloë Grace Moretz, Christopher Mintz-Plasse og Jim Carrey. Eg havi altíð hildið, at Chloë Grace Moretz er ein sera dugnaligur ungur sjónleikari, og í hesum filminum gevur hon eina sera góða framførslu. Hit-Girl hevur nakrar persónligar trupulleikar í filminum og hon spælir tað sera væl. Eg tók onkuntíð synd í henni. Christopher Mintz-Plasse er sera stuttligur sum skurkurin. Tað er stuttligt og øðrvísi at hava ein skurk, sum roynir at vera hóttandi, men er bara neyðarsligur og forkelaður. Jim Carrey er sera stuttligur og undirhaldandi sum Colonel Stars and Stripes. Hansara leiklutur er tíverri rættiliga lítil, men hann er tann kulasti og stuttligasti persónurin í filminum.

Skemtið í filminum er eitt sindur ójavnt, men ofta sera stuttligt. Persónarnir siga nógv stuttligt og eg flenti ofta. Actionsenurnar eru hampuliga góðar. Tær eru ikki fantastiskar, men sum oftast undirhaldandi. Forholdið millum Hit-Girl og fosturpápan er gott, tónleikurin er sera góður og mær dámdi eisini væl søgugongdina um, at Kick-Ass arbeiðir saman við einum bólki av superhetjum. Hon gjørdi, so at mær dámdi uml. fyrstu 40 minuttirnir av filminum væl. Men aftaná tað fór filmurin av sporinum.

Søgan er samanumtikið vánalig og illa skrivað. Meðan Kick-Ass fer uppí bólkin, roynir Hit-Girl at fáa sær vinkonur í skúlanum. Tað er eitt gott hugskot, men er illa gjøgnumført. Genturnar, sum hon fylgist við, eru sera kliché og irriterandi, og sjálva søgugongdin er eisini sera kliché og óinteressant. Fyri tað næsta hendir nógv í søguni, sum antin verður illa frágreitt, gevur lítla meining ella er bara býtt. Fyri at taka eitt dømi, Kick-Ass byrjar at koma saman við eini kvinnu í bólkinum, men tann søgugongdin er bara meiningsleys og óinteressant. Mær dámdi eisini illa, at daman hjá honum í eittaranum, sum hevði ein stóran leiklut, er bara við í einari senu í filminum.

Tað, sum mær dámdi ringast, var, at teir flestu persónarnir eru illa skrivaðir og taka onkuntíð býttar avgerðir. Eitt dømi er ein av vinmonnunum hjá Kick-Ass. Hann verður óvinur við Kick-Ass av eini vánaligari og yvirfladiskari orsøk, og verður síðan gloymdur í einum stórum parti av filminum. Pápin hjá Kick-Ass hevur einki at gera, uttan at seta spurnartekin við, hvat Kick-Ass ger. Kann hann ikki hava ein djúpri persónleika enn tað? Tað er bara ein tunnur og yvirfladiskur persónur, eftir mínari meining. Harafturat er søgan ofta sera forútsigulig og hóast skemtið er ofta gott, so inniheldur tað onkuntíð sera vánaligar og ólekkrar jokes, sum ikki passa til restina av filminum.

Leikstjórnanin hjá Jeff Wadlow er hampulig, men einki serligt. Leikstjórnanin í eittaranum hevði ein kulan stíl og var rættiliga kreativ. Í hesum filminum er hon bara púra vanlig og týpisk. Hon hevur ikki nakran kulan ella kreativan stíl, burtursæð frá at onkuntíð brúka talubløðrur – ein kul effekt, sum verður sjáldan brúkt. Eg krevji ikki, at leikstjórnanin skal vera fantastisk, men um hon ikki er nakað serligt, so dekkar hon ikki yvir ta vánaligu søguna. Á sama hátt eru actionsenurnar hampuliga góðar, men ikki sera kreativar ella nakað serligt. Har var tó ein fantastisk actionsena við Colonel Stars and Stripes í eini barr og mær dámdi væl klimaksið. Eg má eisini leggja afturat, at nógv av dramainum í filminum er antin forútsiguligt, sera kliché ella kemur bara knappliga uppí.

Eg eri keddur av at siga, at eg var samanumtikið sera skuffaður av ”Kick-Ass 2”. Fyrra helvtin av honum var hampuliga góð, men so skjótt sum søgugongdin um bólkin av superhetjum varð koyrd í bakgrundina, gjørdist søgan sera vánalig og eitt sindur óruddilig. Teir flestu hjápersónarnir eru illa skrivaðir og summir persónar taka býttar avgerðir, sum eg ikki kann greiða frá, tí so avdúki eg ov nógv av søguni. Skemtið er tó ofta sera gott, framførslurnar eru góðar og skurkurin er stuttligur. Tíverri er tað bara ikki nóg mikið. Mær dámar sjálvur nógv betri eittarin.

2 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Jeff Wadlow
Leikarar: Aaron Taylor-Johnson, Chloë Grace Moretz, Christopher Mintz-Plasse, Jim Carrey
Ár: 2013


No comments:

Post a Comment