“Runner Runner” er um ein studentaskúlanæming,
Richie Furst (Justin Timberlake), sum skipar fyri “gambling” á skúlanum. Eitt
kvøldið satsar hann allar sínar pengar í einum pokerspæli á internetinum. Hann
tapir og missir alt, men er vísur í, at hann varð snýttur. Tískil ferðast hann
til Costa Rica, fyri at tosa við leiðarin av heimasíðuni; ein ríkur maður, sum
eitur Ivan Block (Ben Affleck). Ivan tekur væl ímóti honum og ger av, at geva
honum eitt arbeiði í sínum felagi.
Filmurin er leikstjórnaður av einum
manni, sum eitur Brad Furman. Hann hevur ikki gjørt nógvir filmar, men hansara
seinasti filmur var “The Lincoln Lawyer”, sum kom út í 2011. Tann filmurin
gjørdist ikki sera kendur, men fekk góð ummæli. Eg nevni hetta, tí eg hugdi
faktiskt eftir honum fyrr í ár og mær dámdi hann sera væl. Eg helt tí, at hesin
filmurin hevði ein møguleika fyri, at vera góður. Men tíverri hevur hann eitt
vánaligt handrit, sum ger hann óinteressantan og sera gloymandi.
Tann størsti trupulleikin við hesum
filminum er, at søgan er als ikki spennandi ella sera áhugaverd. Hon er vánalig
og øgiliga tunn. Aftaná at Richie fær eitt arbeiði hjá Ivan, so verður søgan
sera tunn og onkuntíð forútsigulig. Eg visti ikki alla tíðina, hvat fór at
henda, men hvørja ferð, tá ið okkurt “twist” kom fram, var tað ikki
yvirraskandi. Tað er sera lætt at gita, hvørjar fylgir tað fer at hava, at arbeiða
fyri Ivan – og sjálvt tá ið eg ikki gitti tað frammanundan, var tað kortini
ikki yvirraskandi. Søgan hevur nógvar metaforar fyri poker og "gambling", men
teir eru – eftir mínari meining – hvørki kreativir ella tankavekjandi. Tað er
bara bersýndir metaforar, sum t.d. at onkuntíð má man gera ein “all in”, sum er
ein metaforur fyri at satsa alt. Tað er ikki kreativt ella djúpt; tað er bara
logikkur.
Ein annar trupulleiki er, at
persónarnir eru sera tunnir og illa skrivaðir. Eg hevði ikki samkenslu við
nøkrum, tí man lærir næstan einki um teir. Man veit ikki nógv um Richie, uttan
at hann er ein skúlanæmingur, sum spælir poker og “gamblar”. Man veit næstan
einki um hansara persónleika og onkuntíð er hann so góðtrúgvin, at tað er eitt
sindur irriterandi. Harafturat sær Justin Timberlake ov gamal út til, at spæla ein ungur stundentaskúla-næmingur, men tað vandi eg meg við. Hann lærir eina kvinnu at kenna (leikt av Gemma Arterton),
sum fær ein stóran leiklut, men hon er tann mest yvirfladiski
persónurin í filminum. Man veit einki um hana, hon hevur einki at gera og
teirra forhold er als ikki áhugavert. Gemma Arterton hevur einki at arbeiða
við.
Ivan Block er eisini ein tunnur
persónur, men í minsta lagi er hann eitt lítið sindur áhugaverdur, av tí at
hann er gátuførur og loyndarfullur. Ben Affleck gevur eina hampuliga
framførslu, men hann hevur heldur ikki nógv at arbeiða við. Eg má tó siga, at
Ivan er eitt sindur ov dámligur og ikki sera hóttandi – eg kom næstan ongantíð til at hata hann. Hinar
framførslurnar eru hampuligar, men einki serligt. Handritið hevur hvørki eina
góða søgu ella góðir persónar, og tað ger filmin óinteressantan og keðiligan. Eg
var hvørki áhugaður í søguni ella persónunum, og tað er ein stórur trupulleiki.
Summi fara kanska at kritisera
leikstjórnanina hjá Brad Furman, men eg helt, at hann samanumtikið gjørdi eitt
hampuliga gott arbeiði. Hann hevði bara ikki eitt gott handrit at arbeiða við.
Hann syrgir fyri, at leggja dent á søguna og persónarnir, ístaðin fyri at koyra
eina rúgvu av óneyðugum effektum uppí – tað hevði riggað væl, um søgan var góð
og um persónarnir vóru væl skrivaðir. Hann loyvir sjónleikarunum at hava langar
samrøður og slík leikstjórnan hóskar væl til filmar, sum eru mest
uppbygdir av dialogsenum. Tíverri er handritið vánaligt og tískil riggar tað
ikki, at leggja dent á søguna og persónarnir – og tað er ikki hansara
skyld; tað er tað vánaliga handritið. Hann koyrir annars onkuntíð eina kula
effekt uppí og brúkar okkurt kreativt kameraarbeiði.
“Runner Runner” er ein
óinteressantur og sera gloymandi filmur. Aftaná at Richie fær eitt arbeiði hjá
Ivan, verður søgan sera tunn, óinteressant og onkuntíð forútsigulig – handlingin er bara eitt vánaligt
hugskot. Rithøvundarnir, sum hava skrivað handritið, royna at gera søguna meira
djúpa, við at koyra metaforar fyri “gambling” og nøkur “twists” uppí, men tað
er bara ókreativt og óinteressant – harafturat eru “twistini” forútsigulig og
als ikki yvirraskandi. Søgan manglar eina spennandi konflikt og endin á
filminum er eitt skuffandi anti-klimaks. Persónarnir eru sera tunnir og illa
skrivaðir, serliga kvinnan, sum Gemma Arterton spælir. Framførslurnar og
leikstjórnanin eru hampuligar, men tað vánaliga handritið gevur hvørki sjónleikarunum
ella leikstjóranum nakað gott at arbeiða við.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Brad Furman
Leikarar: Justin Timberlake, Gemma
Arterton, Ben Affleck, Anthony Mackie
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment