“2 Guns” er um tveir menn, Bobby Trench (Denzel
Washington) og Michael “Stig” Stigman (Mark Wahlberg). Teir ræna ein banka, men
finna síðan út av einum loyndarmáli um hvønn annan: Teir eru báðir “undercover”
njósnarir. Bobby arbeiðir fyri narkotikaløgregluni og Stig arbeiðir fyri
herflotanum. Síðan vísir tað seg, at bankaránið var ein fella. Teir hava av
óvart stolið frá CIA og tað skapar eitt størst rok. Nú noyðast teir at arbeiða
saman fyri, at koma burtur úr hesi kreppuni.
Hetta er ein action-/skemtifilmur og tað er ein blanding, sum kann rigga væl. Mær dámar væl at síggja actionfilmar og skemtifilmar í biografinum, so tað er eitt lovandi hugskot, at blanda sjangrurnar saman. Eg eri glaður fyri at siga, at í hesum filminum riggar tað sera væl. “2 Guns” er ein stuttligur og sera undirhaldandi filmur við tveimum sera góðum høvuðsleikarum. Høvuðsorsøkin til, at filmurin riggar væl, er samanspælið millum Denzel Washington og Mark Wahlberg. Tað er sera undirhaldandi og stuttligt at hyggja eftir.
Mær dámar væl, at fleiri senur handla um, at teir bert sita
og práta um okkurt. Samrøðurnar millum teirra eru stuttligar og undirhaldandi. Teirra
framførslur eru eisini sera góðar. Denzel Washington er kulur, dámligur og sera
sannførandi. Mark Wahlberg er sera góður og stuttligur. Eg var yvirraskaður av,
hvussu stuttligur hann var. Hann fekk meg ofta at flenna og har var satt at siga ein ávís joke, sum fingu meg og áskoðararnir at flenna hart eina góða løtu. Filmurin
hevur gott skemt og undirhaldandi dialog. Hinar framførslurnar eru eisini góðar.
Søgan hevur sínar feilir, men er samanumtikið spennandi og fangandi.
Hon er óforútsigulig og inniheldur nógv óvæntað “twists”. Hon hevur tó
tann trupulleikan, at sum tíðin gongur, verður hon ov fløkjaslig. Har koma so nógv
“twists” og persónar uppí, at hon verður eitt sindur óruddilig. Tað er serliga
orsakað av, at filmurin hevur ov nógvar skurkar – tað er torført at halda skil á.
Tað er eisini eitt sindur løgið, at ein av skurkunum er ein CIA-agentur. Eg
skilji, hví hann er óndur ímóti høvuðspersónunum, men tað verður ikki væl
greitt frá, hví ein CIA-agentur er óndur ímóti øðrum fólkum, sum eru ósek. Tað
er tó ikki ein stórur trupulleiki, tí hann er ein hóttandi skurkur, sum syrgir
fyri nøkrum spennandi senum.
Tíbetur hevur filmurin eina góða handling og kular
høvuðspersónar, sum gera hann undirhaldandi og fáa søguna at hanga saman. Høvuðspersónarnir
og handlingin vóru tann reyði tráðurin, sum gjørdu meg áhugaðan í, at fylgja
søguni frá punkt A til punkt B. Mær dámdi eisini væl, tá ið dialogurin millum Bobby og Stig var tvætlutur og innihelt nógvar jokes. Harafturat hevur filmurin sera góðar og undirhaldandi
actionsenur. Ein trupulleiki, sum hann tó hevur, er, at onkuntíð skiftir hann knappliga
frá eina skemtiliga senu til eina sera álvarsama senu. Yvirgangurin
var onkuntíð ov knappligur.
Samanumtikið er “2 Guns” ein sera góður og undirhaldandi
filmur. Hann riggar serliga orsakað av samanspælinum millum Denzel Washington
og Mark Wahlberg. Teir eru eisini kulir og dámligir, tá ið teir ikki eru saman.
Filmurin er eisini sera stuttligur og hevur nakrar undirhaldandi actionsenur. Søgan
er óforútsigulig og fangandi, men verður seinni ov fløkjaslig, serliga
orsakað av, at hon hevur ov nógvar skurkar. Tað togar filmin niður frá, at vera
fantastiskur, men hann var kortini sera undirhaldandi. Tað var altíð
undirhaldandi og spennandi at síggja høvuðspersónarnir royna, at loysa teirra
trupulleikar. Hóast tann fløkjasliga søgan var ein afturvendandi trupulleiki, so var filmurin samanumtikið sera undirhaldandi at hyggja eftir.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Baltasar Kormákur
Leikarar: Denzel Washington, Mark Wahlberg, Paula Patton,
Bill Paxton, Fred Ward,
James Marsden
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment