Ein av teimum kendastu leiklutunum hjá Vin Diesel er Riddick.
Hann var høvuðspersónurin í filmunum “Pitch Black” í 2000 og “The Chronicles of
Riddick” í 2004. Nú er tann triði filmurin í røðini komin út.
Riddick er staddur einsamallur á eini gongustjørnu,
sum er bert ein stór oyðimørk. Hann venir seg við at búgva uttandura og
yvirliva. Men ein dagin, tá hann finnur eina tóma rúmdarstøð, tendrar hann ein
alarm, sum sendir eitt neyðarkall út í rúmdina. Tvey rúmdarskip móttaka kallið
og lenda á gongustjørnini. Manningin umborð eru veiðifólk, sum seta sær fyri at
fanga Riddick fyri finningarlønina – hann er eftirlýstur. Tískil byrjar ein
vandamikil veiða millum manningina og Riddick.
Eg havi ikki sæð “The Chronicles of Riddick”, men eg
hugdi eftir “Pitch Black”, áðrenn eg sá hendan filmin. Mær dámdi væl “Pitch
Black” og hann hongur eitt sindur saman við hesum filminum. Men hvussu dámdi
mær so “Riddick”? Eftir mínari meining er hann bert hampuligur. Hetta er ein ójavnur,
tó hampuliga undirhaldandi “science fiction”-filmur, sum ikki er nakað serligt,
men fínasta slag at hyggja eftir. Hann hevur gott action, gott skemt og nakrar kular voldligar løtur. Hann er eisini eitt sindur gloymandi og rættiliga ójavnur.
Eg skal greiða frá, hvat eg meini við, at hann er
ójavnur. Hann følist eitt sindur sum tríggir filmar í einum. Tann fyrsti
triðingurin av filminum er um, tá ið Riddick er einsamallur á gongustjørnini.
Tann partin dámdi mær væl. Tað er kul at síggja hann royna at yvirliva og tað
verður víst við lítið av dialogi. Tá ið veiðifólkini so koma, verður filmurin
øðrvísi. Tá verður hann ein spenningsfilmur um, at fólkini leita eftir Riddick.
Ein stórur partur av hesi søgugongdini verður víst frá sjónarhorninum hjá
fólkunum ístaðin fyri Riddick, og tað var eg ikki sera nøgdur við. Man sær tá
sjáldan Riddick og tað gjørdi filmin onkuntíð eitt sindur keðiligan, tí hesi
veiðifólkini eru als ikki líka áhugaverd sum hann. Hann er ein nógv kulari
høvuðspersónur.
Tann síðsti triðingurin av filminum hevur meira action
og tað dámdi mær væl. Tá gjørdist filmurin kulur og undirhaldandi. Samanumtikið
var tann fyrsti triðingurin góður, tann næsti onkuntíð eitt sindur keðiligur og
tann síðsti undirhaldandi. Tað er tann størsti trupulleikin við hesum filminum:
Hann er rættiliga ójavnur. Tað ger, so at hann samanumtikið er bert okey. Men
sum eg havi nevnt, so hevur hann gott action. Mær dámdi eisini væl effektirnar og
landskapið. Umhvørvið er flott gjørt og tað følist veruliga, sum um man er
staddur á eini aðrari gongustjørnu. Tað er sannførandi og væl gjørt.
Ódjórini eru flott gjørd og samanumtikið sannførandi. Mær
dámdi sera væl ein rúmdarhund, sum Riddick adopteraði í byrjanini av filminum.
Samanspælið millum teirra er undirhaldandandi og væl gjørt. Actionsenurnar eru
góðar og undirhaldandi, serliga í síðsta triðinginum av filminum. Onkuntíð
hendir okkurt sera voldligt, sum er so ekstremt, at tað er undirhaldandi at
hyggja eftir. Framførslurnar eru sera góðar. Vin Diesel er kulur og
undirhaldandi. Hann er ein kulur og dámligur høvuðspersónur. Katee Sackhoff er kul
og sannførandi sum ein av veiðifólkunum. Mær dámdi eisini væl Dave Bautista, Jordi
Mollà og Karl Urban – men tíverri var Karl Urban bara við í uml. 5 minuttir.
Samanumtikið er “Riddick” ein gloymandi, men hampuliga
undirhaldandi “science fiction”-filmur. Hann kundi verið nógv betri, men var fínasta
slag at hyggja eftir. Skemtið er gott og actionsenurnar eru undirhaldandi. Tíverri
er hann sera ójavnur og onkuntíð eitt sindur keðiligur. Ein stórur trupulleiki
er, at ein stórur partur av filminum verður vístur frá sjónarhorninum hjá veiðifólkunum
og tey eru bara ikki nóg mikið áhugaverd. Mær dámdi eisini tann fyrsta triðingin
av filminum betri enn restina og tað er skuffandi. Men hann var tó fínasta
slag at hyggja eftir, tí hann hevði gott action, flottar effektir, gott skemt
og ein kulan høvuðspersón. Tað er bara ikki ein filmur, sum eg havi góðan hug at hyggja eftir umaftur.
3 / 5 stjørnur
Leikstjóri: David Twohy
Leikarar: Vin Diesel, Jordi Mollà, Matt Nable, Katee
Sackhoff, Dave Bautista, Karl Urban
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment