Eg vaks upp við teimum gomlu “Olsen Banden”-filmunum.
Eg eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.
Eg eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.
Egon Olsen (Martin Buch) verður leyslatin frá
fongslinum og hevur eina ætlan sum vanligt. Handilsmaðurin Bang Johansen
(Søren Sætter-Lassen) og hansara amerikanski beiggi Bang Bang Johnson (Michael
Carøe) leggja ætlanir um, at selja eitt serligt slag av olju. Tað kann hava álvarsamar fylgir fyri Danmark og Egon vil steðga teimum. Sum vanligt arbeiðir hann saman við vinmonnunum Benny
(Nikolaj Kopernikus) og Kjeld (Kurt Ravn); og hesuferð fáa teir eisini hjálp
frá beiggjanum hjá Benny, Dynamit-Harry (Lars Ranthe), sum er mest áhugaður í at
drekka øl.
Eg má fyrst og fremst siga, at hesin filmurin er munandi betri enn hin frá 2010, men framvegis ikki góður. Eftir mínari meining er hetta ein av ársins mest gloymandi og óinteressantu filmum. Hann er ikki øgiliga vánaligur, óruddiligur ella sera strævin at hyggja eftir. Hann er bara keðiligur og sera óinteressantur. Eg hevði satt at siga eitt sindur ringt við at skilja, hvat søgan handlaði um; millum annað orsakað av, at eg var ikki áhugaður í henni.
Hann er tó munandi betri enn tann fyrri teknifilmurin. Tann filmurin var eitt órudd. Hann royndi at
blanda næstan allar kliché’irnar frá teimum gomlu filmunum við modernað skemt
og vánaliga politiska satiru; og so enntá vísa alt tað í eini spælitíð á uml.
bert 80 minuttir. Tað var ov nógv og gjørdist óruddiligt. Hesuferð hava
filmsfólkini lært frá nøkrum feilum og gjørt filmin meira ruddiligan og einfaldan.
Satiran er droppað, søgan er meira einføld, fáar gamlar kliché’ir verða endurnýttar
og meira fokus verður lagt á, at siga frá søguni um ætlanina hjá bandanum. Tíverri
manglar filmurin bæði eina góða søgu og gott skemt.
Søgan er tunn, óinteressant og ætlanin hjá skurkunum er onkuntíð torfør at skilja. Ein annar stórur trupulleiki er, at hetta er ein
skemtifilmur, sum er samanumtikið als ikki stuttligur. Skemtið er ikki líka vánaligt
sum í fyrra filminum, men tað er ókreativt og miseydnað. Tá ið Egon verður
leyslatin í byrjanini, kemur konan hjá Kjeld, Yvonne (Annette Heick), koyrandi
við bilinum og avheintar hann. Síðan sigur hon, at konufólk duga betri at koyra
enn mannfólk, meðan hon koyrir øgiliga ófantaligt. Ein sera gomul og ókreativ
joke. Allur filmurin hevur slíkar jokes, sum ikki eru irriterandi vánaligar,
men ókreativar og forútsiguligar. Í eini aðrari senu ganga fólk á einum vátum gólvi
og blíva við at glíða og detta. Tað burdi verið stuttligt, men einki av tí fekk
meg at flenna. Tað var illa gjøgnumført. Eg má eisini leggja afturat, at har vóru
uml. 20-30 fólk í biografinum og tað var rættiliga kvirt, tá ið hesar jokes’nar
vórðu vístar.
Animatiónin er góð og væl gjørd. Persónarnir síggja
meira sjarmerandi og dámligur út enn í fyrra filminum – tá sóu teir onkuntíð ljótir út. Yvonne sær tó framvegis eitt sindur løgin út. Mær dámdi annars eisini væl senurnar,
sum fóru fram undir sjónum ella inni í einum kavbáti. Tær vóru í minsta lagi áhugaverdar og eitt sindur undirhaldandi. Røddirnar eru góðar og hóska væl til persónarnir. Røddirnar hjá
Olsen Banden minna nógv um sjónleikararnir, sum spældu teir í teimum gomlu
filmunum, og Annette Heick dugir ótrúliga væl at herma eftir Kirsten Walther,
sum spældi Yvonne. Eg má tó siga, at summir persónar hava ikki nógv at gera í
filminum. Dynamit-Harry er dámligur og væl spældur av sjónleikaranum, men hevur
einki stuttligt at siga ella gera. Skurkarnir eru eisini yvirfladiskir og man
veit næstan einki um teir.
”Olsen Banden på dybt vand” er ein vánaligur, óinteressantur
og sera gloymandi teknifilmur. Søgan er tunn og óinteressant, man veit næstan einki um persónarnir, ætlanin hjá bandanum
er gloymandi, Dynamit-Harry hevur einki stuttligt at gera, og skemtið er so undirspælt
og ókreativt, at tað er næstan ikki til staðar – ofta leggur man ikki merki til
tað. Eg flenti uml. tvær ferðir tilsamans og eg hoyrdi sjáldan aðrir áskoðarar flenna. Hetta er ikki ein øgiliga vánaligur
filmur, sum er strævin at hyggja eftir. Hann er bara so gloymandi, at hann følist
óneyðugur. Hann er tó munandi betri enn ”Olsen Banden på de bonede gulve”, men tann
filmurin setti støðið rættiliga lágt.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Jørgen Lerdam
Leikarar: Martin Buch, Nicolaj Kopernikus, Kurt Ravn, Lars
Ranthe, Annette Heick
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment