Marvel eru nú í holt við at gera superhetjufilmar,
sum byggja upp til “The Avengers: Age of Ultron” í 2015. Fyrr í ár varð “Iron
Man 3” útgivin og nú er eftirfylgjarin til “Thor” komin út, sum eitur “Thor:
The Dark World”.
Mær dámdi væl tann fyrsta “Thor”-filmin. Hann var ikki
ein tann besti filmurin hjá Marvel, men sera gott undirhald. Hvussu so við
“Thor: The Dark World”? Mær dámdi hann væl. Eg haldi ikki, at hetta er ein
fantastiskur filmur, men tað er ein rættiliga góður og undirhaldandi
superhetjufilmur. Hann er gott poppkorn-undirhald við flottum effektum og
undirhaldandi actionsenum. Hann hevur eisini sínar feilir og tað fari eg at tosa
um seinni.
Tær flestu framførslurnar eru sera góðar. Chris
Hemsworth er framvegis sera góður og dámligur sum Thor. Natalie Portman er
sjarmerandi og rættiliga góð. Hon og Chris Hemsworth hava gott samanspæl og mær
dámdi væl forholdið millum teirra. Anthony Hopkins er ein heimsins bestu
sjónleikarum og hann gevur eina sera góða framførslu sum Odin. Hann er
perfektur til leiklutin. Mær dámdi eisini væl Stellan Skarsgård, Chris O’Dowd
og Idris Elba. Men tann besta framførslan kemur frá Tom Hiddleston, sum spælir
Loki. Hann er fantastiskur og sera undirhaldandi. Hann dugir eisini væl at vera
stuttligur, tá ið tað er neyðugt.
Filmurin er sera flott gjørdur. Tað mesta av honum fer
fram úti í rúmdini og tað er sera sannførandi. Mær dámar væl, at nógvar senur fara fram á Asgard. Tað er ein sera vakur og flott gjørdur býur. Tað
er eisini gott, at Anthony Hopkins hevur ein størri leiklut hesuferð, tí hann
er ein fantastiskur sjónleikari. Actionsenurnar eru flott gjørdar og
undirhaldandi. Tað er undirhaldandi at síggja hesir bardagarnir, sum fara
fram í ymiskum umhvørvum úti í rúmdini. Tað er eisini kul at síggja Thor brúka
hamarin Mjølnir á ymiskar mátar. Eitt tað besta í filminum er samanspælið
millum Thor og Loki. Tað er sera undirhaldandi og væl gjøgnumført.
Eins og eittarin, so hevur filmurin eisini nógv skemt,
men tíverri skiftir tað millum at vera gott og sera vánaligt. Mær dámdi sera
væl skemtið hjá Loki og øðrum persónum í Asgard. Loki fekk meg ofta at flenna
og hann var eisini tann besti persónurin í filminum. Men tað, sum mær dámdi minst í filminum, var
Darcy, sum verður leikt av Kat Dennings. Mær dámdi ikki Darcy í eittaranum og hon
er tíverri minni dámlig hesuferð. Eftir mínari meining er hon ein sera
irriterandi persónur. Hon roynir alla tíðina at vera stuttlig, men hennara
skemt er sera vánaligt og irriterandi. Hon fekk meg ongantíð at flenna.
Eg má
eisini nevna, at praktikanturin hjá henni, Ian, er ein meiningsleysur og gloymandi persónur,
sum ikki hevur nakað serligt at gera í filminum. Filmsfólkini burdu kanska heldur havt minkað teirra leiklutir og ístaðin víðkað leiklutirnir hjá Stellan Skarsgård
og Chris O’Dowd – teir eru báðir góðir og dámligir sjónleikarar. Ein annar
trupulleiki er, at skurkurin er ikki góður. Hann er toluligur, men sera kliché, óinteressantur og gloymandi. Klimaksið er kul og undirhaldandi, men tó eitt sindur óruddiligt
– tað er bara ein smákritikkur, tí tað var samanumtikið rættiliga undirhaldandi.
“Thor: The Dark World” er ikki fantastiskur, men ein góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann hevur ikki nógv nýtt at
bjóða innan fyri superhetju-sjangruni, men syrgir í minsta lagi fyri góðum poppkorn-undirhaldi.
Tær flestu framførslurnar eru rættiliga góðar og Tom Hiddleston er sera
undirhaldandi sum Loki. Actionsenurnar eru undirhaldandi, effektirnar eru
flottar og sannførandi, og onkuntíð hevur filmurin sera gott skemt – men eisini
onkuntíð sera vánaligt skemt. Søgan er einki serligt, men hampuliga góð og
fangandi. Hon fangar áhugan og ger tí tað, sum hon skal. Filmurin hevur sínar
feilir, men er samanumtikið gott undirhald.
3,5
/ 5 stjørnur
Leikstjóri: Alan Taylor
Leikarar: Chris Hemsworth,
Natalie Portman, Tom Hiddleston, Anthony Hopkins, Stellan Skarsgård, Idris Elba, Kat Dennings, Chris O'Dowd
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment