Sunday, November 10, 2013

Gravity

Hetta er ein spenningsfilmur, sum fer fram úti í rúmdini. Tað er eitt genialt hugskot, tí tankin um at vera staddur úti rúmdini, er rættiliga óhugnaligur. Har er einki oxygen, einki ljóð og tað er sera torført at ferðast heim aftur til jørðina. Tað er eisini óhugnaligt at ímynda sær, hvussu tað man vera, at vera einsamallur har.

Vit fylgja tveimum rúmdarfólkum, Dr. Ryan Stone (Sandra Bullock) og Matt Kowalski (George Clooney), sum eru til arbeiðis úti í rúmdini. Knappliga hendir ein stór vanlukka. Rúmdarfarið hjá teimum verður oyðilagt og tey verða leyslatin út í rúmdina. Tey eru nú púra einsamøll og noyðast at finna út av, hvussu tey skulu yvirliva og sleppa heim aftur til jørðina.

Filmurin er skrivaður og leikstjórnaður av Alfonso Cuarón, sum eisini gjørdi m.a. “Children of Men”. Hann hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði við hesum filminum. “Gravity” er satt at siga tann besti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár. Effektirnar eru fantastiskar og sera flottar. Hóast filmurin er um vandarnir úti í rúmdini, so vísir hann eisini, hvussu flott tað er. Matt Kowalski tosar onkuntíð um, hvussu fantastiskt útsýnið er. Filmurin hevur tí nakrar løtur, har kameraið flytir seg burtur frá persónunum og vísir útsýnið. Tað er sera vakurt og flott gjørt.

Tað er sannførandi, at persónarnir eru tyngdarleysir. Teir flúgva runt í einum umhvørvi uttan tyngdarmegi og tað sær ongantíð falskt út. Leikstjórnanin hjá Alfonso Cuarón er fantastisk. Hann syrgir fyri millum annað, at søgan verður søgd í “real time” – t.v.s. hon leypir ongantíð fram ella aftur í tíðina. Tað følist sum um, at man sum hyggjari er staddur úti í rúmdini saman við persónunum – eins og at man sjálvur er eitt rúmdarfólk. Tað ger filmin meira spennandi og nervapirrandi. Av tí at søgan verður søgd í “real time”, so brúkar filmurin nógvar langar upptøkur. Tað er sera væl gjørt og kameraarbeiðið er fantastiskt.

Alfonso Cuarón gagnnýtir væl, at einki ljóð er í rúmdini. Actionsenurnar úti í rúmdini eru fantastiskar og spennandi, serliga orsakað av, at tær eru ógvusligar og samstundis friðaligar. Senan í byrjanini á filminum, tá ið rúmdarfarið verður oyðilagt, er ein av ársins bestu senum. Hon er ótrúliga væl gjørd og spennandi. Man følir eisini vandan fyri, at man kann flúgva burtur út í rúmdina, um man verður leyslatin. Harumframt er tónleikurin sera góður og hóskar væl til, at har er einki ljóð í rúmdini. 

Men filmurin er ikki bara flott gjørdur. Hann hevur eisini sera dámligar persónar. George Clooney er góður, dámligur og stuttligur, men Sandra Bullock gevur eina fantastiska framførslu, sum hevur uppiborið eina Oscar-tilnevning. Hon er sera sannførandi og persónurin, sum hon spælir, er sera dámligur. Eg hevði samkenslu við henni og ynskti, at hon skuldi yvirliva og koma heimaftur. Mær dámar eisini væl, at Matt Kowalski roynir at vera optimistiskur um støðuna í byrjanini, meðan Ryan Stone er meira bangin.

Samanumtikið er “Gravity” tann besti filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár. Hann er sera flott gjørdur, spennandi og nervapirrandi. Hann er satt at siga ein uppliving, tí tað følist sum um, at man veruliga er staddur úti í rúmdini. Sandra Bullock gevur ein av ársins bestu framførslum, effektirnar eru fantastiskar og vakrar, og actionsenurnar eru sera spennandi. Tað riggar væl, at søgan verður søgd í “real time”, tí tað er við til at gera hana spennandi og fangandi. Eg sá filmin í 3D og effektin verður væl brúkt. Hon er ikki fantastisk, men hóskar væl til og órógvar ikki. Hetta er ein av teimum bestu rúmdarfilmunum, sum eg nakrantíð havi sæð, tí tað er sera sannførandi, at hann fer fram úti í rúmdini. Eftir mínari meining er hann eitt meistaraverk.

5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Alfonso Cuarón
Leikarar: Sandra Bullock, George Clooney, Ed Harris
Ár: 2013

No comments:

Post a Comment