Friday, January 27, 2012

Superman (1978)

Instruktørur
Richard Donner
Superman er ein tann kendasta superhetjan nakrantíð. Øll vita, hvør hann er. Tað er eisini áhugavert, at ein tann fyrsti superhetjufilmurin, ið varð nakrantíð gjørdur, var ein filmatisering av Superman. Hesin filmurin, sum eitur "Superman", kom út í 1978 og varð instrueraður av Richard Donner. Mær dámar sera væl superhetjufilmar og ein filmur um Superman er eitt gott hugskot. Men nú er støðið fyri superhetjufilmum vorðið sera høgt, so kann ein gamal superhetjufilmur frá 1978 vera góður og fangandi í dag? Ja, tað klárar hesin filmurin væl og virðiliga.

Johnny English Reborn (2011)

Instruktørur
Oliver Parker
Mær dámdi sera væl eittarin. Eg sá hann faktiskt í biografinum í 2003, tá ið hann kom út, og tá varð eg sera positivt yvirraskaður - eg visti onki um hann áðrenn, uttan at hann hevði Rowan Atkinson í høvuðsleiklutinum, og aftaná gjørdist hann ein av mínum yndis-skemtifilmum. Sum ein stórur fjeppari av eittaranum og Rowan Atkinson, so setti eg mær fyri at síggja tvey'arin í biografinum. Og eg varð ikki skuffaður!

Sunday, January 22, 2012

Dinner for Schmucks (2010)

Instruktørur
Jay Roach
"Dinner for Schmucks" er um ein mann, Tim (Paul Rudd), sum verður bjóðaður til ein serligan døgurða hjá stjóranum. Tað er ein døgurði, har starvsfólkini bjóða hvør sín idiot og gera so gjøldur burtur úr honum, og tann, sum hevur tann størsta idiotin, vinnur. Tim roynir so at finna onkran, sum hann kann bjóða, og tá hittir hann ein vinarligan, men býttan mann, sum eitur Barry (Steve Carell).

Wednesday, January 18, 2012

Charlie and the Chocolate Factory (2005)

Instruktørur
Tim Burton
"Charlie and the Chocolate Factory" er ein filmatisering av eini væl umtóktari barnabók - sum eg faktiskt havi lisið. Søgan er um ein eksentriskan uppfinnara, sum eitur Willy Wonka (Johnny Depp). Hann eigur tann størsta, kendasta sjokoláta-fabrikkin í heiminum. Ein dagin goymir hann fimm gull-seðlar í fimm tilvildarligum sjokoláta-pakkum, og tey børnini, sum finna teir, verða boðin inn í hansara fabrikk til eina rundvísing - og ein teirra fær ein serligan vinning. Ein av børnunum, sum finna seðlarnir, er tann fátæki drongurin Charlie Bucket (Freddie Highmore), og hann er faktiskt høvuðspersónurin í filminum.

Tuesday, January 17, 2012

Planes, Trains and Automobiles (1987)

Instruktørur
John Hughes
Ein tann besti skemtifilmurin hjá Steve Martin. Høvuðspersónurin, Neal Page (Steve Martin), skal ferðast úr New York til Chicago fyri at halda Thanksgiving saman við familjuni, men tá ið flogferðslan verður steðgað orsakað av veðrinum, noyðist hann at ferðast eftir vegnum saman við einum vælmeintum, men rokasligum sølumanni, Del Griffith (John Candy). Hetta førir til ein sera stuttligan "road movie", har alt, ið kann ganga galið, gongur galið. 

Tuesday, January 10, 2012

300 (2006)

Instruktørur
Zack Snyder
"300" er ein væl umtóktur actionfilmur, sum fleiri tosa um, men eg hevði ongantíð sæð hann. Tá ið eg so sá "Immortals" í biografinum, sum verður ofta samanborin við "300", fekk eg hug at hyggja eftir "300", serliga fyri at vita, um hann var betri enn "Immortals" - mær dámdi als ikki tann filmin.

Thursday, January 5, 2012

Horrible Bosses (2011)

Instruktørur
Seth Gordon
‎"Horrible Bosses" er um tríggir menn, sum hava sera droyðar stjórar. Teir hata teirra stjórar og gera ein dagin av at drepa teir. Hetta ljóðar sum eitt ónt, løgið hugskot til ein film, men tað riggar, tí tað er væl gjøgnumført. 

The Hangover Part 2 (2011)

Instruktørur
Todd Phillips
Eg elski eittarin, men eg hevði hoyrt áðrenn, at tvey'arin ikki var líka góður, so eg valdi ikki at hava høgar forvantningar. Í staðin vónaði eg bara, at hann fór at vera stuttligur. Og tað passar sum fólk siga: Hann er ikki líka góður sum eittarin. Men hann er sum heild hampuligur, ikki so vánaligur, sum kritikararnir siga.

Monday, January 2, 2012

Green Lantern (2011)

Instruktørur
Martin Campbell
"Green Lantern" er um ein pilot, Hal Jordan (Ryan Reynolds), sum verður valdur av einum ringi frá rúmdini til at vera ein sokallaður "Green Lantern" - tað er ein superhetja, sum verjir heimin frá óndum verum. Nú skal hann tilpassa sær til at vera ein superhetja og berjast ímóti eini óndari rúmdarveru, sum kallast Parallax.