Friday, January 27, 2012

Superman (1978)

Instruktørur
Richard Donner
Superman er ein tann kendasta superhetjan nakrantíð. Øll vita, hvør hann er. Tað er eisini áhugavert, at ein tann fyrsti superhetjufilmurin, ið varð nakrantíð gjørdur, var ein filmatisering av Superman. Hesin filmurin, sum eitur "Superman", kom út í 1978 og varð instrueraður av Richard Donner. Mær dámar sera væl superhetjufilmar og ein filmur um Superman er eitt gott hugskot. Men nú er støðið fyri superhetjufilmum vorðið sera høgt, so kann ein gamal superhetjufilmur frá 1978 vera góður og fangandi í dag? Ja, tað klárar hesin filmurin væl og virðiliga.

Filmurin byrjar á planetini Krypton. Hon verður skjótt oyðiløgd, so ein av íbúgvunum, Jor-El (Marlon Brando), sendir unga sonin hjá sær, Kal-El, til jørðina, so at hann kann yvirliva og vaksa upp. Stutt eftir at hann hevur lent, verður hann funnin og adopteraður av einum bóndahúski. Tey nevna hann Clark Kent. Tá ið hann verður vaksin, finnur hann út av, hvør hann í veruleikanum er. Tá flytur hann til Metropolis og fær sær arbeiði sum journalistur - og livir eitt dupultlív sum superhetjan Superman. Har hittir hann Lois Lane (Margot Kidder) og stutt eftir má hann steðga einum yvirgangsmanni, sum eitur Lex Luthor (Gene Hackman).

Hetta er ein sera góður superhetjufilmur. Hann hevur alt, sum ein slíkur filmur eigur at hava: Ein dámligan høvuðspersón, góða persónsmenning, spennandi action, flottar effektir og eina góða søgu. Framførslurnar eru sera góðar og undirhaldandi. Christopher Reeve er perfektur bæði sum Clark Kent og Superman. Hann er dámligur, sjarmerandi og sannførandi sum Superman, og stuttligur og realistiskur sum Clark Kent. Hann klárar væl at gera Clark Kent eitt sindur ótryggan og klossutan, men samstundis ein dámligan høvuðspersón. Harafturat gevur Gene Hackman eina sera kula, undirhaldandi framførslu sum Lex Luthor.


Ein tann størsta avbjóðingin við hesum filminum er effektirnar. Tá ið man hevur eina superhetju, sum er sterkur og dugir at flúgva, má man hava sera sannførandi effektir - og tað kann ikki vera lætt at gera í 1978. Men eg má siga, at tey hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Effektirnar eru sera góðar og sannførandi. Í summum senum síggja tær eitt sindur gamaldags út, men annars eru tær flott gjørdar fyri sína tíð - serliga í senum, har Superman flýgur.


Søgan er eisini góð og væl skrivað. Vit læra Clark Kent væl at kenna, áðrenn hann gerst ein superhetja og tað er gott, tí tað ger hann til ein dámligan høvuðspersón - og gevur pláss fyri góða persónsmenning. Filmurin inniheldur eisini gott skemt og nakrar stuttligar løtur. Vit fáa eisini eitt sindur av drama og tað riggar sera væl - eg varð faktiskt rørdur av og á. Harafturat dámar mær sera væl tónleikin hjá John Williams. Temasangurin hjá Superman er minniligur og riggar perfekt til filmin.


Eg havi tó nakrir fáir kritikkir. Nær við endanum av klimaksinum kemur eitt "twist", um man kann kalla tað soleiðis. Tað er okkurt, sum Superman ger fyri at loysa ein trupulleika og tað var eitt sindur láturligt og ótrúverdigt - eg kann ikki siga, hvat tað er, tí so avdúki eg ov nógv. Tað var ikki ein stórur trupulleiki, men tað virkaði óneyðugt og eitt sindur løgið. Tað var ikki heilt galið, men tey burdu heldur havt funnið uppá okkurt annað. Harafturat eru effektirnar onkuntíð, sum sagt, eitt sindur gamaldags. Tað sær man í hvussu er onkuntíð, tá ið onkur persónur dettur, men tær løturnar eru tíbetur stuttar.


Samanumtikið er hetta ein sera góður superhetjufilmur. Søgan er góð, action-senurnar er spennandi, effektirnar eru flottar sum heild og filmurin er gott undirhald. Livir hann upp til støðið fyri superhetjufilmum í dag? Ja, tað haldi eg. Hann er ikki líka góður sum t.d. "The Dark Knight", men hann er sera góður og undirhaldandi fyri seg.


4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment