Thursday, February 2, 2012

The Prestige (2006)

Instruktørur
Christopher Nolan
"The Prestige" er instrueraður av Christopher Nolan og tað var nóg mikið til at fáa meg til at hyggja eftir honum. Hví? Tí hann hevur eisini instruerað m.a. "Batman Begins", "The Dark Knight" og "Inception". Eg hevði eisini hoyrt góð ting um hendan filmin, so eg gav honum ein kjans, uttan at vita, hvat eg skuldi vænta. Og eg varð sera positivt yvirraskaður.

Filmurin er um tveir gyklarar, sum verða leiktir av Hugh Jackman og Christian Bale. Teir byrja sum rivalar, men sum tíðin gongur, gerast teir fíggindar. Jackman gerst eisini bundin av at finna út av, hvussu Bale gjøgnumførir síni bestu gandakynstur. Eg ætli mær ikki at avdúka meira enn tað.

Hetta er ein fantastiskur, djúpur og spennandi filmur. Søgan er sera djúp, óforútsigulig, áhugaverd og full av yvirraskilsum. Eg má viðganga, at eg skilti ikki alt, sum hendi í filminum, men eg kláraði tó at fylgja við søguni sum heild. Tað er eisini sera áhugavert at síggja, hvussu gyklarar arbeiða og gjøgnumføra teirra gandakynstur.

Framførslurnar eru sera góðar. Hugh Jackman og Christian Bale geva sera góðar framførslur og teirra samanspæl riggar sera væl. Harafturat er hetta tann besta framførslan hjá Hugh Jackman, sum eg havi sæð higartil - satt at siga haldi eg, at hann burdi havt fingið eina Oscar-nominering, men tað fekk hann tíverri ikki. Harumframt er Michael Caine fantastiskur sum vanligt og mær dámdi eisini væl framførsluna hjá Andy Serkis. 

Eitt tað besta við filminum er, at hann er ótrúliga spennandi og ofta nervapirrandi. Hvørja ferð Jackman og Bale ætla sær at gera eitt vandamikið gandakynstur, byggir Christopher Nolan spenningin so nógv upp, at eg gjørdist bangin fyri, hvat fór at henda - t.v.s. um kynstrið fór at eydnast ella ikki. Hesin spenningurin riggar perfekt til filmin, tí tað er júst soleiðis, man følir seg, tá ið man er áskoðari í eini slíkari sýning - man verður nervøsur og bangin, tá ið gyklarin ætlar sær at gera eitt vandamikið gandakynstur. Eg gjørdist onkuntíð so nervøsur, at eg hevði hug at sløkkja, men samstundis vildi eg heldur halda fram við at hyggja, tí tað var so spennandi.

Samanumtikið er "The Prestige" ein fantastiskur, spennandi, djúpur filmur. Eg var ofta nervøsur og spentur, manuskriptið er sera væl skrivað, framførslurnar eru góðar og søgan er sera áhugaverd og fangandi. Tá ið filmurin var liðugur, kundi eg ikki halda uppat við at hugsa um hann, og tað er eitt tekin um, at tað er ein sera djúpur, minniligur filmur. Christopher Nolan hevur enn einaferð gjørt eitt fantastiskt arbeiði.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment