Leikstjóri J. J. Abrams |
Ethan Hunt (Tom Cruise) skal giftast skjótt, men so verður hann kallaður til eina nýggja missión. Hann skal steðga einum skurki (Phillip Seymour Hoffmann), men tað vísir seg at gerast meira vandamikið enn væntað.
Var J. J. Abrams eitt gott val? Ja, tað var hann! Hann hevur gjørt eitt gott arbeiði við hesum filminum. Av teimum fyrstu trimu "Mission: Impossible"-filmunum, so er hetta, eftir mínari meining, tann besti. Mær dámdi ikki sera væl tvey'arin og í hesum filminum hava tey lært av feilunum. Hann inniheldur meira drama enn hinir filmarnir, og tað er væl eydnað - eg varð faktiskt eitt sindur rørdur av og á. Hann inniheldur eisini eitt sindur av skemti og tað riggar væl. Tvey'arin hevði eisini eitt sindur av skemti, men tað var vánaligt og miseydnað. Hesuferð eru jokes'nar stuttligar og tað ger filmin meira undirhaldandi - hann hevur eisini eina góða balansu millum action, skemt og drama.
Actionsenurnar eru flott gjørdar, spennandi og fangandi. Hesuferð fokusera vit ikki bara á Ethan Hunt, men eisini eitt sindur á hansara lið. Tað ger actionsenurnar meira fangandi, tí tað er stuttligt at síggja, hvussu væl Ethan og hansara lið samstarva. Harafturat hevur Michael Giacchino gjørt tónleikin og hann hevur gjørt eitt sera gott arbeiði - satt at siga, so er hetta tann besti tónleikurin í røðini higartil.
Tom Cruise gevur hansara bestu framførslu í "Mission: Impossible"-røðini higartil. Hesuferð hevur hann nakrar dramatiskar senur og tað klárar hann sera væl. Hann minnir okkum á, at hann er ikki bara ein góð actionhetja, men eisini ein góður sjónleikari. Phillip Seymour Hoffmann riggar væl sum skurkurin. Hann tosar ordiliga róligt, tá ið hann ætlar sær at gera okkurt ónt, og tað fær hann til at virka meira óndan og líkaglaðan. Satt at siga, so hataði eg hann og tað gjørdi hann til ein væl eydnaðan skurk. Harafturat hava vit fingið nakrir nýggir leikarar, sum t.d. Laurence Fishburne og Simon Pegg. Fishburne riggar væl til leiklutin sum stjórin á IMF og Simon Pegg syrgir fyri teimum stuttligastu løtunum í filminum.
Men hvat kundi so verið betri? Fyrst og fremst haldi eg, at í summum actionsenum ristir J. J. Abrams kameraið eitt sindur ov nógv og brúkar ov nógvar nærmyndir. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, men tað órógvar onkuntíð eitt sindur. Fyri tað næsta haldi eg, at Simon Pegg fær ov lítið at gera í filminum. Hann burdi havt fleiri senur, tí hann er tann stuttligasti persónurin. Filmurin er eisini eitt sindur ov langur og hevur nakrar trupulleikar við tempo'inum av og á - t.v.s. hann verður eitt sindur langdrigin av og á. Hararafturat haldi eg, at liðið hjá Ethan fær ov lítið at gera í síðsta hálva tímanum. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, tí tann síðsti hálvi tímin er sera spennandi og fangandi, men tað hevði verið betri, um tey vóru meira við.
Men samanumtikið er "Mission: Impossible 3"ein sera væl eydnaður actionfilmur. Hann er, eftir mínari meining, tann besti av teimum fyrstu trimu filmunum. Hann inniheldur væl eydnað drama, gott skemt, spennandi action og eina góða søgu. Tom Cruise gevur hansara bestu framførslu í røðini higartil og vit fáa eisini nakrir góðir, nýggir leikarar. Eg gleði meg til at síggja fýrarin.
4 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment