Instruktørar Glenn Ficarra John Requa |
Hetta er ein góður, rørandi og stuttligur filmur. Eitt, sum mær dámar væl, er, at tað er ein skemti-/kærleiksfilmur, sum er hvørki yvirdrivið kliché-agtigur ella ov gentuligur. Høvuðssøgan um Cal Weaver er sera góð og rørandi. Jacob hevur eisini eina søgugongd og hon er eisini góð og væl skrivað. Filmurin hevur eisini eina góða balansu millum skemt og drama. Skemtið er oftast sera gott og filmurin hevur nógvar stuttligar løtur. Dramaið er sera væl eydnað og eg varð faktiskt rørdur nakrar ferðir. Søgan hevur nakrar feilir (tað fari at tosa meir um seinni), men manuskriptið er sum heild væl skrivað, tí søgugongdirnar hanga væl saman og filmurin hevur eisini ein sera stuttligan, undirhaldandi enda.
Framførslurnar eru sera góðar. Steve Carell gevur ein av hansara bestu framførslum higartil. Hann er sera stuttligur, tá ið tað er neyðugt, og hann ger eitt sera gott arbeiði, tá ið hann skal spæla drama. Ryan Gosling er stuttligur og ger eitt gott arbeiði, og Emma Stone er stuttlig og sjarmerandi sum vanligt.
Filmurin hevur tó nakrar stórar trupulleikar. Fyri tað fyrsta inniheldur hann eisini eina søgugongd um eina gentu, sum er barnagenta hjá soninum hjá Cal, og ta søguna dámdi mær als ikki. Hon var onkuntíð óbehagilig og irriterandi at hyggja eftir, og mátin, tey endaðu hana, var sera býttisligt og skuffandi. Tað var ein irriterandi, býtt og óinteressant søga, sum tey burdu havt droppað fullkomiliga. Fyri tað næsta spælir Marisa Tomei ein lærari, sum skapar ein trupulleika í søguni (sum eg ikki kann greiða frá, tí so avdúki eg ov nógv) og tann trupulleikin verður ongantíð ordiliga loystur. Harafturat er filmurin eitt sindur ov langur. Hann hevði sikkurt verið styttri, um tey høvdu bert droppað søgugongdina um barnagentuna.
Men sum heild dámdi mær væl "Crazy, Stupid, Love". Hann hevur sínar feilir, men er kortini ein góður, sjarmerandi skemti/kærleiksfilmur, ið syrgir fyri bæði góðum grinum og rørandi dramai. Burtursæð frá søgugongdini um barnagentua, so er manuskriptið væl skrivað og fyri einaferð skyld, so er tað ikki ein týpiskur, forútsiguligur kærleiksfilmur.
3,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment