Friday, February 10, 2012

Yogi Bear (2010)

Instruktørur
Eric Brevig
Mær dámdi væl Yogi Bear, tá eg var smádrongur, og tá ið eg sá treylarin til hendan filmin, fekk eg sera ringar forvantningar. Treylarin er ein tann vánaligasti treylarin, ið eg nakrantíð havi sæð, og eg væntaði, at hesin filmurin fór at vera sera vánaligur og als ikki respektera teknifilmarnir. Nú havi eg so sæð hann og eg má siga, at hann er ikki so vánaligur, sum eg hevði væntað - men tó heldur ikki sera góður. Fyri meg er hetta ein hampuligur, men ikki sera minniligur filmur.

Tað eru nøkur góð ting við honum. Fyrst og fremst respekterar hann teir gomlu teknifilmarnir. Filmskapararnir hava tíbetur ikki moderniserað Yogi ov nógv ella gjørt stórar broytingar. Eg eri glaður fyri at kunna siga, at hesin filmurin oyðileggur ikki Yogi Bear-seriuna. Fyri tað næsta eru røddirnar og framførslurnar fínasta slag. Dan Aykroyd er ikki perfektur sum Yogi, men hann ger eitt gott arbeiði. Justin Timberlake er yvirraskandi perfektur sum Boo-Boo - tað hevði eg als ikki væntað. 

Harafturat er Tom Cavanaugh okey sum Ranger Smith, men ikki tað heilt rætta valið til leiklutin. Hann er als ikki stuttligur, men í minsta lagi er hann dámligur. Men eg má tó siga, at Andrew Daly er faktiskt nokkso stuttligur sum borgarstjórin. Hann fekk meg til at flenna av og á. Animatiónin fyri Yogi og Boo-Boo er fínasta slag og sannførandi, men filmurin inniheldur eisini eina teldugjørda skjaldbøku og hon sær eitt sindur følsk út.

Men hóast hesum, so er hesin filmurin kortini ikki nakað serligt, tí hann hevur ov nógvar trupulleikar. Fyri tað fyrsta er søgan tolulig, men ikki sera góð. Hon er sera kliché-agtig, óoriginal og forútsigulig. Eg legði lítið í søguna, tí hon virkaði ov eyðkend og forútsigulig. Ein annar stórur trupulleiki er, at filmurin er ikki sera stuttligur. Hann inniheldur eina rúgvu av skemti og jokes'um, men eg flenti sera sjáldan. Tær flestu jokes'nar eru gamlar, forútsiguligar og ókreativar. Harafturat eru næstan allir persónarnir, uttan Yogi og Boo-Boo, óinteressantir. Summar senur við bert Yogi og Boo-Boo eru undirhaldandi og stuttligar at hyggja eftir, men tær eru ov fáar í tali til at bjarga filminum.

"Yogi Bear" er ein toluligur, men óinteressantur filmur. Hann hevur nakrar fáar undirhaldandi senur, men sum heild er hann bara ikki so góður, undirhaldandi og stuttligur, sum hann burdi verið. Høvuðsorsøkin er, at manuskriptið er ikki sera gott, tí tað manglar eina góða, fangandi søgu og gott skemt. Á tí ljósu síðuni, so er filmurin harmleysur og sikkurt ein hampuliga góður barnafilmur - og tað er gott, at hann respekterar teir gomlu teknifilmarnir. Men fyri meg er hann óinteressantur sum heild og ikki verdur at hyggja eftir umaftur.

2 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment