Instruktørur Steven Spielberg |
"The Adventures of Tintin" er ein fantastiskur filmur! Ein av teimum bestu filmunum frá 2011. Hann er sera spennandi, undirhaldandi, stuttligur og flott gjørdur. Hann er trúfastur ímóti teknirøðunum og innniheldur alt, sum ein góður actionfilmur eigur at hava: Spennandi action, gott skemt, flott kameraarbeiði og eina sera góða søgu.
Hesin filmurin er teldugjørdur á ein líknandi máta sum t.d. "The Polar Express". Vanligt dámar mær ikki sera væl tann animatiónsstílin, men Spielberg og Jackson taka tann stílin og brúka hann á teirra egna máta - og teir gera hann flottan. Animatiónin er sera flott og mær dámar væl, at hon líkist teknistílinum í teknirøðunum.
Harafturat inniheldur filmurin kanska tær bestu, mest undirhaldandi action-senurnar frá 2011. Tær eru sera spennandi, kreativar, undirhaldandi, flott gjørdar og onkuntíð enntá stuttligar. Ein av orsøkunum til, at tær eru so undirhaldandi, er tí at Spielberg minnist til at syrgja fyri, at tað ber hjá okkum hyggjarum til at fylgja við - hann ger ikki sum t.d. Michael Bay og ristir kameraið ov nógv. Ein tann besta action-senan er ein jagt-sena við einum fugli og eg ætli mær ikki at avdúka nakað, men eg kann siga, at hon er ótrúliga spennandi, kreativ og flott gjørd - eg varð sera imponeraður. Kameraarbeiðið er eisini sera flott.
Røddirnar rigga sera væl, serliga Andy Serkis sum Captain Haddock. Tað er eisini stuttligt at hava Simon Pegg og Nick Frost sum Thompson-tvíburðarnir. Teir syrgja fyri nógvum stuttligum løtum.
Men eitt tað besta við filminum er, at hóast hann inniheldur nógvan action, so fokuserar hann mest á søguna - og tað eigur ein filmur altíð at gera. Søgan er sera góð, spennandi, óforútsigulig og væl skrivað - og inniheldur eisini góða persónsmenning. Spielberg prógvar enn einaferð, at hann dugir sera væl at siga frá søgum. Harafturat er filmurin sera stuttligur og inniheldur nógv góð grin.
Teir einastu kritikkirnir, sum eg havi, er, at filmurin er eitt sindur ov langur og tempoið er eitt sindur seint í byrjanini. Men tað er ikki stórir trupulleikar. Samanumtikið er hetta ein av teimum bestu filmunum frá 2011. Eg var væl nøgdur og imponeraður, tá ið filmurin var liðugur, og eg kann í hvussu er mæla onnur til at hyggja eftir honum.
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment