Leikstjóri John Woo |
Eg skal fyrst lýsa handlingina í stuttum. Ethan Hunt (Tom Cruise) fær eina nýggja missión: Hann skal til Sydney, Avstralia, fyri at steðga eina lívshóttandi virus (sjúku), sum ein maður hevur skapt.
Mær dámdi ikki sera væl hendan filmin. Hann hevur nakrar undirhaldandi actionsenur, men er bara ikki sera góður sum heild. Fyri tað fyrsta er søgan eitt sindur óinteressant. Eittarin hevði tann feilin, at søgan var ov innviklað, men í minsta lagi var filmurin spennandi. Hesuferð er søgan eitt sindur lættari at skilja, men tíverri ikki sera áhugaverd og fangandi. Vit fáa eisini ov nógvar senur, har persónar greiða frá og tað ger søguna keðiliga.
Mær dámdi heldur ikki kærleiksforholdið millum Tom Cruise og Thandie Newton. Tað er ikki áhugavert og mátin, ið tey koma saman, er sera kliché-agtigur og gongur ov skjótt fyri seg. Eg legði heldur ikki sera nógv í persónarnir, burtursæð frá Tom Cruise og Ving Rhames. Satt at siga, so var Ving Rhames tann einasti arbeiðsfelagin hjá Ethan Hunt, sum mær dámdi. Hinir vóru keðiligir og fingu ov lítið at gera í filminum. Eitt, sum riggaði sera væl í eittaranum, var samstarvið millum Ethan og hansara lið, men í hesum filminum fokusera tey so nógv á Ethan, at hansara arbeiðsfelagar fáa ov lítið at gera.
Eitt annað, sum filmurin manglar, er yvirraskilsir. Eittarin hevði nakrar óvæntaðar "twists" og tey royna at gera tað sama í hesum filminum, men tað riggar ikki, tí tey eru ov forútsigulig. Harafturat dámdi mær illa skemtið og dialogin. Persónarnir koma onkuntíð við láturligum replikkum og vánaligum jokes'um; og tað er øgiliga irriterandi. Men tann størsti trupulleikin við filminum er longdin. Hann er næstan tveir tímar langur og av tí at hann manglar eina fangandi søgu, so er hann sera langdrigin og verður onkuntíð keðiligur.
Men har vóru annars nøkur ting, sum mær dámdi. Actionsenurnar eru undirhaldandi; serliga í síðsta hálva tímanum. Tær eru so mikið yvirdrivnar, óseriøsar, órealistiskar og láturligar, at tær eru undirhaldandi og stuttligar at hyggja eftir. Tær líkjast nøkrum, sum er tikið úr einum Michael Bay-filmi. Harafturat eru effektirnar sannførandi og framførslurnar góðar, men ikki nakað serligt.
Samanumtikið er "Mission: Impossible 2" ikki sera góður. Hann er flott gjørdur og hevur nakrar undirhaldandi actionsenur, men er sum heild óinteressantur, langdrigin og onkuntíð keðiligur. Hann manglar m.a. eina áhugaverda, fangandi søgu og dámligir hjápersónar. Tom Cruise gevur eina góða, undirhaldandi framførslu, men tað er ikki nóg mikið til at bjarga filminum.
2,5 / 5 stjørnur
2,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment