Wednesday, February 22, 2012

Mission: Impossible - Ghost Protocol (2011)

Leikstjóri
Brad Bird
Nú eru vit komin til tann nýggjasta "Mission: Impossible"-filmin. Eg var faktiskt sera áhugaður í at síggja hann, sjálvt áðrenn eg sá hinir filmarnir. Høvuðsorsøkin var, at hann er leikstjórnaður av Brad Bird. Hann er leikstjórin av "The Iron Giant", "The Incredibles" og "Ratatouille". Hann hevur gjørt sera góðir filmar og hetta er so hansara fyrsti filmur, sum ikki er ein teknifilmur.

Søgan fer fram fleiri ár aftan á trýarin. Eitt yvirgangsálop hendir í Moskva og IMF, felagið hjá Ethan Hunt (Tom Cruise), fær skyldina. Orsakað av hesum, so verður alt IMF niðurtikið og teir einastu agentarnir, sum eru eftir, eru Ethan Hunt, Jane Carter (Paula Patton), Benji Dunn (Simon Pegg) og William Brandt (Jeremy Renner). Tey gera so av at arbeiða saman og royna at finna tey seku.

Hetta er, eftir mínari meining, tann besti "Mission: Impossible"-filmurin higartil. Brad Bird er sera væl egnaður til "Mission: Impossible". Hann dugir sera væl at leikstjórna action og syrgja fyri, at vit dáma høvuðspersónarnir. Eitt, sum ger hetta til tann besta filmin í røðini, er liðið hjá Ethan. Hesuferð fáa allir fýra persónarnir okkurt at gera. Brad Bird syrgir eisini fyri, at vit læra allir fýra at kenna og hava samkenslu við teimum. Filmurin er eisini sera óforútsiguligur. Hvørja ferð, eg helt meg vita, hvat fór at henda, hendi okkurt annað.

Harafturat er hetta eisini tann stuttligasti filmurin higartil; serliga orsakað av Simon Pegg. Hann er sera stuttligur í hesum filminum. Hann syrgir fyri nógvum stuttligum løtum, og vit fáa eisini nógvar góðar jokes. Vit fáa eisini væl eydnað drama av og á - satt at siga, so varð eg eitt sindur rørdur av tí síðstu senuni í filminum. Framførslurnar eru eisini sera góðar. Tom Cruise ger eitt gott arbeiði sum vanligt og vit fáa eisini góðar framførslur frá Paula Patton og Jeremy Renner.

Actionsenurnar eru sera spennandi og væl upptiknar. Brad Bird brúkar nógvir góðir kameravinklar og syrgir fyri, at tað ber til hjá okkum hyggjarum at fylgja við - t.v.s. hann ristir ikki kameraið ov nógv ella nakað sovorðið. Tom Cruise ger síni egnu stunts og tað ger actionsenurnar meira trúverdigar og spennandi. Mær dámar eisini sera væl kameraarbeiðið í filminum. Vit fáa ofta nakrar kreativar vinklar. Í einari senu, har Tom Cruise klatrar á einum bygningi, fáa vit nakrir genialir kameravinklar, sum syrgja fyri, at man veruliga følir, at man er høgt uppi. Harafturat dámar mær sera væl tónleikin hjá Michael Giacchino.

Um eg skal kritisera nakað, so má eg fyrst og fremst siga, at meðan høvuðssøgan er løtt at skilja, so er sjálva missiónin eitt sindur torfør at skilja av og á. Vit fáa eisini onkuntíð ov nógvar senur, har persónar práta, men tað er ikki ein stórur trupulleiki, tí dialogurin er væl skrivaður - tað verður bara onkuntíð eitt sindur langdrigið. Eg haldi eisini, at skurkarnir í filminum fáa eitt sindur ov lítið at gera. Teir eru fínasta slag, men vit læra teir ikki nóg væl at kenna. Harafturat er filmurin eitt sindur ov langur, men tað følir man bara í fyrru helvtini.

Samanumtikið er hetta tann besti "Mission: Impossible"-filmurin higartil. Hann er spennandi, fangandi, stuttligur og undirhaldandi. Søgan er kanska ikki fantastisk, men hon er góð og fangandi. Actionsenurnar eru spennandi, kamaraarbeiðið er flott, tónleikurin er góður og framførslurnar er góðar. Tað er eisini gott, at Simon Pegg hevur fingið ein høvuðsleiklut, tí hann er við til at gera hetta til tann stuttligasta filmin í røðini. Tá ið filmurin var liðugur, hugsaði eg, at eg hevði væl tímað at sæð ein fimmara.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment