Saturday, March 3, 2012

War Horse (2011)

Leikstjóri
Steven Spielberg
"War Horse" var ein av teimum filmunum, har eg ikki visti, hvat eg skuldi vænta. Eg meini, ein søga um ein krígshest? Tað er ringt at vita, hvat man skal vænta av tí. Men eg var kortini sera áhugaður í at síggja hann, av tí at leikstjórin var Steven Spielberg. Treylarin var eisini sera flott gjørdur og tað sá út sum ein klassiskur Spielberg-filmur.

Søgan fer fram í Onglandi í 1914. Ein fátækur bóndi, sum skyldar nógvar pengar, keypir ein ungan hest fyri at brúka hann til at arbeiða á markini. Sonur hansara, Albert (Jeremy Irvine), verður sera góður við hestin og uppalir hann. Men tá ið fyrri heimsbardagi byrjar og Ongland fer í kríggj ímóti Týsklandi, selir pápin hestin til eingilska herin. Síðan fylgja vit hestinum, meðan hann ferðast úr einum staði til tað næsta. Samstundis hevur Albert sett sær fyri at onkursvegna møta honum aftur.

Eitt, sum Steven Spielberg altíð hevur dugað sera væl, er at gera filmar, sum fara fram í fyrrutíðini. Hann syrgir altíð fyri, at kulissurnar eru so mikið detaljeraðar og realistiskar, at man veruliga trýr, at man er staddur í eini aðrari øld. Og hesin filmurin er als ikki ein undantøka. Kulissurnar eru sera flott gjørdar, detaljeraðar og trúverdigar. Tað er eisini áhugavert at síggja ein film, sum fer fram undir fyrra heimsbardaga, tí tað sær man ikki sera ofta.

Eg má tó fyrst viðganga, at mær dámdi ikki sera væl uml. teir fyrstu 15 minuttirnir av filminum. Tá helt eg, at hann var eitt sindur "cheesy". Trupulleikin var, at forholdið millum Albert og hestin var eitt sindur láturligt; av tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta verður tað ikki bygt upp nóg væl. Albert sær hestin bert eina ferð og so er hann bara knappliga góður við hann. Tað hendi so mikið knappliga, at eg hevði ringt við at taka tað seriøst í byrjanini. Fyri tað næsta helt eg, at Jeremy Irvine yvirspældi. Hansara framførsla var okey, men onkuntíð eitt sindur láturlig og yvirdrivin.

Men so, aftan á teir fyrstu 15 minuttirnir, gjørdist filmurin tíbetur sera góður og fangandi allan vegin gjøgnum. Trupulleikarnir, sum eg hevði við filminum í byrjanini, hvurvu - forholdið millum Albert og hestin riggaði væl, og framførslan hjá Jeremy Irvine gjørdist nógv betri. Eitt, sum mær dámar sera væl við filminum, er, at hann vísir báðar síðurnar av fyrra heimsbardaga. Hesturin endar einaferð í Týsklandi og tá síggja vit, hvussu kríggið ávirkar tey. Vit møta eisini nógvir áhugaverdir, dámligir persónar gjøgnum filmin, sum t.d. týskir soldatar og eina týska bóndafamilju.

Eitt, sum er serligt við hesum filminum, er, at hesturin er høvuðspersónurin. Tað er hann, sum vit fylgja gjøgnum filmin, og tað riggar væl. Eg hevði samkenslu við hann gjøgnum filmin. Tað er eisini gott, at tey brúkar bert veruligir hestar, í staðin fyri teldugjørdar. Tað ger filmin meira trúverdigan. Harafturat er kameraarbeiðið sera flott og vakurt. Har er t.d. ein sena, har hesturin ríður gjøgnum eina krígsmark, og tá fylgir kameraið honum sera væl. Tónleikurin hjá John Williams er eisini fantastiskur og rørandi.

"War Horse" er ein sera góður filmur. Hann er eitt sindur "cheesy" í byrjanini, men so verður hann sera góður allan vegin gjøgnum. Søgan er góð, hesturin er dámligur, kameraarbeiðið er sera flott og vakurt, krígssenurnar eru sera flott gjørdar og tónleikurin er fantastiskur. Eg má eisini leggja afturat, at hóast filmurin er tveir og ein hálvan tíma langur, so er hann als ikki langdrigin. Hetta er ikki ein av teimum bestu filmunum hjá Spielberg, men kortini ein sera góður, minniligur filmur - satt at siga, ein av teimum bestu frá 2011.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment