Tuesday, March 20, 2012

Legend of the Guardians: The Owls of Ga'Hoole (2010)

Leikstjóri
Zack Snyder
Mær dámar sera væl teknifilmar. Teir skuffa sjáldan og tey seinastu árini hava vit fingið nógvir sera góðir filmar, sum t.d. "Up", "Toy Story 3" og "Despicable Me". Men hvussu so við hesum filminum? Hetta er ein teknifilmur, sum kom út í 2010, men varð skjótt yvirsæddur. Tað sær ikki út til, at nógv tosa um hann í dag. Hann hevur tað langa heitið "Legend of the Guardians: The Owls of Ga'Hoole" og leikstjórin er Zack Snyder; tann sami maðurin, sum gjørdi m.a. "300" og "Watchmen". Tað er áhugavert, at hann fór frá slíkum ógvusligum actionfilmum til ein teknifilm.

Søgan er um tvær uglur, Soren og Kludd, sum eru beiggjar. Teir verða tiknir av nøkrum óndum uglum og noyddir til at vera trælir hjá teimum. Tað vísir seg, at hesar uglurnar hava fangað fleiri ungar uglur og noytt tær til at vaksa upp til at vera trælir ella soldatar. Soren verður valdur til at vera trælur, meðan Kludd verður valdur til at vera soldatur. Soren klárar at enda at flýggja, men Kludd svíkir hann og verður eftir. Soren ger av at flúgva yvir til nakrar uglur, sum kallast "The Guardians", og biða tær fara at bjarga beiggjanum og hinum fangunum.

"Legend of the Guardians" er gjørdur av sama felagnum, sum gjørdi "Happy Feet", og tað sæst. "Happy Feet" hevði sera flotta animatión og soleiðis er eisini við hesum filminum. Animatiónin er fantastisk, detaljerað og sannførandi. Uglurnar eru eisini sera flott gjørdar og vakrar. Fólkini í hesum felagnum hava ein sera góðan sans fyri detaljum og stílurin hjá Zack Snyder riggar væl til animatión. Hann hevur ofta ein óvana at brúka ov nógv "slow motion", men í hesum filminum brúkar hann tað við skili.

Hesin filmurin er flott gjørdur, men tó bert hampuliga góður sum heild. Hann hevur nøkur góð ting, men eisini nógvar irriterandi feilir. Tann størsti trupulleikin er, at tann fyrra helvtin av honum er nógv betri enn tann seinna. Í tí fyrru helvtini var hann sera góður, men í tí seinnu komu nógvir trupulleikar fram og filmurin gjørdist bert hampuligur. Eg skal byrja við at nevna tey góðu tingini við filminum.

Eg havi longu nevnt, at animatiónin er fantastisk, so eg fari ikki at tosa meira um tað. Søgan er hampuliga góð. Hon kundi verið betri, men hon er sera fangandi og áhugaverd í fyrru helvtini. Høvuðssøgan um ferðina hjá Soren er í hvussu er fangandi og inniheldur nakrar rørandi løtur. Mær dámar eisini sera væl senurnar á staðnum, har ið Soren og Kludd eru fangaðir. Man følir veruliga vandan við at vera har, og mær dámar sera væl hugskotið um, at uglurnar uppala børnini til at vera soldatar; eins og Adolf Hitler gjørdi við Hitlerjugend. Eg veit, at tað ljóðar sum eitt láturligt hugskot at gera hetta við uglum, men filmurin fær tað til at rigga.

Filmurin inniheldur eisini sera góðar framførslur frá Geoffrey Rush og Helen Mirren. Burtursæð frá teimum, so er tað torført at kenna nakrar røddir aftur, men allir leikararnir gera eitt gott arbeiði. Actionsenurnar eru eisini flott gjørdar og spennandi. Filmurin hevur eisini flott kameraarbeiði og dámligir høvuðspersónar.

Men sum eg segði í áðni, so hevur filmurin eisini nógvar feilir. Aftaná at Soren flýggjar frá uglunum, byrjar filmurin at gerast forútsiguligur. Søgan verður tá rættiliga eyðkend og kliché-agtig. Mær dámar heldur ikki sera væl frásøguháttin. Filmurin inniheldur ov nógv prát og frágreiðingar, og tað ger onkuntíð, so at drama'ið ikki riggar so væl, sum tað skal. Eg meini, ofta tá ið okkurt syrgiligt hendir, so tosar Soren alla tíðina og tað oyðileggur stemningin eitt sindur. Tað hevði verið meira dramatiskt, um hann ikki segði nakað. Harafturat gjørdist eg at enda eitt sindur troyttur av at lurta eftir práti og frágreiðingum. Tað er ein keðiligur máti at siga frá søguni.

Ein annar stórur trupulleiki er skemtið. Filmurin roynir at vera stuttligur, men tað miseydnast næstan hvørja ferð. Eg flenti uml. bert tríggjar ferðir tilsamans. Filmurin inniheldur nógvar vánaligar jokes og tað er øgiliga irriterandi. Eg haldi eisini, at filmurin manglar eitt sindur av persónsmenning. Soren er dámligur, men eitt sindur ein-dimensionellur, og næstan allir hinir persónarnir verða ikki mentir. Harafturat er filmurin eitt sindur ov langur. Søgan er ov tunn til at strekkja seg yvir alla spælitíðina.

"Legend of the Guardians" er sum heild ein hampuliga góður teknifilmur, sum kundi verið nógv betri. Eg skilji væl, hví hann fekk blandað ummæli, tá hann kom út, tí hann inniheldur nógv góð ting og nógvar feilir. Hann hevur fantastiska animatión, dámligir persónar og spennandi actionsenur, men livir tíverri ikki upp til sítt potentiali. Søgan er sera góð í fyrru helvtini, men verður so forútsigulig og kliché-agtig í seinnu helvitini og tað hindrar filminum í at vera undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Er hetta ein vánaligur filmur? Nei, hann er hampuliga góður. Hann er bara tíverri ikki sera minniligur.

3 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment