Leikstjóri Sylvester Stallone |
Søgan er stutt sagt um ein mann, Barney Ross (Stallone), sum er leiðarin av einum felagsskapi, ið eitur "The Expendables". Hansara arbeiðsfelagar eru leiktir av Jason Statham, Jet Li, Dolph Lundgren, Terry Crews og Mickey Rourke. Teir fáa so uppgávuna at drepa ein mann, sum einaferð var partur av teirra felagsskapi, sum hevur dyrkað ólógligt narko í einum øðrum landi.
Endamálið við "The Expendables" er, at savna teir kendastu action-sjónleikararnir í Hollywood og gera ein undirhaldandi, klassiskan actionfilm. Tað er eitt sera gott hugskot, men hvussu er úrslitið? Eg haldi, at filmurin er sum heild bert okey. Tá ið hann var liðugur, ivaðist eg í, hvat eg helt um hann sum heild. Trupulleikin er, at tann fyrra helvtin av honum er keðilig og óinteressant - burtursæð frá nøkrum undirhaldandi actionsenum - og tann seinna helvtin er sera undirhaldandi. Men tað er gott, at tann seinna helvtin er góð, tí tað bjargar filminum frá at vera vánaligur.
Men hví er so tann fyrra helvtin keðilig? Tað er tí, at søgan er vánalig, keðilig og óinteressant. Tann fyrra helvtin inniheldur lítið action og fokuserar meira á søguna. Tað hevði verið gott, um søgan var góð og áhugaverd, men tað er hon tíverri ikki. Filmurin hevur eisini ov nógvar senur, har persónar tosa og greiða frá, og tað verður keðiligt at hyggja eftir. Men eg má tó viðganga, at mær dámdi væl eina senu, har Mickey Rourke greiddi frá um ein part av hansara baksøgu. Tann baksøgan var faktiskt góð og áhugaverd, og dramaið riggaði væl, orsakað av framførsluni hjá Mickey Rourke. Eg má eisni nevna, at tær fáu actionsenurnar, sum eru í fyrru helvtini, eru sera undirhaldandi.
Dialogurin er heldur ikki sera góður. Filmurin inniheldur nógvar "cheesy" replikkir og skemtið er eitt sindur vánaligt - tó við nøkrum fáum undantøkum. Persónarnir koma við nógvum jokes'um, men tær eru oftast ikki sera stuttligar. Framførlsurnar eru fyri tað mesta góðar. Stallone tosar onkuntíð eitt sindur ótýðiligt og hansara framførsla er ikki fantastisk, men hann er okey og dámligur. Jason Statham og Jet Li eru sera góðir, og Terry Crews er sera undirhaldandi í actionsenunum. Dolph Lundgren gevur eina vánaliga framførslu, men tað venir man seg við. Arnold Schwarzenegger og Bruce Willis eru tíverri bara í einari senu og tað er eitt sindur skuffandi. Dialogurin í tí senuni er eisini eitt sindur illa skrivaður, men tíbetur inniheldur hon eina sera stuttliga replikk, sum Stallone sigur um Schwarzenegger. Hon fekk meg til at flenna hart gjøgnum restina av senuni.
Nú ljóðar tað sum um, at mær ikki dámar hendan filmin. Men sum eg segði í áðni, so haldi eg hann vera okey. Hann er sum heild hampuligur. Hví? Tí tann seinna helvtin er sera undirhaldandi. Tá byrjar filmurin endiliga at fokusera minni á ta vánaligu søguna og meira á spennandi, undirhaldandi action. Actionsenurnar eru sera undirhaldandi og kular. Tað er eisini kul at síggja høvuðspersónarnir skjóta og berjast við øllum møguligum vápnum. Vit fáa eisini nógv flott stunts og bardagar. Men eg má tó siga, at effektirnar vóru ikki altíð sannførandi. Nær við endanum kemur eldur í ein mann og tað sá falskt út. Tað sá út sum ein teldugjørd effekt.
Samanumtikið er "The Expendables" ein hampuligur actionfilmur. Tann fyrra helvtin inniheldur nakrar spennandi actionsenur, men er annars keðilig og óinteressant. Orsøkin er, at manuskriptið er ikki sera gott. Søgan er vánalig, skemtið miseydnast fyri tað mesta og dialogurin er onkuntíð vánaligur. Men tann seinna helvtin bjargar filminum, tí tá verður hann sera undirhaldandi. Actionsenurnar eru sera spennandi og undirhaldandi; og tað hjálpir eisini, at vit hava dámligir høvuðspersónar. Sylvester Stallone dugir ikki at skriva eitt gott manuskript, men hann dugir væl at leikstjórna action. Hesin filmurin kundi verið nógv betri, men hann er verdur at hyggja eftir, orsakað av ta seinnu helvtini.
3 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment