Friday, March 30, 2012

John Carter (2012)

Leikstjóri
Andrew Stanton
"John Carter" var ein filmur, har eg als ikki visti, um hann fór at vera góður ella vánaligur. Meiningarnar hjá ummælarum vóru sera blandaðar og marknaðarføringin fyri filmin var vánalig. Treylararnir vóru óinteressantir og plakatirnar vóru keðiligar. Eg var tó áhugaður í at síggja hann, m.a. av tí at mær dámdi væl hugskotið til søguna og mær dámar væl góðir "science fiction"-filmar.

"John Carter" fer fram einaferð í 19. øld. Ein maður, John Carter, sum var ein hermaður í borgarakrígnum, verður brádliga transporteraður til Mars. Har klárar hann at hoppa høgt, orsakað av muninum á tyngdarmegini, og hann vísir seg at vera sterkari enn íbúgvararnir. Síðan vísir tað seg, at eitt kríggj fer eisini fram á Mars, sum hóttir framtíðina hjá íbúgvarunum, og John Carter verður valdur til at kríggjast fyri teimum óseku, orsakað av hansara styrki.

Hesin filmurin er leikstjórnaður av Andrew Stanton. Hann hevur leikstjórnað Pixar-filmarnir "Finding Nemo" og "Wall-E", og hetta er hansara fyrsti filmur, sum ikki er ein teknifilmur. "John Carter" er ein ambitiøsur filmur við einum áhugaverdum hugskoti og einum sera stórum budget'i. Livir hann upp til sítt potentiali? Nei, men hann er gott undirhald. Hetta er ein filmur, sum hevur nógvar trupulleikar, men er sum heild undirhaldandi.

Tað sæst, at filmurin hevur eitt stórt budget, tí hann er sera flott gjørdur á tí tekniska økinum. Effektirnar eru sera flottar og sannførandi. Rúmdarverurnar á Mars eru eisini sera flott gjørdar og sannførandi. Tað er ikki lætt at gera grønar, teldugjørdar rúmdarverur trúverdigar, men tað hevur Andrew Stanton klárað. Filmurin inniheldur eisini nakrar spennandi, flott gjørdar actionsenur. Harafturat er tónleikurin hjá Michael Giacchino sera góður.

Framførslurnar eru kanska ikki fantastiskar, men tær eru góðar og sannførandi. Mær dámdi væl Taylor Kitsch sum John Carter. Hansara framførsla er ikki fantastisk, men rættiliga góð. Hann er eisini dámligur og eg hevði samkenslu við honum gjøgnum filmin. Tað gjørdi filmin fangandi og áhugaverdan. Lynn Collins gevur eina hampuliga framførslu. Hon er eitt sindur stív, men okey og dámlig. Mark Strong er eisini eitt sindur stívur, men hann er tó sannførandi sum skurkurin. Willem Dafoe, sum leggur rødd til eina rúmarveru, gevur eina sera góða framførslu. Filmurin hevur eisini dámligir persónar, sum t.d. ein fittan, stuttligan "rúmdar-hund", um man kann kalla tað soleiðis.

Hesin filmurin er gott undirhald, men sum sagt, so hevur hann nógvar trupulleikar. Tann størsti er søgan. Hon er ikki vánalig, tí handlingin er sera góð, fangandi og áhugaverd. Høvuðssøgan um ferðina hjá John Carter er sera áhugaverd og fangandi. Men søgan er meira djúp enn tað og tað er tað, sum er trupulleikin. Hon er fløkjaslig og ov innviklað. Har eru nógvar senur, har persónar greiða frá um baksøgur og teori'ir um Mars, sum hava týdning fyri søguna, og tað er ofta torført at skilja. Tað verður eisini ofta greitt frá ov skjótt, so tað er torført at fylgja við. Eg gjørdist ofta ørkymlaður og misti tráðin. Tað hevði verið nógv betri, um søgan var eitt sindur meira simpul, tí tað virkar sum um, at Andrew Stanton hevur roynt at stappa ov nógvar detaljur í manuskriptið.

Filmurin hevur eisini ójavnt tempo. Hann verður onkuntíð eitt sindur langdrigin og óinteressantur, m.a. orsakað av frágreiðingum um teori'ir, sum eru torførar at skilja. Hann inniheldur eisini onkuntíð ov nógvan dialog og tað verður eitt sindur langdrigið. Filmurin inniheldur eisini ein romantikk millum John Carter og eina prinsessu, og hon er ikki nakað serligt. Tað virkar bara forútsiguligt og týpiskt, og tískil var eg ikki sera áhugaður í tí. Harafturat er filmurin eitt sindur ov langur. Eg má eisini leggja afturat, at eg sá filmin í 3D og eg kundi ikki síggja nakrar serligar 3D-effektir. 3D-effektin var okey, men óneyðug og onki serligt.

"John Carter" er ein filmur, sum er kanska ikki sera væl gjørdur, men er kortini góður og undirhaldandi sum heild. Hann er flott gjørdur á tí tekniska økinum, men á øðrum økjum hevur hann stórir trupulleikar. Søgan er ov fløkjaslig, innviklað og torfør at skilja av og á. Hon er bara ikki sera væl søgd. Tey greiða ofta frá ov innviklaðum upplýsingum á ov stutta tíð. Men tað, sum ger filmin góðan og undirhaldandi, er fyrst og fremst høvuðssøgan um ferðina hjá John Carter, tí hon er spennandi, fangandi og áhugaverd. Harafturat inniheldur filmurin nakrar spennandi actionsenur, dámligir persónar, sera flottar effektir og góðan tónleik. Eg má viðganga, at filmurin er onkuntíð langdrigin og seinur, men hann meira ofta undirhaldandi. Hann er verdur at hyggja eftir í hvussu er einaferð.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment