Thursday, April 12, 2012

The Hunger Games (2012)

Leikstjóri
Gary Ross
Hvat hava “Harry Potter”- og “Twilight”-filmarnir til felags? Teir eru allir gjørdir eftir eini røð av bókum, ið hava selt serstakliga væl. Av tí at filmarnir eydnaðust væl í biografunum, so gjørdust teir heimskendar filmsrøðir, sum altíð vunnu nógvir pengar í biografunum. Men nú er “Harry Potter” liðugt og “Twilight” nærkast endanum. So nú hava vit fingið ein film, sum eftir ætlanini skal byrja eina nýggja filmsrøð. Hesin filmurin eitur “The Hunger Games” og eins og við "Harry Potter" og "Twilight", so er hann ein filmatisering av eini væl umtóktari bók við sama heitinum. 

Søgan fer fram einaferð í framtíðini. Hon fer fram í einum landi, har íbúgvararnir búgva í 12 “distriktum” og einum høvuðsstaði. Høvuðsstaðurin eitur “The Capitol” og fólkini har eru rík, meðan fólkini í distriktunum eru fátøk. Hvørt ár skipar “The Capitol” fyri nakrir leikir, sum eita “The Hunger Games” (á føroyskum “hungursleikirnir”). Tá verða tvey ung úr hvørjum distrikti útvald til at luttaka í leikunum og tey skulu so berjast til deyðan, inntil ein persónur er eftir. Tann persónurin verður so vinnarin. Vit fylgja so eini ungari gentu úr distrikti nr. 12, sum eitur Katniss Everdeen (Jennifer Lawrence), ið endar við at verða ein av luttakarunum. Vit fylgja henni, meðan hon luttekur í leikunum.

Hesin filmurin er, sum sagt, ein filmatisering av bókini við sama heitinum. Hon er tann fyrsta bókin í eini røð av trimum bókum og ætlanin er, at allar skulu gerast til film. Eg byrjaði at lesa bókina, áðrenn eg sá filmin, men av tí at eg byrjaði stutt áðrenn eg skuldi síggja filmin, kom eg tíverri ikki sera langt. Eg náddi bara at lesa ein triðing av bókini, men mær dámdi hana sera væl. Hon var sera væl skrivað og spennandi. Tá eg so sá filmin, kundi eg síggja broytingarnar í fyrru helvtini av filminum. Hetta er ein góður, spennandi filmur, sum er ein góð byrjan á eina nýggja filmsrøð. Eg haldi, at bókin er betri, men filmurin er framvegis góður.

Leikstjórin er Gary Ross og hann dugir væl at siga frá søgum. Eg havi sæð nógvir filmar í ár, sum siga frá stórum pørtum av søguni gjøgnum frágreiðingar í staðin fyri at vísa, og tað er irriterandi og troyttandi, so tað er gott at síggja ein film, har søgan ikki verður bert søgd á tann hátt. Í staðin fyri at hava langar senur, har persónar greiða frá týdningarmiklum upplýsingum, inniheldur filmurin nógvar senur, har ongin tosar og man skilir søguna við bert at hyggja, og tað ger filmin meira fangandi. Tað er eisini nógv lættari at fylgja við, tá ið søgan verður søgd á tann hátt.

Framførslurnar eru sera góðar. Jennifer Lawrence gevur eina sera góða framførslu og riggar væl til høvuðsleiklutin. Hon vísir her, at hon hevur potentiali til at gerast ein stór filmsstjørna. Josh Hutcherson, sum eg ongantíð havi sæð fyrr í einum dramafilmi (eg havi ikki sæð "The Kids Are All Right"), gevur eisini eina sera góða, sannførandi framførslu. Woody Harrelson riggar eisini væl sum Haymitch og hann syrgir fyri nøkrum stuttligum løtum. Stanley Tucci er perfektur sum verturin í "The Hunger Games". Hann dugir sera væl at syrgja fyri, at verturin er yvirdrivið smílandi, uttan at vera irriterandi, og samstundis ein trúverdigur vertur.

Filmurin er eisini flott gjørdur og søgan er sera góð og áhugaverd. Man følir veruliga vandan við at vera uppi í leikunum. Tað følist sum um, at man kann verða dripin hvørja løtu og tað syrgir fyri nógvum spenningi. Mær dámar eisini væl forholdið millum Jennifer Lawrence og Josh Hutcherson. Tað er trúverdigt og væl uppbygt. Hesin filmurin er undirhaldandi og spennandi, og tann originala søgan ger filmin til meira enn bert gott undirhald.

Men filmurin hevur eisini nakrar trupulleikar. Sum eg segði í áðni, so las eg ein triðing av bókini áðrenn, og eg helt, at tær flestu broytingarnar vóru góðar, men har vóru nakrar, sum ikki vóru sera góðar. Tann eina er, at í filminum fáa vit ikki sera nógv at vita um baksøguna hjá landinum, sum persónarnir búgva í. Tað varð greitt frá væl í bókini. Tað hevði riggað betri, um man visti meir um tað, tí tað er ein góð frágreiðing um, hvussu leikirnir vórðu skaptir og sovorðið. Men vit fáa eitt sindur at vita í filminum, so tað er ikki ein stórur trupulleiki. 

Ein annar trupulleiki er persónleikin hjá Haymitch. Hann verður næstan ikki útviklaður í filminum og tað er spell, tí í bókini lærir man hann betri at kenna. Ein annar trupulleiki við filminum er, at Gary Ross ristir onkuntíð kameraið ov nógv. Hann ristir faktiskt kameraið gjøgnum tað mesta av filminum og eg havi sæð nógv fólk kritisera tað. Eg helt sjálvur, at tann effektin riggaði væl, men í summum actionsenum órógvaði tað.

Men samanumtikið er "The Hunger Games" ein rættiliga góður filmur. Hann er ikki fantastiskur, men góður og spennandi. Bókin er betri, men hetta er kortini ein góð filmatisering. Eg eri glaður fyri, at hesin filmurin fer at byrja eina nýggja filmsrøð, tí hetta er ein sera góð, áhugaverd søga. Leikararnir rigga eisini væl til leiklutirnar og persónarnir eru dámligir, so hetta er ein lovandi byrjan til eina nýggja filmsrøð.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment