Wednesday, May 2, 2012

The Avengers (2012)

Leikstjóri
Joss Whedon
Eg havi sagt fyrr, at mær dámar sera væl superhetjufilmar. Tá ið teir eru væl gjørdir, so eru teir sera undirhaldandi og fangandi. Eg var tískil spentur til at síggja hendan filmin. Mær dámdi sera væl hugskotið um, at hava m.a. Iron Man, Thor, Captain America og The Hulk í sama filmi. Men tað er torført at syrgja fyri, at eitt sovorðið ambitiøst projekt ikki skuffar. Eg havi sæð filmar, sum ikki liva upp til teirra potentiali, men tíbetur er “The Avengers” ein undantøka. Hesin filmurin livir upp til sítt potentiali og er, eftir mínari meining, tann besti Marvel-superhetjufilmurin higartil. Ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í ár.

Gudurin Loki (Tom Hiddleston) kemur niður til jarðar og ætlar sær at brúka eitt serligt, yvirnáturligt objekt til at fáa óendaliga styrki. Ta styrkina ætlar hann sær so at brúka til at yvirtaka jørðina og gerast valdsharri yvir øllum menniskjunum. Nick Fury (Samuel L. Jackson) ger tí av, at sameina aftur eitt lið av superhetjum - sum annars var niðurtikið - ið kallast The Avengers. Limirnir í liðnum eru Iron Man (Robert Downey Jr), Thor (Chris Hemsworth), The Hulk (Mark Ruffalo), Captain America (Chris Evans), Hawkeye (Jeremy Renner) og Black Widow (Scarlett Johansson). Nú noyðast tey at arbeiða saman, fyri at steðga Loki.

Ein stór avbjóðing við hesum filminum er, at vit hava fleiri høvuðspersónar. Tað er torført at syrgja fyri, at allir høvuðspersónarnir fáa okkurt at gera og følast neyðugir fyri søguna. Men Joss Whedon, sum hevur skrivað og leikstjórnað filmin, klárar tað væl og virðiliga. Hann syrgir fyri, at vit læra allir høvuðspersónarnir at kenna og fær okkum til at dáma teir. Tað er eisini týdningarmikið, at allir limirnir í liðinum følast neyðugir fyri søguna og tað syrgir Joss Whedon eisini fyri. Allir persónarnir hava hvør sína styrki og teirra samstarv riggar sera væl. Joss Whedon dugir eisini sera væl at skifta sjónarhorn millum persónarnir og syrgja fyri, at allir hava hvør sín persónleika og týdning fyri liðið. Harafturat eru allir persónarnir, sum vit kenna frá hinum Marvel-superhetjufilmunum, enn teir somu. Teirra persónleikar eru ikki broyttir og tað er sera undirhaldandi at síggja hesar hetjurnar arbeiða og tosa saman.

Framførslurnar eru sera góðar og sannførandi. Robert Downey Jr. er framvegis líka stuttligur og sannførandi sum Tony Stark (Iron Man); og hann kemur við nógvum stuttligum sitatum. Allir høvuðsleikarnir geva góðar, sannførandi framførslur. Chris Hemsworth dugir væl at vera bæði álvarsamur og stuttligur, tá tað er neyðugt, Chris Evans er sera sannførandi sum tann álítandi Captain America, Samuel L. Jackson er sera góður sum vanligt, og Scarlett Johansson og Jeremy Renner rigga eisini yvirraskandi væl til liðið. Eg havi ikki sæð filmin "The Incredible Hulk", so eg veit ikki, hvussu Edward Norton riggaði sum Bruce Banner (The Hulk). Í hesum filminum verður Bruce Banner leiktur av Mark Ruffalo og eg helt, at hann var perfektur til leiklutin. Hann uppførir seg sum ein fólkaligur professari, men samstundis sær man á honum, at hann kann verða óður hvørja løtu - harafturat líkist hann The Hulk. Men tann besta framførslan í filminum kemur frá Tom Hiddleston. Hann er fantastiskur sum Loki og tann besti Marvel-skurkurin higartil.

Hesin filmurin hevur eisini tær bestu actionsenurnar, sum eg havi sæð higartil í ár. Tær eru sera spennandi, fangandi og undirhaldandi. Summar actionsenur vóru so spennandi og imponerandi, at eg sat ovfarin og gløddi at skerminum. Filmurin er eisini sera stuttligur. Superhetjufilmar plaga ofta at innihalda løtur, sum eru bert eitt sindur stuttligar, men hesin inniheldur løtur, sum eru sera stuttligar - sera góðar jokes, sum fingu meg og áskoðararnir til at flenna hart. Eitt annað, sum eisini er serstakliga gott, er dialogurin. Hann er sera væl skrivaður. Hann kann bæði vera áhugaverdur og stuttligur. Harafturat virkar filmurin als ikki langdrigin, hóast hann er meir enn tveir tímar langur. Hann gongur alla tíðina við einum skjótum, passaligum tempoi og tað ger hann undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Hann hevur eisini eina passaliga balansu millum action, skemt og drama.

"The Avengers" er tann besti Marvel-superhetjufilmurin higartil. Ein fantastiskur, undirhaldandi actionfilmur. Hann inniheldur m.a. eina góða søgu, gott drama, fantastiskar actionsenur, dámligir persónar og sera stuttligt skemt. Joss Whedon hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði bæði sum rithøvdundur og leikstjóri. Hann hevur m.a. skrivað eitt sera gott handrit, sum syrgir fyri, at allir høvuðspersónarnir fáa okkurt at gera og eru dámligir, djúpir og týdningarmiklir fyri søguna. Marvel hava gjørt nógv burturúr, fyri at byggja upp til hendan filmin, og úrslitið er als ikki skuffandi. Hetta er poppkorn-undirhald, tá ið tað er best. Eg gevi "The Avengers" toppkarakter. Innan fyri superhetju-sjangruni er hetta 5-stjørnað undirhald. Nú sigi eg ikki, at hann er ein "Best Picture"-verdigur filmur ella líka góður t.d. "The Dark Knight". Eg sigi bara, at innan fyri action- og superhetju-sjangruni - og sum ein undirhaldandi blockbuster-filmur - so er hetta 5-stjørnað undirhald.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment