Thursday, May 10, 2012

Battleship (2012)

Leikstjóri
Peter Berg
Summir filmar eru bert ætlaðir at vera meiningsleyst undirhald. Eg kann gott dáma slíkar filmar, tí teir eru onkuntíð stuttligir at hyggja eftir. Eitt gott dømi er tann fyrsti "Transformers"-filmurin. Søgan er býtt og persónarnir eru ikki djúpir, men filmurin er kortini undirhaldandi. Hann er bara býtt, meiningsleyst undirhald. Eg væntaði so, at "Battleship" fór at vera tað sama. Ein býttur, meiningsleysur, men tó undirhaldandi actionfilmur - hvat skal man annars vænta, tá hann er gjørdur eftir einum borðspæli? Treylarin fekk hann enntá til at síggja út sum ein kopi av "Transformers".

Søgan er um ein ungan mann, sum eitur Alex Hopper (Taylor Kitsch). Hann er sjálvglaður og ger nógv býtt, so beiggi hansara (Alexander Skarsgaard), sum er sjómaður í herflotanum, biður hann koma uppí herflotan. Tað vísir seg eisini, at daman hjá Alex (leikt av Brooklyn Decker) er dótturin hjá admiralinum (Liam Neeson). Tá ið herflotin so fer til skips, lendir eitt rúmdarskip í havinum. Tað vísir seg, at NASA hava brúkt ein serstakan satellit til at samskifta við nakrar rúmdarverur, og tað hevur tíverri havt við sær, at tær nú eru komnar fyri at yvirtaka jørðina.

Tað ljóðar sum ein sera eyðkend søga og tað er tað eisini. "Battleship" er ein sera týpiskur, kliché-agtigur "alien invasion"-filmur; t.v.s. ein filmur um rúmdarverur, sum royna at yvirtaka jørðina. Men sum eg segði í áðni, so væntaði eg, at hann fór ikki at vera meira enn meiningsleyst undirhald. Var hetta so ein undirhaldandi actionfilmur sum væntað? Nei, ikki heilt. Hesin filmurin er tíverri ikki sera góður. Hann er ikki gott undirhald.

Men har eru nøkur góð ting við filminum. Mær dámdi faktiskt væl fyrru helvtina av honum. Í uml. fyrsta hálva tímanum fylgja vit gerandisdagin hjá Alex Hopper og tað riggaði faktiskt sum heild væl. Tað var stuttligt og áhugavert, hóast tað ikki var nakað originalt. Taylor Kitsch var ein dámligur høvuðspersónur og har var eisini ein stuttlig sena nær við byrjanini, har Alex royndi at bróta inn í ein handil. Eg má eisini siga, at effektirnar í filminum eru sera flottar og sannførandi. Mær dámdi serliga senuna, tá ið herflotin fann rúmdarskipið úti á havinum. Hon var spennandi, undirhaldandi og væl uppbygd. Harafturat hevur filmurin eisini nakrar flottar actionsenur. Men tá ið filmurin so kom til seinnu helvtina, gavst hann spakuliga við at vera undirhaldandi. Actionsenurnar gjørdust keðiligar og endurtakandi, tí man sær oftast bara herskipini og rúmdarfarið skjóta ímóti hvørjum øðrum. Tað verður man troyttur av aftaná eina løtu.

Viðvíkjandi framførslunum í filminum, so eru tær fyri tað mesta hampuligar, men ikki nakað serligt. Taylor Kitsch er dámligur og ger eitt gott arbeiði, men er tó eitt sindur stívur og ein-dimensionellur. Hinar framførslurnar eru antin bert hampuligar ella vánaligar, burtursæð frá Liam Neeson. Hann er sera sannførandi sum admiralurin og óivað tann besti sjónleikarin í filminum, men tíverri er hansara leiklutur lítil. Rihanna gevur eina vánaliga framførslu og mær dámdi hana als ikki. Hon dugir ikki at spæla sjónleik og hennara endamál í filminum er bara at koma við óneyðugum, vánaligum jokes'um og sitatum, og tað ger hana ódámliga og irriterandi.

Eg skal royna at lýsa hinir trupulleikarnir við filminum í stuttum. Fyri tað fyrsta er skemtið ófatiliga vánaligt. Senan, tá ið Alex brýtur inn í handilin, er stuttlig, men burtursæð frá tí, so eru allar jokes'nar vánaligar. Dialogurin er eisini vánaligur og so kliché-agtigur, at man klárar onkuntíð at gita frammanundan, hvat persónarnir fara at siga. Søgan er eisini ov tunn og forútsigulig í seinnu helvtini av filminum; og tað gjørdi, so at har var ongin spenningur. Hon er eisini full av løtum, har tað sær út sum um, at onkur fer at doyggja, men so kemur okkurt knappliga í síðstu løtu og bjargar viðkomandi. Tað gjørdist bara endurtakandi og forútsiguligt. Harfaturat fáa vit onki at vita um rúmdarverurnar. Vit fáa onki at vita um, hvørjar tær eru og hví tær royna at yvirtaka jørðina.

Ein annar stórur trupulleiki er, at man leggur onki í persónarnir. Høvuðspersónarnir eru so tunnir og ein-dimensionellir, at man leggur onki í teir. Alex Hopper er dámligur í byrjanini, men tá ið hann so fer í kríggj ímóti rúmdarverunum, verður hann bara ein ein-dimensionellur, stereotýpiskur hermaður og tað ger hann óinteressantan. Hansara persónsmenning er eisini illa skrivað og gongur ov skjótt fyri seg. Filmurin hevur eisini nakrar irriterandi persónar, sum bert eru har fyri at koma við vánaligum jokes'um og tað er øgiliga irriterandi. Eg má eisini leggja afturat, at meðan summar actionsenur eru undirhaldandi, so eru aðrar irriterandi og frusterandi. Peter Berg ristir onkuntíð kameraið ov nógv og syrgir fyri, at sólarljós skínur í kameraið, og tað er strævið at hyggja eftir. Harafturat eru ljóð-effektirnar onkuntíð so harðar og larmutar, at man fær hug at halda fyri oyrini.

Eg havi onki ímóti at hyggja eftir einum filmi, sum er meiningsleyst undirhald, men "Battleship" hevur ov nógvar trupulleikar fyri at vera tað. Ja, í fyrru helvtini er hann okey, men í seinnu helvtini verður hann keðiligur, irriterandi og forútsiguligur. Tá ið ein slíkur filmur ikki er undirhaldandi, so ber tað ikki til at ignorera feilirnir. Manuskriptið er vánaligt og fult av kliché'um, søgan er ov forútsigulig, høvuðspersónarnir eru óinteressantir og skemtið er sera vánaligt. Filmurin hevur nakrar undirhaldandi actionsenur, men tær bestu eru í fyrru helvtini av filminum. Samanumtikið er hesin filmurin ikki nakað serligt. Hann verður bara keðiligur og irriterandi í seinnu helvtini; og tað ger, so at man verður skuffaður av honum.

2 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment