Wednesday, May 31, 2017

Pirates of the Caribbean: Salazar's Revenge

Johnny Depp er farin aftur til ein av hansara kendastu leiklutum, Captain Jack Sparrow. "Pirates of the Caribbean" er ein tann mest vælumtókta filmsrøðin hjá Disney. Eittarin kom út í 2003 og hetta er fimti filmurin í røðini.

Tuesday, May 2, 2017

Guardians of the Galaxy Vol. 2

Eftir ein langan steðg, so havi eg avgjørt at ummæla filmar aftur. Nú nærkast summarfrítíðin og tá útgeva Hollywood stórir poppkornfilmar. Satt at siga er "Guardians of the Galaxy Vol. 2" ein filmur, sum eg havi glett meg til í nøkur ár. Eg eri ein stórur fjeppari av eittaranum. Tað er satt at siga mín yndissuperhetjufilmur hjá Marvel. Mær dámar sera væl persónarnir og eg gleddi meg til, at síggja tey aftur.