Johnny Depp er farin aftur til ein av hansara
kendastu leiklutum, Captain Jack Sparrow. "Pirates of the Caribbean" er ein
tann mest vælumtókta filmsrøðin hjá Disney. Eittarin kom út í 2003 og hetta er
fimti filmurin í røðini.
Ein fíggindi hjá Captain Jack Sparrow (Johnny
Depp), sum eitur Salazar (Javier Bardem), er flýddur og vil hevna seg. Jack
avger, at fara út at leita eftir einum gandakendum luti, "Trident of Poseidon".
Stjørnufrøðingurin Carina (Kaya Scodelario) og Henry Turner (Brenton Thwaites) –
sonur Will og Elizabeth – koma við.
Eg eri ikki ein stórur fjeppari av røðini. Mær dámar
eittarin, men hann er ikki ein av mínum yndisfilmum. Hann er undirhaldandi og
stuttligur. Mær dámar best Captain Jack Sparrow og Barbossa, men eri ikki áhugaður í summum persónum – m.a. Will Turner. "Pirates of the Caribbean:
Salazar’s Revenge" bjóðar undirhaldandi løtur, men er samanumtikið eitt
vónbrot.
Filmurin er leikstjórnaður av Joachim Rønning og
Espen Sandberg. Mær dámdi sera væl teirra seinasta film, "Kon-Tiki" – ein sera
góður norskur filmur. Eg eri skuffaður av teirra verki hesuferð. Kanska megnaðu
teir ikki, at skifta til ein stóran Hollywood film. Actionsenurnar eru illa
leikstjórnaðar og myndatøkan er ofta ov myrk. Einaferð hoppar Captain Jack
Sparrow á kanónum og man sær einki. Kameraið flýgur í ymsar ættir og umhvørvið
er bølamyrkt. Onkuntíð er klippingin ov skjót og man sær illa bardagarnir.
Tíbetur er skemtið framvegis gott, og mær dámar framvegis
Captain Jack Sparrow og Barbossa. Johnny Depp og Geoffrey Rush eru sera góðir
og undirhaldandi. Javier Bardem gevur eina góða framførslu, men leikluturin er
rættiliga kliché. Hann er ein týpiskur skurkur, sum ikki er sera áhugaverdur. Eg
var heldur ikki áhugaður í Henry og Carina. Tey eru keðiligir høvuðspersónar – serliga
samanborið við Captain Jack Sparrow og Barbossa. Mín yndissena er fyrstu ferð, tá vit hitta
Captain Jack Sparrow. Tað er ein stuttlig, yvirdrivin og undirhaldandi actionsena
við góðum skemti og flottum effektum. Mær dámar væl senur, tá ið Jack er í vanda og má finna eina loysn, fyri at yvirliva.
Hetta er tann stytsti filmurin í røðini, men tíverri megnar hann ikki at vera undirhaldandi frá byrjan til enda. Hann verður langdrigin í seinnu helvtini, av tí at søgan er tunn og skurkurin er óinteressantur. Harumframt er klimaksið vánaligt og illa leikstjórnað. Tað hevur ringa ávirkan á allan filmin, tí øll søgan byggir upp til tað. Senan hevur nakrar góðar effektir, men er annars illa upptikin, illa skrivað og skuffandi. "Pirates of the Caribbean: Salazar's Revenge" er ikki sera minniligur, hóast hann hevur gott skemt og nakrar undirhaldandi senur. Umframt at søgan er tunn, so er tað eisini ein stórur trupulleiki, at actionsenurnar eru illa upptiknar. Tær eru ein av høvuðsorsøkunum til, at man hyggur eftir hesi filmsrøðini í biografinum.

2,5 / 5
stjørnur
Leikstjórar: Joachim Rønning,
Espen Sandberg
Leikarar: Johnny Depp, Javier
Bardem, Brenton Thwaites, Kaya Scodelario, Kevin McNally, Geoffrey Rush
Ár: 2017
No comments:
Post a Comment