Í fjør kom ein rúgva av teknifilmum út, men eg ummælti bara tríggir. Eg havi tí valt at gera eina roynd. Hvønn týsdag og hósdag hendan mánaðin fari eg at ummæla ein teknifilm, sum kom út í 2016 – m.a. "Moana" og "Sing". Tað verður í alfabetiskari raðfygju og fyrsti filmurin er "Kubo and the Two Strings".
Søgan fer fram í Japan og vit fylgja dronginum Kubo (Art Parkinson). Hann er dugnaligur søgusigari og tónleikari, sum eigur eitt gandakent ljóðføri. Hann noyðist at flýggja, tá hann verður jagstraður av sínum óndu mostrum (Rooney Mara) og abba (Ralph Fiennes). Hann fær hjálp frá Monkey (Charlize Theron) og Beetle (Matthew McConaughey).
"Kubo and the Two Strings" kemur frá Laika, sum er felagið handan "Coraline" og "Paranorman". Tey eru kend fyri teirra "stop motion" animatión og hesin filmurin er ótrúliga flott gjørdur. Hann brúkar bæði handaligt "stop motion" og teldugjørda animatión, og úrslitið er fantastiskt. Litirnir eru vakrir, bakgrundirnar eru detaljeraðar og persónarnir eru flott gjørdir.
Hetta er ein góð, rørandi, kreativ og dapur søga. Hesin filmurin er ikki barnsligur. Hann er dapur, ógvusligur og eitt sindur óhugnaligur. Børn kunnu hyggja eftir honum, vissu tey tola óhugnaligar senur, men hann er ikki hóskandi fyri tey yngstu. Mær dámar væl, at Laika tora at gera okkurt øðrvísi og dapurt. Tey viðgera álvarsom evnir hesum teknifilminum. Samstundis er skemtið stuttligt og syrgir fyri, at stemningurin eisini kann vera lættur og undirhaldandi. Røddirnar eru sera góðar og hóskandi.
Mær dámar væl "Kubo and the Two Strings", men eg kann ikki siga, at tað er mín yndisteknifilmur frá 2016. Eg havi sæð hann tvær ferðir og mær dámdi hann betri fyrstu ferð. Søgan var óforútsigulig og eg varð imponeraður. Tá ið eg sá hann umaftur, uppdagaði eg, at søgan var ikki líka fangandi og persónarnir vóru ikki líka minniligir. Tað merkir ikki, at filmurin er vánaligur. Hann er framvegis góður, rørandi og sera flott gjørdur.
3,5
/ 5 stjørnur
Leikstjóri: Travis Knight
Leikarar: Charlize Theron, Art Parkinson, Ralph
Fiennes, Rooney Mara, George Takei,
Matthew
McConaughey
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment