Umframt
Pixar filmin "Finding Dory", so góvu Disney tveir aðrir teknifilmar út í fjør. Fyrst
kom "Zootropolis" og at enda "Moana", sum varð leikstjórnaður av Ron Clements
og John Musker – danska heitið er "Vaiana". Teir hava arbeitt hjá Disney í fleiri ár og leikstjórnaðu m.a.
"The Little Mermaid", "Aladdin" og "Hercules".
"Moana" er um eina tjóð í Polynesia. Fyri nógvum árum síðani varð alt landið sett av illum anda, orsakað av hálvgudinum Maui (Dwayne Johnson). Tannáringurin Moana (Auli’i Cravalho), sum er dóttir høvdinganum (Temuera Morrison), vil seta landið í frælsi og siglur tí út á hav, fyri at leita eftir Maui.
Hetta er ein
sera góður og sjarmerandi Disney teknifilmur, sum líkist teirra eldri filmum. Tað
er ein sangfilmur við kliché’um, sum sæst í Disney filmum frá 1990’unum, men
tað er væl gjøgnumført. Hann tekur kliché’irnar og broytir tær eitt sindur –
t.d. Moana sigur, at hon er ikki ein prinsessa, hóast hon er dóttir
høvdinganum. Disney gera onkuntíð gjøldur burtur úr sær sjálvum og tað er rættiliga snilt.
Mær dámar sera
væl søguna og persónarnir. Bæði Moana og Maui eru dámlig, og mær dámar væl, at
havið er livandi. Tað uppførir seg sum eitt menniskja og tað syrgir fyri nøkrum
stuttligum løtum. Røddirnar eru gó ðar og hóskandi. Dwayne
Johnson er so mikið sjarmerandi, at hann klárar at gera ein sjálvglaðan persón dámligan.
Søgan er ikki original, men kortini góð og væl skrivað. Hon byrjar á eini
oyggj, har ið man upplivir mentanina í Polynesia, og broytist síðan til eina spennandi
ferð tvørtur um havið. Samstundis er tað áhugavert at læra, hvussu persónarnir finna
leiðina úti á havninum.
Animatiónin er
fantastisk og vøkur. Oyggjarnar eru litríkar og havið er sera flott gjørt. Ein
tann flottasta senan er í byrjanini, tá ið Moana sum barn gongur ein túr á
strondini. Tað er vert at síggja, hvussu havið flytir seg tá – sera vøkur
animatión. Tónleikurin er fantastiskur og minniligur. Sangirnir vórðu skrivaðir
av m.a. Lin-Manuel Miranda, sum er kendur fyri sangleikin "Hamilton". Hetta eru
nakrir av bestu Disney sangunum í nýggjari tíð – "We Know The Way" er mín yndissangur í filminum.
Skemtið er
gott, men størstiparturin er mest hóskandi fyri børn – tey fara at dáma tað betri enn tey vaksnu. Eg flenti nakrar ferðir, men eg haldi ikki, at hetta er ein tann stuttligasti filmurin hjá Disney. Hann er kortini undirhaldandi fyri øll, so tað er ikki ein stórur trupulleiki. Um eg skal koma við kritikki, so er okkurt av skemtinum vánaligt, sangurin "Shiny" er ikki líka góður sum hinir og søgan er eitt sindur forútsigulig, av tí at hon hevur nógvar kliché'ir.
Tey seinastu árini hava Disney hava
gjørt nógvir góðir teknifilmar og "Moana" er ein av teimum,
sum mær dámar best. Søgan og persónarnir eru góðir, animatiónin er sera vøkur
og sangirnir eru minniligir. Eitt tað besta er umhvørvið í filminum. Søgan fer
fram í Polynesia, og animatiónin, stemningurin og tónleikurin syrgja fyri, at man upplivir tað. Tónleikurin er hóskandi og umhvørvið er skapt við so nógvum detaljum, at man verður tikin inn í eitt annað
land. Tað ger "Moana" til ein serligan film. Hann tekur hyggjaran burtur í
ein annan heim og tískil dámar mær hann serstakliga væl.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Ron Clements, John Musker
Leikarar: Auli’i
Cravalho, Dwayne Johnson, Rachel House, Temuera Morrison, Jemaine Clement,
Nicole Scherzinger, Alan Tudyk
Ár: 2016
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment