Í fjør útgóvu
DreamWorks "Kung Fu Panda 3" og tað er ein filmsrøð, sum er næstan 10 ára gomul.
Eg var ein stórur fjeppari av eittaranum, tá ið hann kom út og tað var
stuttligt at vitja røðina aftur. Eg havi avgjørt at royna okkurt øðrvísi og
skriva stutt ummæli av øllum filmunum.
Søgan fer fram í Kina og
vit fylgja panduni Po (Jack Black). Hann droymir um at duga kung fu, eins og
hetjurnar The Furious Five – Tigress (Angelina Jolie), Viper (Lucy Liu), Monkey
(Jackie Chan), Mantis (Seth Rogen) og Crane (David Cross). Tá ið bygdin verður
hótt av skurkinum Tai Lung (Ian McShane), verður Po brádliga útvaldur til at
berjast ímóti honum.
Hetta er ein sera góður og undirhaldandi
teknifilmur – ein av teimum bestu hjá DreamWorks. Po er ein dámligur og fittur
høvuðspersónur. Tai Lung er ein sera kulur og minniligur skurkur, sum hevur
eina góða baksøgu. Røddirnar eru góðar, og mær dámdi serliga Jack Black og Ian
McShane. Jackie Chan burdi fingið fleiri replikkir . Tónleikurin er sera
góður, skemtið er gott og actionsenurnar eru fantastiskar – eitt hæddarpunkt er
bardagin á brúnni. Mær dámar sera væl "slow motion"-effektirnar, sum
kunnu antin vera dramatiskar ella stuttligar. "Kung Fu Panda" er
eisini ein sera góður actionfilmur.
4 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Mark Osborne, John Stevenson
Leikarar: Jack Black, Angelina Jolie, Dustin Hoffman, Ian McShane, Jackie Chan, Lucy Liu, Seth Rogen, David Cross, James Hong, Randall Duk Kim, Michael Clarke Duncan,
Dan Fogler
Dan Fogler
Ár: 2008
Kung Fu Panda 2
Nú er Po
partur av The Furious Five og saman verja tey bygdina frá fíggindum. Heimurin
og "kung fu" samanumtikið verða hótt av páfuglinum Shen (Gary Oldman).
Samstundis byrjar Po at minnast sín barndóm.
Hetta er
ein góður eftirfylgjari, sum er meira dramatiskur enn eittarin. Ein annar
leikstjóri hevur tikið yvir og man sær munin. Jennifer Yuh Nelson hevur gjørt
eitt sera gott arbeiði. Hon leikstjórnaði fyrstu senuna í eittaranum og hennara
stílur hóskar væl til ein spælifilmin. Hesuferð er animatiónin flottari, meira
kreativ og litrík. Actionsenurnar eru sera góðar og tað er undirhaldandi, at
síggja Po og The Furious Five arbeiða saman. Bardagarnir virka vandamiklir og
eitt sindur ógvusligir, hóast tað er familjufilmur, men teir eru kortini hóskandi fyri børn. Hetta er ein góð, rørandi og persónlig søga. Vit læra Po
betri at kenna, so hetta er ein tveyari, sum byggir víðari á eittarin. Tíverri
er hesin filmurin ikki líka minniligur sum eittarin. Skurkurin er góður, men
mær dámdi betri Tai Lung. Annars er hetta samanumtikið ein sera góður og
flottur teknifilmur, sum er bæði stuttligur og dramatiskur.
4 / 5
stjørnur
Leikstjóri: Jennifer Yuh Nelson
Leikarar: J ack Black, Angelina Jolie, Dustin Hoffman, Gary Oldman, Jackie Chan, Lucy Liu, Seth Rogen, David Cross, James Hong, Michelle Yeoh, Danny McBride, Victor Garber,
Dennis Haysbert, Jean-Claude Van Damme
Dennis Haysbert, Jean-Claude Van Damme
Kung Fu Panda 3
Ein
dagin hittir Po sín biologiska pápa, Li (Bryan Cranston), og fær at vita, at aðrar
pandur framvegis eru til. Samstundis verður heimurin hóttur av einum skurki, Kai (J. K. Simmons).
"Kung Fu Panda 3" er fantastiskur, stuttligur og sera undirhaldandi. Hetta er óivað ein tann flottasti teknifilmurin hjá DreamWorks. Animatiónin er fantastisk og litrík. Heimurin er sera flott gjørdur og filmurin brúkar flottar "split screen"-effektir, ið líkjast eini teknirøð. Tað ger actionsenurnar meira spennandi, undirhaldandi og kreativar. Hetta følist sum ein stórur poppkornfilmur. Actionsenurnar er ikki bert undirhaldandi, men eisini stórar og spennandi.
Søgan er góð, djúp og hongur væl saman við hinir filmarnir. Tað er imponerandi, hvussu DreamWorks hava tikið eittarin, sum hevur eina einfalda søgu, og uppbygt eina stóra samanhangandi søgu til filmsrøðina. Skemtið er sera gott og skurkurin er góður. Hinvegin er tað spell, at The Furious Five hava minni leiklutir hesuferð. Tað hevði verið gott, um tey høvdu meira at gera. Harafturat verður søgan eitt sindur fløkjaslig nær við endanum – annars er hon góð. Tað er í løtuni óvist, um DreamWorks fara at gera fleiri filmar í røðini. Eg havi einki ímóti, um "Kung Fu Panda 3" er tann síðsti, tí hann er ein nøktandi endi.

4,5 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Alessandro Carloni, Jennifer Yuh Nelson
No comments:
Post a Comment