Tuesday, June 27, 2017

Trolls

"Trolls" fer fram í eini bygd við trøllum, sum altíð eru glað. Fyri nógvum árum síðani flýddu tey frá ódjórum, sum eta trøll. Ein dagin verður bygdin álopin og vinirnir hjá Poppy (Anna Kendrick) verða tikin. Hon fer tí í samstarv við Branch (Justin Timberlake) – tann einasti gronuti persónurin í bygdini – og saman fara tey út at bjarga vinirnir.

Eg var skeptiskur um filmin, tá ið eg sá fyrstu lýsingina. Hon var illa gjørd og hevði óhóskandi tónleik, so eg væntaði lítið. Úrslitið er betri enn væntað, men ikki serstakliga gott. "Trolls" er hóskandi fyri børn og tøkniliga flott gjørdur, men ikki sera áhugaverdur. Hetta er bert ein hampuligur teknifilmur, tí handritið er ikki líka gott sum animatiónin.

Alt tað tøkniliga er væl gjøgnumført og kreativt. Heimurin er flott gjørdur, og animatiónin er sera góð og litrík. Filmurin hevur eisini nógvar poppsangir og summir eru minniligir. Tað er gott, at filmsfólkini valdu sjónleikarar, sum duga væl at syngja – m.a. Anna Kendrick, Justin Timberlake, Zooey Deschanel og James Corden. Sjónleikararnir eru góðir – serliga Anna Kendrick  men ein teirra hóskar ikki til leiklutin. Røddin hjá Ron Funches hóskar ikki til Cooper, sum er ein av vinunum hjá Poppy.

Hetta er ein teknifilmur, sum man kann hyggja eftir fyri vøkrum myndum og undirhaldandi tónleiki. Tíverri er hann ikki sera minniligur, tí handritið kundi verið betri. Bæði søgan og persónarnir eru tunt skrivað. Ein tann størsti trupulleikin er annar høvuðspersónurin, Branch. Av tí at hann er illur og grenjutur, so er hann ódámligur. Longu tá ið hann segði sína fyrstu replikk, var hann irriterandi. Í hesum filminum riggar tað illa, at høvuðspersónarnir, Poppy og Branch, hava mótsættar persónleikar. Poppy er lukkulig og positiv, men Branch blívur við at svara ímóti og skelda.

Vinirnir hjá Poppy hava ikki sera djúpar persónleikar. Teirra leiklutir eru næstan bara at siga okkurt skemtiligt. Persónarnir eru ikki væl skrivaðir og tískil verður søgan ikki spennandi. Harumframt er skemtið einki serligt og eg flenti sjáldan. "Trolls" hevur sera góða og kreativa animatión, men er ikki sera minniligur. Heimurin er flott gjørdur, men verður vístur frá sjónarhorninum hjá einum gronutum persóni, sum einki dámar. Persónarnir burdu verið meira dámligir.

2,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Mike Mitchell, Walt Dohrn
Leikarar: Anna Kendrick, Justin Timberlake, Zooey Deschanel, Russell Bran, James Corden, Gwen Stefani, Christopher Mintz-Plasse, Christine Baranski, John Cleese 
Ár: 2016

No comments:

Post a Comment