Thursday, June 22, 2017

Storks

Lýsingarnar fyri teknifilmin "Storks" nevndu, at hann kemur frá sama felagnum, sum gjørdi "The Lego Movie". Tað er ein av teimum stuttligastu filmunum, sum eru komnir út nýliga. Er teirra næsti skemtifilmur eisini væleydnaður?

Søgan er um eina fyritøku við storkum, sum fyrr plagdu at geva familjum nýborin børn. Teir góvust og fóru ístaðin at bera post. Ein dagin kemur eitt bræv frá eini familju, sum ynskja eitt barn og maskinan framleiðir tað av óvart. Storkurin Junior (Andy Samberg) og unga kvinnan Tulip (Katie Crown) noyðast at bera barnið til familjuna.

Eitt tað fyrsta, sum eg uppdagaði, var tann skjóta og kreativa animatiónin. Persónarnarir flyta seg skjótt, strekkja armarnir út og gera stuttlig andlitsbrá. Stílurin minnir um filmin "Hotel Transylvania" og gamlir "Looney Tunes"-teknifilmar. "Storks" er ein góður, fittur og undirhaldandi teknifilmur, men teir mest minniligu partarnir eru skemtið og animatiónin.

Hetta er ein sera stuttligur filmur. Hvør einasta sena hevur eina rúgvu av jokes, og skemtið er óforútsiguligt og kreativt. Persónarnir eru stuttligir og fjasutir, og øll hava okkurt stuttligt at siga. Mær dámar væl m.a. Pigeon Toady (Stephen Kramer Glickan) og úlvarnir. Stuttligir sjónleikarar leggja rødd til persónarnir og øll hóska væl til. Mær dámar væl, tá ið Kelsey Grammer spælir ein sjálvglaður persónur. Hann dugir væl at gera tað stuttligt og hevur eisini eina góða rødd, sum hóskar væl til teknifilmar.

Søgan er góð, men kundi verið betri. Hon er fangandi, kreativ og lýsir væl, hvussu storkar arbeiða og bera børn til familjur. Men tað er ikki ein fantastisk søga, tí hon líkist bæði "Arthur Christmas" og "Monsters, Inc.". Hon er ikki nóg mikið minnilig ella spennandi, men hon klárar at fanga áhugan. Persónarnir eru góðir og dámligir, men kundu verið betri skrivaðir. Uttan at avdúka nakað, so granskar filmurin summar baksøgur hjá persónum, men brúkar ikki nóg mikið av tíð til tað. Hesir trupulleikarnir eru ikki stórir, men teir gera so, at filmurin ikki er fantastiskur sum heild.

"Storks" er annars ein sera væleydnaður skemtifilmur. Hann er sera stuttligur, og animatiónin er skjót og undirhaldandi. Persónarnir eru dámligir, søgan er hampuliga góð og tær dramatisku løturnar eru væleydnaðar. 
Ein góður og kreativur teknifilmur, sum er verdur at síggja, vissu man leitar eftir góðum skemti.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Nicholas Stoller, Doug Sweetland 
Leikarar: Andy Samberg, Katie Crown, Kelsey Grammer, Keegan-Michael Key, Jordan Peele, Anton Starkman, Jennifer Aniston, Ty Burrell, Stephen Kramer Glickman, Danny Trejo 
Ár: 2016

No comments:

Post a Comment