Sunday, December 25, 2016

Arthur Christmas

Bretska teknifilmsfelagið Aardman Animations hevur gjørt m.a. "Shaun the Sheep", "Chicken Run" og "Wallace and Gromit". Í 2011 gjørdu tey ein teknifilm, sum er satt at siga ein av teimum bestu jólafilmunum, ið eg nakrantíð havi sæð: "Arthur Christmas".

Filmurin fer fram á Norðpólinum og greiðir frá, hvussu jólamaðurin (Jim Broadbent) klárar at ferðast runt um jørðina í eina nátt og geva børnunum gávur. Hann brúkar eitt skjótt rúmdarfar og arbeiðir saman við eini rúgvu av nissum – leiddar av soninum, Steve (Hugh Laurie). Tað er jólaaftan og gávurnar verður givnar út sum vanligt, men ein smágenta í Onglandi verður av óvart gloymd og fær einki. Hin sonurin hjá jólamanninum, Arthur (James McAvoy), sum arbeiðir við at svara brøvum, tekur synd í henni og vil rætta feilin. Hann fer tí avstað við gomlu flúgvandi sleðuni hjá abbanum (Bill Nighy) mitt um náttina og roynir at geva henni gávuna áðrenn sólarris – tá verður 1. jóladagur og gávurnar verða latnar upp.

Hetta er ein fantastiskur og kreativur jólafilmur. Vit hava sæð nógvir jólafilmar um fólk, sum mugu loysa jólamannin av og geva gávur út, men hesin gjøgnumførir tað hugskotið á ein nýggjan máta. Søgan er um m.a. munin milllum gamalt og nýtt tøkni. Hvat hendir, um man brúkar eina gamla sleðu við einum korti, í staðin fyri eitt tíðarhóskandi rúmdarfar við GPS? Tann nýggja tøknin riggar ofta betri, men kann eisini hava stórar avleiðingar – í hesum førinum fekk ein genta onga gávu, orsakað av einum teldufeili. Tað er eitt áhugavert evni, sum syrgir fyri stuttligum skemti.

Hetta er ein sera stuttligur og undirhaldandi filmur. Skemtið er óforútsiguligt og dialogurin er væl skrivaður. Allir persónarnir eru dámligir – teir flestu eru stuttligir – og røddirnar eru sera góðar. James McAvoy er dámligur og sjarmerandi sum Arthur. Hann dugir væl at spæla ein barnsligur og glaður persónur, sum eisini kann vera stúrin og bangin – ein óvanligur leiklutur hjá honum. Hugh Laurie er sera góður og perfektur til leiklutin sum Steve. Hetta er ein gronutur og óreinur persónur, sum eisini er perfektionist, og Hugh Laurie ger tað stuttligt. Eg kendi ikki røddina hjá Bill Nighy aftur og hann er sera stuttligur sum abbin.

Animatiónin er vøkur og líkist eitt sindur "stop motion", ið er vanligi stílurin hjá Aardman. Senurnar við flúgvandi sleðuni eru fantastiskar. Man sær alt frá sjónarhornunum hjá fólkunum umborð, so tað følist sum um, at man fer á eina fantastiska flogferð. Vit hava sæð nógvir jólafilmar við flúgvandi sleðum og hesin ger tað til eina uppliving. Men tað besta er, at filmurin er sera jólaligur. Tónleikurin er vakur, høvuðspersónurin, Arthur, elskar jól, og persónarnir tosa nógv um jól. Allur stemningurin er jólaligur og tískil verður hyggjarin í jólahýri. Eg var í sera góðum lag.

"Arthur Christmas" er ein fantastiskur, stuttligur og kreativur teknifilmur. Eftir mínari meining er hann ein av heimsins bestu jólafilmum, tí hann sigur eina kreativa søgu um jól og ger so at hyggjarin verður í jólahýri – ein perfektur jólafilmur. Søgan er original og fangandi – ein spennandi ferð við eini flúgvandi sleðu – og lýsir væl munin millum gamalt og nýtt. Harumframt er endin sera rørandi og nøktandi. Um man skal samanbera filmar um jólamannin, so er hetta ein tann besti í nýggjari tíð.

5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Sarah Smith
Leikarar: James McAvoy, Hugh Laurie, Bill Nighy, Jim Broadbent, Imelda Staunton, 
Ashley Jensen, Eva Longoria, Michael Palin
Ár: 2011


No comments:

Post a Comment