Denis
Villeneuve er ein leikstjóri, sum er stutt síðan vorðin kendur. Tey seinastu trý árini hevur hann leikstjórnað m.a. "Prisoners" og "Sicario", og í løtuni er hann í holt við "Blade Runner 2049", sum kemur út næsta ár – eftirfylgjarin til
"Blade Runner" hjá Ridley Scott. Hansara nýggjasti filmur er "Arrival".
Hetta er ein innviklaður filmur, sum eg ikki vil avdúka nógv av og tí fari eg ikki at tulka hann – ístaðin ummæli eg hann sum vanligt. Søgan er um nøkur rúmdarfør, sum lenda í ymiskum londum á jørðini. Gáfuførar rúmdarverur eru komnar og eingin veit orsøkina. Tað ber ikki til at samskifta við tey, tí tey tosa eitt ókent mál. Tískil verður málvísindakvinnan Louise (Amy Adams) sett í starv hjá amerikanska herinum, fyri at umseta teirra mál og samskifta við tey. Uppgávan krevur, at hon fer umborð á eitt rúmdarfar saman við alisfrøðinginum Ian (Jeremy Renner) og oberstinum GT Weber (Forest Whitaker).
Eg
havi bert lýst handlingina, tí søgan er sera djúp. Hon gevur hyggjaranum nógv at
tulka og hugsa um aftaná. Summir spurningar verða ikki svaraðir og man noyðist
at rokna teir út sjálvur. Men tað ger hetta til ein sera góðan og áhugaverdan
film – óivað ein av ársins bestu. Søgan er sera áhugaverd, fangandi og
spennandi. Hetta er ein sera realistisk lýsing av, hvussu menniskju høvdu
reagerað, um rúmdarverur komu. Fólkini hava ymiskar meiningar, summi eru bangin
og onnur eru forvitin. Øll ivast í, hvat tey skulu gera í hesi støðuni.
Filmurin
er sera væl leikstjórnaður av Denis Villeneuve. Tann fyrsta senan, tá ið høvuðspersónarnir
fara umborð á rúmdarfarið, er sera nervapirrandi og væl gjøgnumførd. Tempoið er
passaliga seint, ljóðið er hart og man verður sera nervøsur. Man veit ikki, hvat
fer at henda og umhvørvið er sera flott gjørt. Effektirnar eru fantastiskar og diskretar.
Filmurin brúkar ikki ov innviklaðar effektir og tað er torført at rokna út,
hvat er veruligt ella teldugjørt. Harafturat var eg so mikið gripin av søguni,
at eg hugsaði ikki um tað. Framførslurnar eru sera góðar, serliga Amy Adams, ið hevur høvuðsleiklutin.
Hetta
er ein sera væleydnað samanseting av sjangrunum "science fiction" og
spenningur. Partar av filminum eru nervapirrandi og aðrir eru meira gátuførir.
Hetta er fyrst og fremst ein "science fiction"-filmur, sum sigur eina djúpa og
gátuføra søgu. Denis Villenueve brúkar síðan spenning til gera senunar fangandi
– eitt gott samstarv millum filmsrithøvundin, Eric Heisserer, og leikstjóran. Tað kann tó vera, at summi ikki fara at dáma hendan filmin, tí hann hevur eitt seint tempo og eina gátuføra søgu. Slíkir filmar kunnu fara bágar vegir, men eftir mínari meining er "Arrival" ein av ársins bestu filmum. Ein sera góður, áhugaverdur og minniligur "science fiction"-filmur, hóast eg ikki skilti alla søguna – hon var kortini fangandi frá byrjan til enda.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri:
Denis Villeneuve
No comments:
Post a Comment