Í fjør byrjaði ein nýggj røð av "Star Wars"-filmum við "The
Force Awakens" – nummar 7 í røðini. Eftirfylgjarin kemur út næsta ár, so í ár
hava Disney í staðin gjørt ein annan film, sum fer fram áðrenn fýrarin – tískil
ein meira sjálvstøðug søga.
"Rogue One: A Star Wars Story" er um eina unga kvinnu, Jyn
Erso (Felicity Jones), sum varð skild frá foreldrunum, tá hon var lítil. Pápi
hennara, Galen Erso (Mads Mikkelsen), varð tikin av skurkum úr The Empire og
biðin um at sniðgeva teirra nýggja rúmdarskip, The Death Star. Nú fer Jyn út at
leita eftir honum saman við nøkrum uppreistrarfólkum.
"The Force Awakens" var ein eftirfylgjari og tískil ein filmur, sum fólk
gleddu seg til og væntaðu nógv av. Hesin filmurin er meira ókendur og sjálvstøðugur.
Hann byrjar eina nýggja søgu og bjóðar fleiri nýggir persónar. Søgan hongur
saman við fýrarin, men leggur dent á, at gera okkurt nýtt og øðrvísi. Tað
er ein góð roynd, men úrslitið er miseydnað.
Tann síðsti triðingurin av filminum er undirhaldandi, men restin
er keðilig og hevur ov lítið innihald. Søgan er tunn og langdrigin, men tann
størsti trupulleikin er, at persónarnir eru keðiligir. Jyn er ikki sera áhugaverd,
Cassian Andor (Diego Luna) er ódámligur og ófólkaligur, og onnur eru ikki sera
væl skrivað. Robotturin K-2SO (Alan Tudyk) er eitt sindur stuttligur, men ikki
nóg mikið til at vera minniligur. Hann er ein minni góð útgáva av C-3PO.
Jyn og Cassian skeldast gjøgnum størstapartin av filminum og
tað er ikki undirhaldandi. Hesir høvuðspersónarnir hava ikki gott samanspæl. Tað
er ikki orsakað av sjónleikarunum, tí øll geva góðar framførslur – tað er
orsakað av handritinum, sum manglar áhugaverdir persónar. Mær dámdi serliga framførslurnar
hjá m.a. Mads Mikkelsen og Forest Whitaker. Tað er eisini gott at hoyra røddina
hjá James Earl Jones aftur sum Darth Vader. Hansara senur eru kular og
minniligar.
Skurkarnir eru hampuliga góðir, uttan Tarkin. Í gomlu
filmunum varð hann leiktur av Peter Cushing, ið síðan doyði í 1994. Í staðin
fyri at fáa ein nýggjan sjónleikara til hendan filmin, hava filmsfólkini heldur
valt at endurskapa andlitið hjá Peter Cushing við teldugjørdum effektum. Úrslitið er
als ikki sannførandi. Tað er ein vánalig effekt, sum fær hann til at líkjast
einum persóni úr einum telduspæli. Tarkin er ikki ein sannførandi skurkur, tí
handan effektin órógvar alla tíðina. Man klárar ikki at venja seg við hana. Tey
burdu heldur havt givið leiklutin til ein sjónleikara.
Harafturímóti eru bardagarnir flott gjørdir og sannførandi. Klimaksið
er einasti parturin av filminum, sum er undirhaldandi. Tað er stórt og flott
gjørt kríggj, sum minnir um teir gomlu filmarnir – uttan at kopiera teir. Tónleikurin hjá Michael Giacchino er góður og hóskandi til filmsrøðina. Tað riggar væl, at stemningurin er eitt sindur dapur og mær dámar
væl, hvussu søgan hongur saman við fýrarin. Eg fari ikki at avdúka
tað, men tað hóskar væl til. Harafturat er endin góður, men verður eitt sindur
ávirkaður av vánaligum effektum.
"Rogue One: A Star Wars Story" var ikki ein filmur, sum eg
gleddi meg til – í mun til "The Force Awakens" – men úrslitið er kortini
skuffandi. Persónarnir eru keðiligir og søgan hevur lítið innihald. Næstan einki
hendir í hálvannan tíma, og síðan kemur endiliga eitt undirhaldandi og flott
gjørt klimaks. Tann síðsti hálvi tímin er verdur at síggja, meðan restin er gloymandi
og keðiligt. Hetta var ein góð roynd at gera ein persónligan, spennandi og sjávstøðugan "Star Wars"-film, men tað eydnaðist ikki, av tí at handritið hevði eina tunna søgu og keðiligar persónar. Størstiparturin av søguni handlar um, at uppreistrarfólkini práta, og ferðast aftur og fram – ikki sera spennandi.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Gareth Edwards
No comments:
Post a Comment