Filmsrøðin hjá Marvel heldur fram og nýggi sjónleikarin,
sum skal spæla ein superhetja, er Benedict Cumberbatch – kendur fyri m.a.
høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini "Sherlock". Hansara leiklutur er
gandakallurin Doctor Strange.
Hetta er
upprunasøgan um eina superhetju, sum eg satt at siga ikki visti um. Eg kenni hvørki teknirøðirnar ella teknifilmarnir um Doctor Strange, so eg fari ikki at
gera samanberingar. Hetta er fyrsti filmurin hjá Marvel, sum handlar um
gand og úrslitið er sera gott. Marvel hava enn einaferð gjørt ein sera
góðan og undirhaldandi superhetjufilm, og hesin hevur nøkur nýggj ting at
bjóða.
Actionsenurnar
eru ikki bert undirhaldandi og flott gjørdar, men eisini sera kreativar. Eg fari
ikki at avdúka nógv, men tað er m.a. sera kul at síggja bardagar í býum, sum
verða umbroyttur við gandi. Gandakallarnir venda bygningar á høvdinum og
berjast samstundis. Tað er ørkymlandi, men kortini sera undirhaldandi og
imponerandi – effektirnar eru fantastiskar.
Mær dámdi væl persónarnir. Benedict Cumberbatch gevur eina sera góða framførslu og Stephen Strange minnir eitt sindur um Tony Stark. Hann er sjálvglaður og ófólkaligur, men man dámar hann kortini. Tað er áhugavert at hava ein klókan skurðlækna í høvuðsleiklutinum. Hann tosar ofta um lívfrøði og tað ger dialogin áhugaverdan.
Søgan er eisini góð. Tá ið Stephen Strange lærir gand, greiða lærararnir frá, hvussu gandur verður framleitt, og tað gevur meining. Tað er áhugavert og væl skrivað. Men tað verður tó onkuntíð ov nógv av tí góða. Summar senur hava langar frágreiðingar um alheimin, og tað gjørdist ørkymlandi og langdrigið. Ein annar kritikkur er, at skurkurin er ikki serstakliga góður. Hann er hampuligur, men gloymandi, hóast Mads Mikkelsen gevur eina góða framførslu.
"Doctor Strange" er ein sera góður, áhugaverdur og undirhaldandi filmur, sum koyrir gand uppí filmsrøðina. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað verður brúkt í komandi filmum. Hetta er eisini ein sera stuttligur filmur og skemtið hóskar altíð væl til. Harumframt følist hetta ikki sum ein týpiskur Marvelfilmur. Hann følist meira sum sjálvstøðugur filmur um upprunasøguna hjá einum gandakalli.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Scott Derrickson
No comments:
Post a Comment