Westernfilmar eru sjáldsamir fyri tíðina. Fyri nógvum árum síðan var tað
ein tann mest væl umtókta sjangran í Hollywood og fleiri filmar vórðu framleiddir.
Tann nýggjasti, "The Magnificent Seven", er satt at siga ein endurinnspæling av
einum gomlum filmi frá 1960 við sama heitinum. Harafturat var tann filmurin ein
amerikansk endurinnspæling av japanska samuraifilminum "Seven Samurai" frá 1954
– tey broyttu sjangruna frá samurai til western.
"The Magnificent Seven" er stutt sagt um sjey vápnaðir menn, sum savnast
fyri at bjarga eina fátæka bygd frá vandamiklum tjóðum – leiddir av Bartholomew
Bogue (Peter Sarsgaard). Teir sjey høvuðspersónarnir, The Magnificent Seven,
verða leiktir av Denzel Washington, Chris Pratt, Ethan Hawke, Vincent
D’Onofrio, Byung-hun Lee, Manuel Garcia-Rulfo og Martin Sensmeier.
Eg havi sæð báðir gomlu filmarnir, "The Magnificent Seven" og "Seven
Samurai". Hetta er ein endurinnspæling av "The Magnificent Seven", so tað er
serliga hann, sum hesin skal samanberast við. Tann gamli er góður og hesin
nýggi er ein sera góð endurinnspæling. Hetta er ein sera góður og undirhaldandi
westernfilmur, og man nýtist ikki at hava sæð gomlu filmarnir. Eg fari ikki at
samanbera teir nakað serligt og heldur ummæla hetta sum ein sjálvstøðugur
filmur.
Hetta følist sum ein gamaldags westernfilmur. Stemningurin, stílurin,
kulissurnar og búnarnir; alt skapar eitt sannførandi umhvørvi. Tað sær eisini
út sum, at filmurin er tikin upp á film og ikki digitalt, og tískil er hetta ein sannførandi westernfilmur. Man skuldi trúð, at
hann varð framleiddur í 1960’unum. Actionsenurnar eru sera góðar, væl gjørdar
og undirhaldandi. Skotbardagarnir eru spennandi og persónarnir gera flott
stunts við ymiskum vápnum.
Framførslurnar eru sera góðar og hetta er eitt gott lið av sjónleikarum. Denzel
Washington er fantastiskur og sannførandi sum ein hóttandi skjútti. Chris Pratt
er enn einaferð fantastiskur og spælir væl saman við Denzel Washington. Ethan Hawke er sera góður og øll hini eru góð. Hetta er ein langur listi
av sjónleikarum, so eg klári ikki at tosa um øll. Peter Sarsgaard spælir
skurkurin og hann gevur eina góða framførslu. Hetta er ikki ein fantastiskur
skurkur, men man kemur til at hata hann, so hann er sannførandi.
Filmurin hevur sera góðar sjónleikarar, sum spæla dámligir persónar – mær dámdi best Chris Pratt.
Summi dámar man betri og lærir betri at kenna enn onnur, men høvuðsleikararnir rigga væl sum eitt lið. Tað er kul at síggja teir samstarva og mær dámar væl, at teir hava ymiskar persónleikar og mátar at berjast. Hetta er eisini ein góð og einføld søga um sjey menn, sum mugu berjast ímóti eini rúgvu av skurkum. Filmurin hevur eisini eitt sindur av góðum skemti. Hetta er samanumtikið gott undirhald, sum klárar at endurskapa tann gamla westernstílin.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Antoine Fuqua
Leikarar: Denzel Washington, Chris Pratt, Ethan Hawke,
Vincent D’Onofrio, Byung-hun Lee, Manuel Garcia-Rulfo, Martin Sensmeier, Haley
Bennett, Peter Sarsgaard
Ár: 2016
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment