Sunday, November 10, 2013

Gravity

Hetta er ein spenningsfilmur, sum fer fram úti í rúmdini. Tað er eitt genialt hugskot, tí tankin um at vera staddur úti rúmdini, er rættiliga óhugnaligur. Har er einki oxygen, einki ljóð og tað er sera torført at ferðast heim aftur til jørðina. Tað er eisini óhugnaligt at ímynda sær, hvussu tað man vera, at vera einsamallur har.

Wednesday, November 6, 2013

Thor: The Dark World

Marvel eru nú í holt við at gera superhetjufilmar, sum byggja upp til “The Avengers: Age of Ultron” í 2015. Fyrr í ár varð “Iron Man 3” útgivin og nú er eftirfylgjarin til “Thor” komin út, sum eitur “Thor: The Dark World”.