Wednesday, February 26, 2014

12 Years a Slave

“12 Years a Slave” fer fram í USA í 19. øld, tá ið myrk fólk vóru trælir hjá teimum hvítu. Hann er gjørdur eftir eina sanna søgu. Ein frælsur myrkur maður, sum eitur Solomon Northup, verður fangaður og seldur sum trælur. Hansara navn verður broytt og nú noyðist hann, at liva sum trælur, hóast tað ikki er rættvíst.

Tuesday, February 18, 2014

American Hustle

Ein filmur, sum hevur fingið nógvar Oscar-tilnevningar í ár, er “American Hustle”. Hann er leikstjórnaður av David O. Russell, sum eisini gjørdi m.a. “The Fighter” og “Silver Linings Playbook”. Hann hevur eisini ein sera góðan lista av sjónleikarum: Christian Bale, Amy Adams, Bradley Cooper, Jennifer Lawrence, Jeremy Renner og onnur.

Monday, February 17, 2014

About Time

Ein filmur, sum eg ikki sá í biografinum í fjør, var bretski kærleiksfilmurin “About Time”. Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Richard Curtis, sum eisini hevur gjørt “Love Actually” og skrivað m.a. “Notting Hill” og “Four Weddings and a Funeral”. Hann er mest kendur fyri sínir kærleiksfilmar og hann hevur kunngjørt, at “About Time” er møguliga tann síðsti filmurin, sum hann leikstjórnar.

Sunday, February 9, 2014

Áhugaverdir komandi filmar í 2014

Eg havi gjørt ein lista yvir nøkrum filmum, sum eg eri áhugaður í at síggja í 2014. Hann er í alfabetiskari raðfylgju. Eg veit, at American Hustle” og Anchorman 2ganga nú í Havnar Bio, men eg havi ikki sæð teir enn.

Saturday, February 8, 2014

RoboCop (2014)

“RoboCop” er ein “science fiction”-filmur, sum fer fram í ár 2028. Í summum londum arbeiða robottar sum politistar, men í USA eru teir ólógligir. Amerikanski sjónvarpsverturin Pat Novak (Samuel L. Jackson) og felagið OmniCorp royna at argumentera fyri, hví robottar burdu verið lógligir.