Ein filmur, sum hevur fingið nógvar Oscar-tilnevningar í ár, er
“American Hustle”. Hann er leikstjórnaður av David O. Russell, sum eisini
gjørdi m.a. “The Fighter” og “Silver Linings Playbook”. Hann hevur eisini ein
sera góðan lista av sjónleikarum: Christian Bale, Amy Adams, Bradley Cooper,
Jennifer Lawrence, Jeremy Renner og onnur.
Filmurin fer fram í 1970’unum. Vit fylgja tveimum brotsfólkum, Irving
(Christian Bale) og Sydney (Amy Adams), sum lumpa fólk, fyri at stjala pening. Tey
verða noydd til, at arbeiða saman við einum FBI-agenti, Richie DiMaso (Bradley
Cooper). Tey skulu lumpa borgarstjóran (Jeremy Renner) og fanga nakrir
korruptir politikarar.
Hesin filmurin hevur fingið sera góð ummæli og eina Oscar-tilnevning
fyri besta film. Men eg eri keddur av at siga, at eg var skuffaður av honum.
Hesin filmurin fangaði meg ikki og eg helt, at hann var tískil eitt sindur
keðiligur og óinteressantur. Hann er sera væl spældur, flott gjørdur og
faktiskt eitt sindur undirhaldandi, men mær dámdi ikki søguna og persónarnir. Eftir
mínari meining hevur hann ikki eina góða søgu og áhugaverdir persónar.
Framførslurnar eru sera góðar. Mær dámdi best Christian Bale. Hann er
fantastiskur í filminum. Hann hevur tikið nógv kilo uppá til leiklutin og tosar
við eini sannførandi dialekt. Persónurin, sum hann spælir, er tann,
sum mær dámar best. Hann er ein óreinur brotsmaður, men ofta sær man á honum,
at hann innast inni hevur eina samvitsku – og tað dugir Christian Bale væl at
spæla. Bradley Cooper er sera góður, men persónurin, sum hann spælir, er
ikki sera dámligur. Hann er ein egoistiskur idiotur og í seinnu helvtini av
filminum dámdi mær hann ikki. Bradley Cooper gav eina sera góða framførslu, men mær dámdi ikki leiklutin.
Amy Adams er góð, men persónurin, sum hon spælir, er óinteressantur. Hon
hevur ikki ein áhugaverdan persónleika og virkar ikki sera týdningarmikil fyri
søguna. Hon hevur nógv at gera, tá hon í byrjanini arbeiðir saman við Christian
Bale, men aftaná at Bradley Cooper fer í parti við teimum, ger hon ikki nógv
til nyttu. Christian Bale og Bradley Cooper gera ofta tað mesta av arbeiðinum,
meðan hon er við í bakgrundini. Jennifer Lawrence er rættiliga góð og syrgir
fyri nøkrum stuttligum løtum. Jeremy Renner er eisini góður og Louis C.K. er
sera undirhaldandi.
Filmurin er sera flott gjørdur. Tað er sannførandi, at hann fer fram í 1970’unum.
Kulissurnar og búnarnir eru flottir og sannførandi. Kameraarbeiðið er eisini
gott og sangirnir eru undirhaldandi. David O. Russell hevur gjørt eitt gott arbeiði
við, at skapa eitt umhvørvi frá 1970’unum. Tempoið er passaliga skjótt og
dialogurin er góður. Hann er ikki fantastiskur, men væl skrivaður og hevur
nakrar stuttligar samrøður. Filmurin er samanumtikið væl leikstjórnaður, men eg
haldi ikki, at handritið er sera gott – burtursæð frá góðum dialogi.
Søgan er tunn og ikki sera fangandi. Høvuðspersónarnir royna at lumpa
ein borgarstjóra og fanga nakrir korruptir menn. Man fær ikki nógv at
vita um hesir menninir og borgarstjórin er ein fittur og dámligur maður, so eg
síggi onga spennandi konflikt í tí. Borgarstjórin er dámligur, so tað er ikki sera spennandi, um høvuðspersónarnir klára at lumpa hann. Harafturat var Irving tann
einasti høvuðspersónurin, sum eg var eitt sindur áhugaður í. Framførslurnar hjá
høvuðsleikarunum eru sera góðar, men leiklutirnir eru tunnir og
óinteressantir.
“American Hustle” er flott gjørdur, sera væl spældur og eitt sindur undirhaldandi, men samanumtikið
óinteressantur og eitt sindur keðiligur. Framførslurnar eru sera góðar, serliga Christian Bale. Filmurin koyrir við skjótum
tempoi og góðum dialogi, so hann er eitt sindur undirhaldandi, men tað ger hann
ikki góðan. Burtursæð frá góðum dialogi, so er handritið ikki gott. Søgan er ikki spennandi og persónarnir eru tunnir. Filmurin er bara ikki fangandi.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: David O. Russell
Leikarar: Christian Bale, Amy Adams, Bradley Cooper, Jennifer Lawrence,
Jeremy Renner,
Louis C.K.
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment