Thursday, December 31, 2015

The Peanuts Movie

Tann seinasti filmurin, sum eg ummæli í 2015, er nýggi teknifilmurin "The Peanuts Movie" – danska heitið er "Filmen om Radiserne: Med Nuser og Søren Brun". Eg ummæli ta ensku útgávuna. Hetta er ein nýggj filmatisering av gomlu teknirøðini og stuttfilmunum um Snoopy og Charlie Brown.

Saturday, December 26, 2015

Star Wars: The Force Awakens

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin deila mítt ummæli av "Star Wars: The Force Awakens". Hetta var ein tann mest spennandi filmurin, sum man bíðaði eftir í 2015. Hetta er tann sjeyndi "Star Wars"-filmurin í røðini.

Sunday, November 1, 2015

Spectre

Í ár hava vit fingið nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar, og nú er tíðin komin til ein av heimsins kendastu og elstu filmsrøðum: James Bond. Meir enn 20 "James Bond"-filmar eru gjørdir tilsamans og hetta er tann fjórði við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.

Wednesday, October 21, 2015

Back to the Future

Í dag er 21. oktober 2015 og í tí sambandi vil eg ummæla ein av mínum yndisfilmum, "Back to the Future", sum kom út í 1985. Í tvey’aranum frá 1989, "Back to the Future: Part 2", ferðast høvuðspersónarnir fram í tíðina til 21. oktober 2015, so hetta er ein serligur dagur fyri fjepparar.

Saturday, October 17, 2015

The Martian

Eg havi ikki sæð teir nýggjastu filmarnir, sum Ridley Scott hevur leikstjórnað, tí næstan allir fingu ring ummæli. Hann hevur gjørt nakrir klassiskir og væl umtóktir filmar, t.d. "Alien" og "Gladiator", men teir flestu nýggju filmarnir hjá honum vórðu illa umtóktir. Men "The Martian" sá áhugaverdur út og fekk sera góð ummæli.

Monday, August 17, 2015

Mission: Impossible - Rogue Nation

Tom Cruise hevur nú høvuðsleiklutin í fimta filminum í "Mission: Impossible"-røðini. Tann seinasti filmurin, "Mission: Impossible – Ghost Protocol", var satt at siga tann besti í røðini.

Saturday, August 1, 2015

Ant-Man

Tann størsti filmurin hjá Marvel í ár var "Avengers: Age of Ultron". Hann kom út í apríl og tað var filmurin, sum fjepparar gleddu seg til. Nú er tann nýggjasti filmurin hjá Marvel komin út og hesin er meira ókendur. Hann presenterar eina nýggja superhetju, Ant-Man.

Sunday, July 12, 2015

Terminator Genisys

Arnold Schwarzenegger er farin aftur til ein av hansara kendastu leiklutum, Terminator. Tað var torført at rokna út frammanundan, hvat hesin filmurin, "Terminator Genisys", fór at handla um. Hetta er tann fimti í røðini. Mær dámar væl eittarin og tveyarin. Satt at siga er "Terminator 2" ein av mínum yndisfilmum.

Friday, July 10, 2015

Terminator Salvation

Nøkur ár eftir tann vánaliga "Terminator 3: Rise of the Machines" kom tann fjórði filmurin út við heitinum "Terminator Salvation". Hetta er tann fyrsti, sum ikki hevur Arnold Schwarzenegger í høvuðsleiklutinum. Í staðin er høvuðsleikarin Christian Bale. Hann spælir ein vaksin John Connor.

Terminator 3: Rise of the Machines

Eg ætli mær skjótt at hyggja eftir "Terminator Genisys", sum gongur í biografinum – tann fimti "Terminator"-filmurin. Fyri nøkrum árum síðan ummælti eg fyrsta og næsta filmin í røðini, so eg havi gjørt av, at skriva stutt ummæli av trýaranum og fýraranum.

Wednesday, July 1, 2015

Jurassic World

Hetta árið bjóðar nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar og ein teirra er fjórði "Jurassic Park"-filmurin. Parkin er nú opnað við heitinum "Jurassic World". Vit fylgja tveimum dreingjum, sum eru ferðafólk í parkini, Owen (Chris Pratt), sum venir dinosaurar, og Claire (Bryce Dallas Howard), sum er fyriskipari. Vísindafólkini hava skapt ein dinosaur, sum er gjørdur úr ymiskum sløgum. Tað vísir seg at hava stórar fylgir.

Friday, May 1, 2015

Avengers: Age of Ultron

Í ár koma nógvir stórir poppkornfilmar út, m.a. "Jurassic World" og "Star Wars: The Force Awakens". Ein teirra er superhetjufilmurin "Avengers: Age of Ultron", sum er eftirfylgjarin til "The Avengers", ið kom út í 2012.

Saturday, March 21, 2015

Kingsman: The Secret Service

Leikstjórin av "Kick-Ass" og "X-Men: First Class", Matthew Vaughn, er komin við einum nýggjum bretskum actionfilmi við heitinum "Kingsman: The Secret Service". 

Sunday, March 8, 2015

Áhugaverdir komandi filmar í 2015

Hetta er eitt spennandi ár fyri filmar. Nógvir eftirfylgjarar til gamlir poppkornfilmar koma út og her eru nakrir, sum eg eri áhugaður í. Eg vil sjálvandi eisini síggja smáir og álvarsamir filmar, men teir eru ikki lýstir enn og eg havi ikki hoyrt um teir. Hetta er ein listi yvir komandi undirhaldsfilmar – tó við nøkrum undantøkum. Ikki øll datoini fyri, nær filmarnir koma út í Føroyum, eru kunngjørd, so tá brúki eg datoini fyri, nær teir koma út í Danmark. Filmar plaga sum oftast at koma út samstundis í Danmark og Føroyum. 

Saturday, February 14, 2015

The Spectacular Now

Eg vil fegin onkuntíð ummæla ein film, sum ikki gongur í biografinum og kanska er ókendur. Eg fór á Netflix og hugdi eftir einum ókendum kærleiks-/ungdómsfilmi við heitinum "The Spectacular Now". Hann kom út í 2013 og eg haldi, at hann hevur uppiborið fleiri hyggjarar.

Wednesday, February 4, 2015

Taken 3

Hóast mær dámar eittarin, so var eg ikki áhugaður í "Taken 3". Tvey’arin var vánaligur og prógvaði, at tað var tíverri óneyðugt at gera ein eftirfylgjara til "Taken". Eittarin og tvey’arin høvdu ymiskar leikstjórar, og man sá væl munin. Eittarin var væl leikstjórnaður og tað var tvey’arin ikki. Leikstjórin av tvey’aranum, Olivier Megaton, er komin aftur til trý’arin.

Wednesday, January 7, 2015

The Hobbit: The Battle of the Five Armies

Eg havi havt ein langan stegð, men nú byrji eg at ummæla filmar aftur. Eg eri sera seinur við hesum, men eg vil fegin deila mína meining um "The Hobbit: The Battle of the Five Armies". Hetta er tann triðji og seinasti filmurin í røðini.