Tom Cruise hevur nú høvuðsleiklutin í fimta filminum í "Mission:
Impossible"-røðini. Tann seinasti filmurin, "Mission: Impossible – Ghost
Protocol", var satt at siga tann besti í røðini.
Stjórnin avger at steðga IMF – felagið, sum Ethan Hunt (Tom Cruise) arbeiðir fyri. Ethan og hansara lið mugu arbeiða sjálvstøðugt og royna at steðga einum hóttandi felagsskapi, the Syndicate.
"Mission: Impossible"-filmarnir eiga fyrst og fremst at vera undirhaldandi. Fýrarin var ein sera undirhaldandi actionfilmur við dámligum sjónleikarum. Fimmarin hevði tí nógv at liva upp til og hann skuffaði ikki. Hetta er ein væleydnaður "Mission: Impossible"-filmur. Ein fantastiskur og sera undirhaldandi actionfilmur.
Tær flestu framførslurnar eru góðar og persónarnir eru dámligir. Tom
Cruise er framvegis ein góður og dámligur actionsjónleikari. Hann ger enn
einaferð ekstrem "stunts". Simon Pegg er sjónleikarin í filminum, sum mær dámar best. Hann
er sera stuttligur, dámligur og spælir væl saman við Tom Cruise. Rebecca Ferguson,
Jeremy Renner og Alec Baldwin eru eisini góð. Mær dámdi væl, at Ving Rhames
hevði ein stóran leiklut hesuferð.
Tíverri hevur filmurin eisini eina framførslu, sum mær ikki dámdi og tað
mín størsti kritikkur: Sean Harris, sum spælir skurkurin. Eg havi ikki sæð hann
fyrr og eg rokni við, at hann er ein góður sjónleikari. Satt at siga spælir
hann væl, tá ið hann ikki tosar og bert brúkar síni andlitsbrá. Men tá ið hann tosaði, hevði eg ofta hug at flenna eftir honum. Hann teskar alla tíðina við eini snjallari
rødd, sum ljóðar sum ein parodi av Marlon Brando í "The Godfather". Tað var
láturligt og eg kláraði ikki at taka hann í álvara. Skurkurin var vánaligur og
ikki hóttandi.
Actionsenurnar eru fantastiskar og flott gjørdar. Mín yndissena var ein
biljagtsena, sum var ikki bert undirhaldandi, men eisini sera stuttlig. Hetta
er samanumtikið ein sera stuttligur filmur. Skemtið er sera gott og væleydnað. Søgan
er ikki nakað serligt, men riggar nóg mikið væl til, at syrgja fyri gott
undirhald. Hon verður rættiliga spennandi í seinnu helvtini. Filmurin er eisini
sera væl leikstjórnaður av Christopher McQuarrie. Hetta er stutt sagt ein
fantastiskur og flott gjørdur actionfilmur, sum hevur dámligir persónar og eina
rúgvu av minniligum actionsenum. Hetta er fantastiskt undirhald, sum er vert at síggja í biografinum.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Christopher McQuarrie
No comments:
Post a Comment