Eg havi ikki sæð teir
nýggjastu filmarnir, sum Ridley Scott hevur leikstjórnað, tí næstan allir fingu
ring ummæli. Hann hevur gjørt nakrir klassiskir og væl umtóktir filmar, t.d. "Alien" og "Gladiator", men teir flestu nýggju filmarnir hjá honum vórðu illa
umtóktir. Men "The Martian" sá áhugaverdur út og fekk sera góð ummæli.
Filmurin er um ein
astronaut, Mark Watney (Matt Damon), sum er á eini missión á Mars saman við
øðrum astronautum. Hann verður av óvart eftirlatin og noyðist nú at finna út
av, hvussu hann skal yvirliva og sleppa heimaftur. Hann er einsamallur á Mars
og hevur einki rúmdarfar, tí hini fóru avstað við tí.
Hetta er ein sera
góður "science fiction"-filmur. Tað er serliga orsakað av Matt Damon og
handritinum hjá Drew Goddard. Hesin filmurin minti meg á, at Matt Damon hóskar
sera væl til høvuðsleiklutir. Í hesum filminum er hann sera góður, dámligur og
eisini stuttligur. Filmurin er satt at siga rættiliga stuttligur og tað væntaði
eg ikki. Handritið er væl skrivað, hevur góðan dialog og inniheldur gott skemt.
Mark Watney er ein
sarkastiskur persónur, sum ofta tvætlar og sigur okkurt stuttligt. Tað er undirhaldandi
og Matt Damon spælir tað væl. Fólkini virka menniskjaslig, realistisk og verulig.
Tey kunnu t.d. finna uppá, at arga hvønn annan, eins og vit gera í veruleikanum.
Vit hava sæð nakrir filmar tey seinastu árini um fólk, sum royna at yvirliva,
t.d. "Gravity" og "Life of Pi". Teir plaga vanligt at vera fyrst og fremst álvarsamir,
og sjálvandi er einki galið við tí – eg gav "Gravity" toppkarakter.
Men nú er tað gott at síggja ein slíkan film, sum er øðrvísi enn restin. "The
Martian" er meira skemtiligur og undirhaldandi. Um hann var akkurát líka sum
hinir, so hevði hann kanska verið ov týpiskur og kliché.
Tað er kul at síggja,
hvussu Mark Watney brúkar vísindi til at yvirliva. Tað er ikki ov innviklað.
Tað er væl skrivað og áhugavert. Søgan verður ikki bert søgd frá hansara sjónarhorni. Vit síggja eisini gerandisdagin á NASA og tað er væl
gjøgnumført. Tað riggaði væl, at siga hesa søguna frá ymiskum sjónarhornum. Allir
hinir sjónleikararnir eru góðir, m.a. Jessica Chastain, Chiwetel Ejiofor, Jeff Daniels og Sean Bean. Listin av kendum sjónleikarum er so langur, at eg klári
ikki at nevna øll. Tað var áhugavert at síggja Kristen Wiig spæla ein meira
álvarsaman leiklut – hon plagar at spæla í skemtifilmum. Hon var eisini góð.
Donald Glover gav eina góða framførslu, men eg helt, at hansara skemt var
óneyðugt og ov fjasut. Filmurin hevði nóg mikið av skemti frammanundan og
hansara var so fjasut, at tað var ov nógv av tí góða.
Filmurin er væl
leikstjórnaður av Ridley Scott. Tónleikurin er sera góður og filmurin hevur
nógvar fangandi sangir. Tað var ein yvirraskilsi. "The Martian" er ein sera
góður "science fiction"-filmur, sum er væl spældur og sera stuttligur.
Handritið er sera væl skrivað. Dialogurin er fangandi, søgan er góð og persónarnir eru realistiskir. Mark Watney er ein sera dámligur høvuðspersónur,
sum man hevur samkenslu við og Matt Damon hóskar væl til leiklutin. Okkurt av
skemtinum var óneyðugt og summar senur vóru forútsiguligar, men annars er
filmurin væl gjøgnumførdur.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Ridley Scott
Leikarar: Matt Damon, Jessica
Chastain, Kristen Wiig, Jeff Daniels, Michael Peña,
Kate Mara, Sean Bean, Sebastian Stan, Donald Glover, Chiwetel Ejiofor
Kate Mara, Sean Bean, Sebastian Stan, Donald Glover, Chiwetel Ejiofor
No comments:
Post a Comment