Í dag er 21. oktober 2015 og í tí sambandi vil eg ummæla ein av mínum
yndisfilmum, "Back to the Future", sum kom út í 1985. Í tvey’aranum frá 1989, "Back to the Future: Part 2", ferðast høvuðspersónarnir fram í tíðina til 21.
oktober 2015, so hetta er ein serligur dagur fyri fjepparar.
Søgan er um ein tannáring í 1985, Marty McFly (Michael J. Fox), sum verður av óvart sendur aftur í tíðina til 1955, orsakað av eini tíðarmaskinu, sum ein uppfinnari, Doctor Emmet "Doc" Brown (Christopher Lloyd), hevur gjørt. Tá hann kemur til 1955, setir hann sína tilveru í vanda. Nú má hann loysa trupulleikan og fara aftur til framtíðina – við hjálp frá einum yngri Doc Brown.
"Back to the Future" er leikstjórnaður av Robert Zemeckis, sum eisini
hevur gjørt m.a. "Forrest Gump" og "Cast Away". Hetta er ein av hansara fyrstu
filmum og hann gjørdi eitt fantastiskt arbeiði. Eg havi sæð filmin fleiri
ferðir, síðan eg var smádrongur, so hann er eisini nostalgiskur fyri meg. Hann følist
ikki ov gamaldags, tá man hyggur eftir honum. Tað er ein klassikari, sum er
framvegis minst líka góður. Ein orsøk er møguliga, at hóast hann er
gjørdur í 1985, so fer ein stórur partur av søguni fram í 1955. Vit síggja ta
tíðina frá sjónarhorninum hjá einum drongi, sum er komin úr framtíðini. Tað er
eitt sjónarhorn, sum hóskar væl til okkum hyggjarar.
Handritið er fantastiskt og sera væl skrivað. Byrjanin
presenterar persónarnir væl. Tá ið Marty so fer aftur til 1955, møtir hann persónar,
sum hann kennir frá framtíðini, og sum hyggjari kennir man teir aftur m.a.
orsakað av, hvussu tey uppføra seg og hvat tey siga. Alt er væl sett saman. Søgur um at ferðast
gjøgnum tíðina plaga altíð at hava feilir, tí tað er ómøguligt at gera tað í
veruleikanum. Hendan søgan hevur næstan ongar. Hetta er óivað tann besti
filmurin um, at ferðast gjøgnum tíðina, sum eg havi sæð.
Hetta er eisini ein stuttligur filmur. Skemtið er gott og inniheldur
stuttligar jokes um munin millum 50’ini og 80’ini. Dialogurin er sera góður og
áhugaverdur, serliga frá Doc Brown. Christopher Lloyd gevur ta bestu
framførsluna í filminum. Hann er sera undirhaldandi og minniligur. Doc Brown brúkar
nógva tíð til, at greiða frá upplýsingum um teoriir og ætlanir. Tað kundi verið
keðiligt, men tað riggar orsakað av bæði dialoginum og sjónleikaranum. Hansara dialogur
greiðir frá øllum stutt og greitt, og Christopher Lloyd dugir væl at gera tað áhugavert
og undirhaldandi at lurta eftir.
Allar framførslurnar eru góðar og øll spæla væl saman. Michael J. Fox er
sera dámligur og góður sum Marty McFly. Lea Thompson er góð og sjarmerandi,
Crispin Glover dugir væl at spæla ein smæðin nørdur og Thomas F. Wilson er
undirhaldandi sum Biff Tannen. Tónleikurin hjá Alan Silvestri er fantastiskur
og minniligur. Temasangurin er fangandi og undirhaldandi. Tað er eisini kul at
hoyra nakrir undirhaldandi 80’ara sangir. Tá ið Marty McFly fer
aftur til 1955, hoyra vit ein gamlan sang, "Mr. Sandman", og tað minnir okkum
á, at vit nú eru stødd í 50’unum. Tað hóskar til søguna.
Klimaksið er sera spennandi og undirhaldandi. Effektirnar eru
sannførandi og flott gjørdar, og tær verða ikki brúktar ov ofta. Hetta er ein
av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð. Eg kann bert peika nakrar smáfeilir
út, sum hava lítið at siga. Um tú vilt síggja ein fantastiskan, klassiskan, stuttligan og
undirhaldandi film frá 80’unum, so viðmæli eg "Back to the Future".
5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Robert Zemeckis
Leikarar: Michael J. Fox, Christopher Lloyd, Lea
Thompson, Crispin Glover,
Thomas F. Wilson
Thomas F. Wilson
No comments:
Post a Comment