Sunday, November 1, 2015

Spectre

Í ár hava vit fingið nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar, og nú er tíðin komin til ein av heimsins kendastu og elstu filmsrøðum: James Bond. Meir enn 20 "James Bond"-filmar eru gjørdir tilsamans og hetta er tann fjórði við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.

"Spectre" fer fram aftaná hendingarnar í seinasta filminum, "Skyfall". James Bond (Daniel Craig) leitar eftir einum gátuførum skurki (Christoph Waltz), orsakað av einum loyniligum boðum, sum hann hevur fingið. Eg avdúki ikki meira, tí hetta er ein njósnarafilmur við eini søgu, sum hevur nógvar yvirraskilsir. 

Mær dámar væl James Bond, men eg eri ikki ein stórur fjeppari, sum setir stór krøv til filmarnir. Um eg skal siga mína meining um hinir við Daniel Craig, so dámdi mær best "Casino Royale". Tað var ein fantastiskur filmur. Eg havi ikki sæð "Quantum of Solace" og mær dámdi væl "Skyfall", men helt hann ikki vera fantastiskan – men eg elskaði temasangin. 

"Spectre" er ein góður og sera undirhaldandi "James Bond"-filmur, men hann er eisini eitt sindur skuffandi. Tann fyrra helvtin var fantastisk og mær dámdi hana betri enn "Skyfall". Tann seinna helvtin var góð, men hevði trupulleikar og var ikki líka góð sum fyrra helvtin, og endin var satt at siga vánaligur. Tað gjørdi, so at "Spectre" samanumtikið broyttist frá fantastiskur til góður. Tað er skuffandi og eg orki ikki fyri, tá ið tað hendir.

Hetta er tó ein sera undirhaldandi filmur. Kameraarbeiðið er sera gott, tónleikurin er góður og tær flestu actionsenurnar eru fantastiskar. Tann fyrsta senan er væl upptikin og sera góð, burtursæð frá nøkrum óneyðugum teldugjørdum steinum. Temasangurin hjá Sam Smith, "Writing's on the Wall", er góður, men eitt sindur gloymandi  hann livir ikki upp til "Skyfall" ella "You Know My Name". Mær dámdi eisini væl søguna og tað gjørdi allan filmin góðan. Mær dámar væl, at tað er fyrst og fremst ein leitan eftir einum skurki. Tað riggaði væl og mær dámdi eisini, hvussu søgan hekk saman við hinir filmarnir við Daniel Craig. Filmurin er eisini stuttligur og hevur gott skemt. James Bond hevur gott samanspæl við hinir persónarnir og mær dámar væl, at Ralph Fiennes hevur fingið ein størri leiklut.

Daniel Craig riggar væl sum James Bond og gevur eina góða framførslu. James Bond er ein kulur og dámligur høvuðspersónur. Tað riggaði yvirraskandi væl, at hann ofta var óreinur við sínar arbeiðsfelagar. Tað var stuttligt. Allir filmarnir hava eina sonevnda "Bond girl" og hesuferð er tað Léa Seydoux sum Madeleine Swann. Sjónleikarin gav eina góða framførslu, men tíverri dámdi mær ikki hennara leiklut. Madaleine er ein óinteressantur persónur og eg var ikki áhugaður í hennara forhold við James Bond. Satt at siga dámdi mær betri Moneypenny (Naomie Harris). Hon hevur ein kulan persónleika og spælir væl saman við James Bond.

Christoph Waltz er ein fantastiskur sjónleikari og hann spælir skurkurin. Eg haldi, at hann er góður í filminum, men hevur ein ov lítlan leiklut. Hann hevur nakrar minniligar senur, men man sær hann sjáldan í filminum, og tískil fær Christoph Waltz ikki møguleikan at geva eina fantastiska og minniliga framførslu. Hetta er bert ein hampuliga góður skurkur, sum kundi verið fantastiskur. Dave Bautista, sum spældi Drax í "Guardians of the Galaxy", var sera góður og hóskaði væl til leiklutin sum ein vaktarmaður hjá Christoph Waltz.

Seinna helvtin av filminum hevur nakrar feilir í søguni, sum eg ikki kann greiða frá, tí so avdúki eg ov nógv. Okkurt hendir, sum ikki gevur meining og mín størsti kritikkur er endin. Klimaksið hevði nakrar kular løtur, men var annars vánaligt. Tað var eitt kliché, forútsiguligt og ókreativt anti-klimaks. Men samanumtikið er "Spectre" kortini ein góður og sera undirhaldandi "James Bond"-filmur. Hetta er gott undirhald, sum bjóðar eina fangandi søgu og fantastiskar senur.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Sam Mendes 
Leikarar: Daniel Craig, Christoph Waltz, Léa Seydoux, Ben Whishaw, Naomie Harris, 
Dave Bautista, Monica Bellucci, Ralph Fiennes 
Ár: 2015


No comments:

Post a Comment