Tann størsti filmurin hjá Marvel í
ár var "Avengers: Age of Ultron". Hann kom út í apríl og tað var filmurin, sum
fjepparar gleddu seg til. Nú er tann nýggjasti filmurin hjá Marvel komin út og hesin er meira ókendur. Hann presenterar eina nýggja superhetju, Ant-Man.
Eg var skeptiskur um "Ant-Man". Treylararnir vóru hampuligir, men einki serligt, og hugskotið er løgið: Ein superhetja, sum kann gerast pinkulítil og tosa við meyrur. Hesin filmurin og "Guardians of the Galaxy" hava nú prógvað, at Marvel kunnu gera ein góðan film um hvat sum helst. "Ant-Man" er ein rættiliga góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann kundi verið betri, men úrslitið var ein góð yvirraskilsi.
Hóast eg var skeptiskur um filmin, so gleddi eg meg til, at síggja Paul Rudd spæla eina superhetju. Mær
dámar hann væl sum sjónleikara, hann er stuttligur og sera undirmettur. Hann
skuffaði ikki. Hann gav eina sera góða framførslu, sum er satt at siga øðrvísi
enn aðrir leiklutir, sum hann plagar at spæla. Hann spælir ikki ein býttur ella
flovisligur persónur, sum hann ofta ger í skemtifilmum. Scott Lang er ein
vanligur persónur, sum onkuntíð sigur okkurt stuttligt, og Paul Rudd
er sannførandi í leiklutinum. Hann er stuttligur, tá ið tað er
neyðugt, og rættiliga góður í teimum dramatisku senunum.
Michael Douglas er fantastiskur sum
Hank Pym. Hann er sannførandi, spælir væl saman við Paul Rudd, og dugir sera
væl at greiða frá. Evangeline Lilly er eisini góð og Corey
Stoll er rættiliga góður sum skurkurin. Hetta er ein týpiskur skurkur, sum ikki
er nakað serligt – ein afturvendandi trupulleiki hjá Marvel – men
hansara góða framførsla ger leiklutin meira áhugaverdan og sannførandi.
Hetta er ikki ein fantastiskur
filmur, men hann var nær við. Tað er ein rættiliga góður filmur, sum riggar sum
ein byrjan hjá Ant-Man og hevur fantastiskar løtur. Filmurin presenterar eina nýggja superhetju, sum verður partur av komandi filmum hjá Marvel og tað er væleydnað. Persónarnir eru
dámligir, serliga Scott Lang. Hann er ein brotsmaður, men man skilir, hví hann
ger tað. Hann er annars ein vanligur og sera dámligur persónur. Mær dámdi væl forholdið
millum hann og dóttrina. Tað var dramatiskt, sannførandi og væleydnað.
Effektirnar og actionsenurnar eru
sera góðar. Tað er kul, at síggja heimin frá sjónarhorninum hjá Ant-Man. Hann
er líka lítil sum ein meyra, so alt umhvørvið er risastórt. Mín yndissena er,
tá Scott Lang fyrstu ferð letur seg í búnan, sum ger hann til Ant-Man. Tað var
ein fantastisk actionsena. Eg vildi ynskt, at fleiri actionsenur vóru líka góðar.
Skemtið er eisini gott. Eg flenti ofta og onkuntíð gjørdu Marvel gjøldur burtur úr
sær sjálvum. Tað var genialt.
Mín størsti kritikkur er, at seinna
helvtin av filminum er góð og undirhaldandi, men kundi verið betri. Tá var tempoið
eitt sindur ov skjótt og serliga klimaksið kundi verið betri. Tað er gott og
undirhaldandi, men kundi verið nógv størri og meira kreativt. Men sum sagt, so
er seinna helvtin kortini undirhaldandi. Hetta er samanumtikið ein rættiliga
góður superhetjufilmur, sum tekur eitt løgið hugskot, Ant-Man, og ger tað kul
og undirhaldandi. Ant-Man er ein kul og sera dámlig superhetja, sum eg vil
fegin síggja aftur í komandi filmum. Tað prógvar, at hetta er ein góð og væleydnað byrjan.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Peyton Reed
Leikarar: Paul Rudd, Evangeline
Lilly, Corey Stoll, Bobby Cannavale, Michael Peña,
Michael Douglas
Ár: 2015
Michael Douglas
Ár: 2015
No comments:
Post a Comment